mánadagur 6. august 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Arbeiðsfólkið skal
helst einki gera
NÝTT VIRKI Nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri er rokað við
teknikki og arbeiðsfólkið skal helst onki hava at gera
Áki Bertholdsen
Á nýggja uppsjóvarvirkinum
á Tvøroyri, eru 25 fólk til arb
eiðis í senn.
Men tey skulu helst bara
standa hendur í favn og
hyggja at.
– Øll framleiðslan er stýrd
við teknikki, staðfestir Bogi
Jacobsen, stjóri á nýggja upp
sjóvarvirkinum.
– Fremsta uppgávan hjá
arbeiðsfólkinum er at vera til
reiðar, skuldi okkurt í tek
nikkinum svikið, leggur hann
afturat.
– So tess minni arbeiðs
fólkið hevur at gera, tess
betri riggar teknikkurin og
so kann tað ikki vera betri
fyri virkið og framleiðsluna,
sigur stjórin.
Nógv er sagt og skrivað um,
hvussu framkomið nýggja
virkið er.
Tað er rokað við teknikki,
rustfríum stáli, følarum og
stýringum og fiskurin fer
ígjøgnum alla framleiðsluna,
uttan at mannahond hevur
verið á honum.
– Einastu ferðina, brúk
verður fyri fólki, er at hjálpa
til at skilja, tá ið støddir og
fiskasløg eru so ymisk, at
maskinurnar klára tað sjálv
ar, ella at hjálpa til, tá ið serlig
viðurskifti gera, at teknikk
urin skal hjálpast eitt sind
ur.
Annars skal fólkið mest
standa og eygleiða og vera til
reiðar at stilla útgerð og tek
nikk, tá ið okkurt ikki gongur
eftir ætlan.
Virkið er gjørt at klára
1000 tons um dagin, men í
løtuni er framleiðslan 600
tons. Tað skulu bara tríggir
frystarar afturat til at koma
upp á 1000 tons um dagin.
100 fólk
Nýggja uppsjóvarvirkið á
Tvøroyri er tað størsta og
mest framkomna av sínum
slagi í heiminum.
Men hóast øll framleiðslan
er stýrd við teknikki, er tað
ógvuliga arbeiðsskapandi.
– Arbeitt verður allan sól
arkringin runt, sjey dagar um
vikuna.
Arbeitt verður í tveimum
vaktum, har hvør vaktin arb
eiðir 12 tímar.
Á hvørjari vakt eru 25 fólk,
men fyri at geva fólki høvi at
halda frí, eru tríggjar vaktir
knýttar at virkinum, ella 75
arbeiðsfólk tilsamans.
– Sostatt hevur ein vakt
altíð frí. Men eisini í dagliga
arbeiðnum er virkið yvir
mannað, so at nøkur fólk
altíð hava eina fríløtu ísenn,
uttan at tað nervar fram
leiðsluna tað allarminsta.
– Vit rinda 84.000 krónur í
arbeiðslønum í dagin til arb
eiðsfólk, staðfestir Bogi Jac
obsen.
Hann sigur, at tá ið arb
eiðsfólk hava arbeitt einar
150 dagar, hava tey eina ham
piliga ársløn upp á 252.000
krónur.
Men tað er ætlanin at
hava arbeiði á virkinum meiri
enn tað.
– Tað er bara rávørutil
gongdin, sum avmarkar arb
eiðið, men vónandi kunnu vit
útvega virkinum nóg mikið á
rávøru til at vit kunnu arb
eiða væl meiri enn teir 250
dagarnar.
Í hesum sambandi verður
dentur lagdur á, at virkið er
als ikki bara bygt til makrel,
tí tað kann hagreiða alskyns
uppsjóvarfisk, bæði svart
kjaft, sild og annað.
– Vit leggja ógvuliga stór
an dent á at útvega virkinum
nógv arbeiði, tí klára vit ikki
at útvega arbeiðsfólkinum
eina hampiliga ársløn, kunnu
vit ikki vænta at varðveita
tey, sigur stjórin.
Afturat arbeiðsfólkunum,
eru eini 25 onnur fólk knýtt
at virkinum í leiðslu, fyri
siting, søludeild, fólki til av
skipingar og øðrum.
– Tilsamans eru vit sostatt
100 fólk, sum eru knýtt at
virkinum, sigur stjórin.
Seinastu tíðina hava tey
brúkt upp á at stilla maskinur
og útgerð fyri at fáa allan
teknikkin at virka, og at
samvirka.
– Tað hevur gingið ser
stakliga væl og nú gongur
alt, sum tað skal, sigur Bogi
Jacobsen.
Virkið hevur tikið ímóti
nøkrum lastum og tekniskt
hevur tað riggað væl at
arbeiða undan.
– Tað, vit hava brúkt eitt
sindur av tíð upp á, er at
venja arbeiðsfólkið við dag
liga arbeiðið, so at øll vita,
hvør skal gera hvat, tá ið
trupulleikar taka seg fyri at
teir kunnu vera loystir so
skjótt, sum gjørligt.
Nýggja uppsjóvarvirkið
á Tvøroyri kostar 180
milliónir at byggja.
Harafturat er ein at
løgubryggja gjørd, um
framt at ein partur av
havnarlagnum er fyltur,
so tilsamans er talan um
eina íløgu upp á 200
milliónir, sum er løgd
niður á Tvøroyri hetta
einasta hálva árið.
– Vit vænta, at hetta
fer at merkjast í allari
Suðuroy, sigur Bogi Jac
obsen, stjóri á virkinum.
Eitt er, at 100 fólk
verða beinleiðis knýtt at
virkinum.
– Vit vænta eisini, at
hetta fer at elva til nógv
avleitt virksemi í Suð
uroy. Nógv skip koma at
landa rávøru til virkið og
nógv farmaskip koma
eftir lidnari vøru. Tey
skulu øll bunkra og hava
proviant og fáa eisini
brúk fyri smiðjum og
mekanikarum.
– Men tað er heldur
ikki lítið av pakningi,
plattum, og tilfari ann
ars, sum virkið fær brúk
fyri til alla framleiðsluna,
ið verður 1000 tons um
dagin sum frálíður.
Ætlanin er at brúka
árið í ár og 2013 og 2014
upp á at byggja fram
leiðslu og søludeild upp
á fulla styrki.
– Tað verður nógvur
flutningur við Strand
ferðsluni og øðrum flut
ningsfyritøkum, heldur
stjórin.
Annanhvønn minutt
verur ein plattur av lidn
ari vøru lagdur á frysti
goymsluna og hvønn
einasta dag framleiðir
virkið upp í 25-40 heilar
bingjur av lidnari vøru.
Sostatt verður neyð
ugt at fáa farmaskip á
Tvøroyri einaferð um
vikna eftir lidnari vøru.
Tey hava eisini hugs
að um, at onnur fiska
framleiðsla kann verða
avleitt av hesum virki
num
Tí hevur virkið eina
skipan, har fiskur, sum
akkurát er vigaður inn á
virkið, kann vigast beint
útaftur, áðrenn hann er
komin í framleiðslu.
– Eru tað onnur virki,
ið hava hug at keypa
rundan fisk frá okkum
at virka til serligar vørur,
ber tað væl til.
Á Varðanum Pelagic
halda tey ikki, at tað er
óhugsandi, at smærri
virki fara at verða stovn
að rundan um uppsjóv
arvirkið, kanska virki
sum niðursjóðar, ella
marinerar fisk í blikk
ella gløs.
200
milliónir
Nýtt virki
Bogi Jacobsen, ytst vinstrumegin, greiðir
politikarum og øðrum frá um framleiðsluna
Nýtt virki
Við hesari fartelduni stýrir maðurin í
bláum ein part av framleiðsluni
Tess minni arbeiðsfólkið
hevur at gera, tess betri
Nýtt virki
Virkið er ómetaliga stórt og tað sær ógvuliga tómligt út. Men 25 fólk eru til arbeiðis
ísenn. Tey hava langar arbeiðsdagar, men teir eru ikki serliga strævnir.