Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 undir annað virksemi í hes­ um felag, stendur eisini í árs­frágreiðingini, sum eisini sigur, at avtala er gjørd við fíggingarstovn um, hvussu lániskuldin skal viðgerast kom­andi árini, og hetta hev­ ur gjørt, at felagið er ført fyri at halda fram. KRK Holding er móðir­ felag hjá P/F Farex, P/F Kaldbak Seafood, og Sp/F Sisero er associerað felag (50%). Boðað verður eisini frá í seinasta ársroknskapinum, at P/F Farex og tess dóttirfelag helt uppat í 2007, og tí verður eingin ársroknskapur gjørdur. Ársúrslitið hjá P/F KRK- Holding fyri 2007 var eitt hall upp á góðar 10 milliónir krónur. Eginognin sambært sama roknskap er negativ við min­ us fýra milliónum. Skuldin hjá felagnum er 13,7 milliónir. Seinasti ársroknskapur hjá P/F Farex er gjørdur fyri 2006. Sum nevnt omanfyri steðgaði felagið í 2007, og eing­in roknskapur varð gjørdur. Men hyggja vit í rokn­skap­ in fyri 2006, so vísir hann eitt hall upp á góðar 2,2 millióinir krónur. Eginognin er negativ við 350.000 krónum. Men skuldin er ovur­ stór,  37,6 milliónir krónur, har­av 27 milliónir er banka­ skuld, níggju milliónir millum­rokning við atknýtt felag, og slakar tvær milliónir vøru- og tænastuskuld. P/F Kaldbaks Seafood gjørdi eisini seinasta rokn­ skap fyri 2007. Úrslitið hjá felagnum var eitt hall upp á 367.000 krónur, men hetta felagið hevði tó positivan eginpening upp á hálva millión. Skuldin hjá hesum felag var tó tríggjar milliónir krónur. Við at kaga í hesar seinastu roknskapir er alt sum bendir á, at hesi feløg hava pádrigið øðrum stór tap. Sera stór tap. Tá feløg fara undir trota­ búarviðgerð og verða upp­ loyst við at selja aktivini, so er vanligt, at tey fara fyri væl lægri prís, enn tey standa fyri í roknskapinum. Men tey røttu tølini kunnu bert síggjast í búroknskapinum, sum bara tey fáa, sum hava mist pengar av hesum fel­ øgum. Men við lítlari høvuð­ rokn­ing, so sæst, at virðini í feløg­unum eru nógvar milliónir lægri enn bókaðu virð­ini. Móðurfelagið hevur nega­tiva eginogn upp á góð­ar fýra milliónir krónur. Tá er sera ringa úrslitið hjá dóttirfelagnum, P/F Trans- Farex Invest upp á minus 25 milliónir fyri 2008 ikki íroknað. Hetta hall skuldi í øllum førum partvíst verið roknað við í roknskapin hjá KRK Holding fyri 2008, um hann varð gjørdur. Taka vit skuldina hjá hjá KRK Holding upp á 13,7 milliónir krónur og hjá Farex upp á 37,6 milliónir og hjá Kaldbak Seafood upp á tríggjar milliónir – so fáa vit til­samans eina skuld upp á oman fyri 50 milliónir krónur. Tí er tað sera áhugavert at fáa at vita, hvussu løgmaður fær tað til, at feløgini hava svarað hvørjum sítt – ella hvat løgmaður skilir við at svara hvørjum sítt. Tað er ikki kriminelt at fara á húsagang. Tað er ikki kriminelt at miseydnast – ella ikki at røkka til sum vinnulívsmaður. Men tað skalar trúvirði hjá løgmanni, um hann tvíheldur um, at einki av feløgunum, sum hann hevur varðað av, hevur pádrigið nøkrum skuld, hvørki privatum, virkjum ella tí almenna – um tað ikki pass­ar, sum hann sigur. eirikur@sosialurin.fo Tað skalar trúvirði hjá løgmanni, um hann tvíheldur um, at einki av feløgunum, sum hann hevur varðað av, hevur pádrigið nøkrum skuld KRK Holding P/F: Roknskapur ár: 2007 Ársúrslit: - 10.030.021 krónur Eginogn: - 4.080.481 Krónur Skuld: 13.736.589 krónur Ogn: Farex (100%), Kaldbaks Seafood, Sisero (50%), Trans-Farex Invest P/F Í 2008 vísir roknskapurin hjá Trans-Farex Invest P/F, at felagið hevur eitt hall upp á 25 milliónir krónur. Hetta hall skuldi lutvíst (kanska 50%), leggjast afturat úrslitnum hjá KRK Holding fyri 2008. Tað hevði gjørt tølini hjá felagnum nakað nógv reyðari, enn tey vóru, og er kanska orsøkin til, at felagið ikki gjørdi roknskap fyri 2008 - men fór á heysin. Búroknskapurin vísir helst, hvussu stóran part av tapinum í Trans-Farex Invest verður flutt upp í KRK Holding í konkurs. Farex P/F: Roknskapur ár: 2006 Ársúrslit: - 2.211.293 krónur Eginogn: -351.565 krónur Skuld: 37.615.849 krónur Ogn: Farex Iberia, Barcelona, Farex DK APS, Hirtshals Kaldbaks Seafood P/F: Roknskapur ár: 2007 Ársúrslit: - 366.929 krónur Eginogn: 500.653 krónur Skuld: 2.932.871 krónur Trans-Farex Invest P/F: Eigarar eru KRK Holding, Tórshavn og Transpesca, Vigo, Spania Roknskapur ár: 2008 Ársúrslit: - 25.012.102 krónur Eginogn: -89.930 krónur Skuld: 90.510 krónur Ogn: Átti part av P/F Faroe Seafood til 2008 Fakta um feløg hjá løgmanni: