Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eitt frítt handilslív er ein grund­leggjandi partur av einum sunnum búskapi. So­ leiðis er eisini í Føroyum við undantaki av nøkrum vør­ um, ið av ymiskum áv-um, oftast heilsuligum, verða seldar undir meira av­mark­ aðum reglum. So er m.a. við rúsdrekka, vápnum og heili­ vági. Fyri tær vørur, ið verða seldar við avmarkingum, er galdandi, at handilsmaðurin hevur moralska skyldu at fylgja galdandi lóggávu, um hann ynskir at selja vøruna. Vanliga er hetta ongin trupul­leiki, men hesar síðstu vik­urnar hevur kjak tikið seg upp um eina av hesum vør­ unum, tubbak. Helst er einasta orsøkin til, at tubbaksvørur eru til keyps í handlum í dag hon, at vitanin um ræðuligu av­ leiðingarnar av royking ikki til fulnar er komin fram í ljósið fyrr enn hesi síðstu árini. Sjúkur, ið stavast frá tubbaksmisnýtslu, krevja fleiri mannalív enn sjúkur, ið stavast frá rúsdrekka, yvir­ vekt og inaktiviteti til­sam­ ans. Løgtingið hevur tó eis­ini handlað hareftir, so hóast tubbaksvørur enn kunna keypast í handl­um, so eru fleiri av­mark­ingar kom­ nar í gildi síðstu árini. Av­ mark­ingarnar fyri sølu av tubbaki og nýtslan av tí er at finna í løgtingslóg nr. 61 frá 10.06.2008. Hetta kann sigast at vera sáttmálin, sum hand­ ils­maðurin, ið ynskir at selja tubbaks­vørur, skal fylgja. Tíverri hevur kjakið verðið merkt av, at handilsfólk hava vanrøkt hendan sáttmála. Sosialurin kundi mánadagin skjalfesta 14 handlar, ið høvdu selt til eina unga gentu, ið tey høvdu sent at keypa sigarettir. Ikki á einum tí einasta staði varð biðið um samleikaprógv, hóast gald­ andi lóggáva krevur sam­ leikaprógv, um ivi er um ald­ urin hjá persóni undir 18 ár. Tað vil siga, at handilsfólk full­komiliga vanrøkja ta upp­ gávu, ið er teimum givin. Hetta er eisini týdning­ ar­mikið at hava í huga, nú alsamt fleiri vilja hava rús­ drekkasøluna út í handl­ar­ nar. Er hetta veruliga tey fólk, ið vit ynskja skulu um­ sita rúsdrekkasøluna? Hvat hendir, tá børn og ung kunna spáka inn í ein hvønn handil og fáa fatur á rúsdrekka, tí handilsleiðarin ” ikki tímir at spæla politi”? Kjakið hesar síðstu vikurnar er ein greið ábending um, at handilsfólk ikki megna at hava neyðuga eftirlitið við rúsdrekkasøluni, um tann lóggávan hevði verið linari. Hvat kann so gerast við hetta? Tað upplagda hevði verið at innsæð, at royking er eitur, ið hevur oyðilagt ov nógv mannalív. Og fyri at verja komandi ættarlið, eigur øll sølu av hesum at verða flutt til Rúsdrekkasølu Landsins. Á tann hátt kunnu tey, ið ynskja at drepa seg sjálvi, enn fáa fatur á tí, men tað hevði verið munandi verri hjá ungum og børnum at ogn­að sær tað. Vitandi, at hetta neyvan verður gjørt, eru tó onnur tiltøk, ið kunna setast í verk. 1) Broyt § 18, stk. 2. soleiðis at aldursmark skal vísast við øllum keypi av tubakki. Hetta ger, at ábyrgdin at vísa aldursprógv ikki liggur hjá sølufólkinum, ið oftani sjálvi eru ung, men hjá keyparanum. 2) Lógin má handhevjast. Sosialurin hevur skjalfest 14 handlar, ið bróta lógina. Nú má tað vera upp til av­varðandi myndugleika at geva røttu revsing til hesar handlar. Setið eitt greitt fyridømi alt fyri eitt. 3) Revsingin má herðast fyri at selja til ung og børn undir 18 ár. Um hand­ilsfólk ikki eru sína uppgávu vaksin, ella bara ikki tíma at røkja hana, er einans eitt at gera, tak rættin at selja vøruna frá teimum. Handlar, ið selja til ung og børn undir loyvdan aldur, eiga at missa loyvið at selja við grundgeving í grovari van­røkt av tí ábyrgd, teimum er litið í hendur. Royking og tess avleiðingar er ein alt ov drepandi og oyði­leggjandi misnýtsla í okk­ara samfelagi, til at tað als ongar avleiðingar fær at bróta lógina. Vónandi fær politiski myndugleikin eyguni upp fyri hesum og setur neyðug stig í verk fyri at koma royking til lívs. Hóvligur vøkstur í Klaksvík Hesir stovnar hava, sum nátúr­ligt er, gjørt býin og kommununa meiri fjøl­ táttaða. Vit eiga at leggja okk­ um í geyma, at hesir stovnar eru bygdir upp ígjøgnum mong áratíggjur, samstundis sum stór vinnulig framgongd hevur verið. Tað sum í størstan mun eigur lívið í Klaksvík og Norð­oyggjum, er, at vit hava átt fólk við virkisfýsni, sum ongantíð hevur aftrað seg við at fara undir vinnuligt virk­semi, hugsa nýtt og lagt á nýggjar leiðir. Søgan sigur tað so væl Fara vit eini fimmti ár aftur í tíðina, so lesa vit í søguni um feløg sum Stella, Norðoya Sam­vinnufelag, Dávur úr Gerð­um, Joensen & Olsen, J. J. Jacobsen, J. C. Isaksen og so flagg­skipið yvir øllum J. F. Kjølbro, sum hevði stóran týdning fyri allar Føroyar. Hesi feløg, har fleiri av teimum ikki eru til í dag, høvdu sína stóru ávirkan á framgongdina tá, og sum vit eisini merkja enn í dag. Samstundis kunnu vit í dag fegnast um, at tað leggjast fleiri nýggjar fyritøkur til. Eisini uppliva vit, at her er ein góð og hóvlig framgongd á flestu økjum, sum ger, at Klaksvíkar Býráð aftur hevur eitt ávíst rásarúm, bæði verk­ liga og búskaparliga. Vinnan í dag Innan vinnuna ídag kunnu nevnast feløg sum Palli hjá Mariannu-samtakið, JFK- sam­takið, og fleiri onnur reiða­rí, sum leggja nógv eftir seg her í kommununi, Klaks­ víkar Sleipistøð og Pomek, har vit uppliva góðan framburð í løtuni, Landingarmiðstøð Føroya og Faroe Ship, hvørs virksemi her í kommununi er sera nógv tengt at og treytað av fiskivinnuni, NFCS, Look North, Bakkafrost, sum hevur part av virkseminum í Klaksvík og Norðfra í Hvanna­sundi, fyri at nevna nøkur. Allar hesa fyritøkur gera, at varðveitast kunnu avleiddar vinnur innan bæði tænastu og handil, ið soleiðis hava sera stóran týdning fyri framburðin og trivnaðin í kommunu okkara. Hetta alt er eitt veruligt íkast til út­ flutning Føroya. Hetta ger eisini, at vit hava so lágt ar­ beiðsloysi í dag. Tilfeingisgjaldið er ein hóttan móti landinum Tað, sum vit síggja í dag, er, at hetta virkisfýsni úti um landið er hótt. Tí er um­ ráðandi at landsins myndug­ leikar gera sær greitt, hvat fer at henda, um hildið verður fast við tilfeingisgjaldið, og týdningin tað fer at hava fyri okkara land. Henda byrða gevur lands­ kassanum stóra inntøku, sum harvið miðsavnar stór­ ar peningaligar upphæddir. Tað ódámliga í tí er, at hetta verður tikið av óbýttum og har­við tekur skatt bæði frá vinnuni og eisini frá teim­um sum sigla við skip­ unum. Við hesum verður ein køvandi hond løgd á Klaks­víkar Kommunu eins og á aðrar kommunur. Tað er her, framleiðslan er, og tað er hiðani fram­leiðslu­ peningurin verður drigin inn í almenna raksturin. Eg vil fara so langt sum at siga, at tilfeingisgjaldið er ein hóttan ímóti kommunukassunum. Í dag er tað so, at reiðaríini gjalda eina ávísa millióna upphædd í tilfeingisgjaldi, av tí missir kommunukassin fyrst skattainntøkur frá mann­ingini, ið fær minni hýru, síðani missir komm­unu­ kassin eisini inntøkuna av parta­felagsskatti, har landið frammundan hevur skert henda inntøkumøguleika úr teimum 40% sum var kommunurnar partur, niður í 38% í seinastuni. Hetta er ongastaðni komið fram. Eg vil við hesum siga, at tað virkisfýsni, sum úti um landið hevur lagt lunn­ ar undir bæði privat og almenn arbeiðspláss, hev­ ur við árunum fingið nógv verri fortreytir, og nú til­ feingisgjaldið er vorðið veru­ leiki, veruliga er hótt. Tí er so umráðandi at gera broytingar í hesum, so okkara samfelag fær møguleikan at menna seg við einum sunnum búskapi og hóvligum vøkstri. Ígjøgnum árini hava almennir stovnar sæð dagsins ljós í Klaksvík, flestu teirra grundlagdir av borgarum og virkjum á staðnum. Vit kunnu eitt nú nevna Klaksvíkar Sjúkrahús, Tekniska Skúla, Sjómansskúlan, Húsarhaldsskúla Føroya, Handarbeiðsskúlan og Íverksetarahúsið Kjak Tá mammon trumfar moral Gunvá við Keldu borgarstjóri Vegna ung fyri Miðflokkin Hallur av Rana formaður