mánadagur 6. august 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nýggja testamenti er tann
fornteksturin sum er best
varðveittur! Av grikskum og
rómverskum søgu- og heim
spekiligum handritum eru
tað vanliga nærum 1000 ár
millum upprunahandrit og
kopi. Kopiini eru harnæst fá,
og heilt stórur partur av
tekstinum er uppetin ella
burturblivin, og tað sum er
eftir, er eisini øgiliga spilt av
íløgdum tilfari og tekstfalsan.
Tekstkritikkarar hava her
verið noyddir til at seta inn
stórar nøgdir av teksti sum
teir sjálvir hava skrivað fyri
at skapa ein samanhang.
Hetta kann ikki sigast um
tey nýtestamentligu handrit
ini, har teksturin er heilur,
har vit bæði hava heil handrit
og brot av handritum, sum
ikki vísa nakra stóra falsan,
og har 1000 ára tilgongd bara
hevur økt um tekstin við
tveimum prosentum. Í sam
band við handritini úr forn
øldini sum heild, er slíkt
beinleiðis óhoyrt.
So eitt annað! Serstakliga
Markus 16: 9-20 og Jóhannes
8: 1-11 (kvinnan sum var tikin
í hori) eru dømi um, at tey
fyrstu kristnu kanska hava
lagt tilfar afturat uppruna
tekstinum. Í hvørgum føri er
tó full semja. Men sjálvt um
endin av Markusi varð settur
inn í tekstin tíðliga, so var
teksturin tó ein samandráttur
av munnligu kelduni. Við
øðrum orðum: Hesir versini
eru somuleiðis ein evangeli
umskelda bygd á eygnavitni
og havandi sama søguliga
virði sum Markusar evangeli
ið sjálvt.
Tað tykist ikki at Jóhannes
8: 1-11 hevur verið partur av
upprunaliga tekstinum hjá
Jóhannesi. Men millum tey
fyrstu kristnu tykist keldan
alíkavæl at verða rokna sum
ein evangeliumskelda. Við
øðrum orðum: Sjálvt um
teksturin í tekstkritiskum
ljósi er veikur, er innihaldi
alíkavæl
søguliga
sterkt.
Hetta kemst av, at Jesus
bjargar og verjir eina kvinnu.
Eftir tátíðarhugsan vórðu
kvinnur roknaðar at verða á
nógv lægri støði enn menn
og var ikki víst nøkur náði,
og harnæst var tað hennara
synd, sum bæði av jødum og
rómverjum hevði sína revs
ing uppiborna. Tí er tað
høpisleyst at rokna hend
ingina sum søguliga ósann
líka. Hendan søgan má hava
søguligt virði, tí at hon brýtur
við allan samtíðar hugburð
og mentanarligar normar.
Varðveiðsla av tekstinum!
Vit hava óheft handrit, kopi
era úr ymiskum kristnum
miðstøðum, frá ymiskum
øldum. Samanbera vit hesi
handrit frá 2. og 3. øld, so er
tað týðiligt, at teksturin er
væl varðveittur. Vit síggja
somuleiðis frá skriftunum
hjá kirkjufedrunum frá 2. øld,
at hesir høvdu tekstirnar og
kendu til tekstirnar, soleiðis
sum vit í dag kenna til teir. Tí
eru serfrøðingar samdir um,
at teksturin, sum vit hava í
okkara Bíbliu í dag, er tann
sami teksturin um fyrsta
aldarskiftið. Tað nyttar lítið
hjá kritikkaranum at muta
ímóti her.
Tí velja kritikkarar at
leggja dent á tíðina áðrenn ár
100. Hesir pástanda, at tekst
urin frá ár 100 og aftureftir
til ár 60-70 má hava verið illa
hagreiddur. Alíkavæl er ein
asta argumenti fyri hesum,
at elstu handritini, sum vit
hava um hendur í dag, at
skribentarnir undan hesum
mugu hava duga uppaftur
verri at skriva. Tað eru
alíkavæl fleiri trupulleikar
við hesum pástandinum:
1) Tað er einki tekin um, at
vánaligu skribentarnir í aðru
øld hava broytt tekstin.
2) Tað er einki prógv fyri,
at allir kristnir skribentar í
aðru øld vóru vánaligir.
3) Tað er einki prógv fyri,
at sllir kristnir skribentar úr
fyrsu øld vóru vánaligari enn
teir skribentar, hvørs handrit
vit kunnu lesa úr aðru øld.
Aftur á kós móti einum
sjálvstøðugum Føroyum
Fyri Føroyum skulu føroy
ingar ráða. Hesi orð eiga at
vera so fullkomiliga náttúrlig
fyri okkum sum búgva í
landinum. Hvør vil ikki ráða
yvir sær sjálvum? Men ein
partur av føroyingum, hevur
søguliga ikki tikið undir við
hesum sjónarmiði. Tí er tað
stórhending og eitt nýbrot,
at løgmaður, formaður Sam
bandsfloksins, á Ólavsøku
kunngjørdi, at hann ynskir
at Føroyar gerast sjálvstøðugt
land.
Útmeldingin merkir, at
loksins er hetta týðandi evni
komið aftur á skrá. Fyri
flestu føroyingar, óansæð
politiskan lit, hevur tað verið
ein
oyðimarkargongd,
at
sjálvstýrismál hava verið
mestsum deyð og jarðað
seinastu árini. Tí er tað djarvt
og neyðugt av løgmanni at
siga sum er, at tørvur er á
broytingum í ríkisrættarligu
støðu okkara. Hann hevur
púra rætt í, at vit kunnu ikki
halda fram at stinga høvdið í
sandin og lata sum trupul
leikarnir ikki finnast. Vit
mugu byrja at skifta orð um
og mýkja hetta eksistensiella
mál aftur og royna at finna
eina semju.
At tað er formaðurin í
sambandsflokkinum, ið kem
ur við útsøgnini, hevur tann
fyrimun, at hon noyðir onnur
sambandsfólk út úr holunum.
Og undir umrøðuni av løg
mansrøðuni hevur tað verið
áhugavert at hoyra sam
bandsfólk sjálvi seta orð á,
hvussu langt tey eru sinnaði
at
fara
á
sjálvstýrisleið.
Gleddist um at fleiri teirra
siga seg ynskja sjálvberandi
búskap, støðugt at yvirtaka
fleiri málsøkir og at vit gerast
sjálvstøðugt
land
í
ein
hvørjum
felagsskapi
við
Danmark.
Løgmaður hevur sparkað
eitt tiltrongt kjak í gongd
innanveggja í Sambandinum
um ríkisfelagsskapurin í ver
andi líki eisini er ein hóskandi
skipan framyvir. Við hesum
er tað eydnast at blása lív
aftur í fullveldiskjakið, og
Sambandið hevur yvirhálað
Sjálvstýrisflokkin,
Fólka
flokkin og Miðflokkin við
fleiri bátslongdum. Vit fylgja
spent gongdini og eg velji at
trúgva, at hetta er byrjanin
til eitt nýtt tíðarskeið í før
oyskum sjálvstýrispolitikki.
Har vit megna at finna semju
um okkara framtíðar støðu
millum onnur lond. Semju
um, at fyri at vit skulu fjølg
ast og trívast, er neyðugt at
vit støðugt mennast vinnu
liga, mentanarliga og tjóð
skaparliga. Tá fullveldisstríð
ið var fremsta politiska
raðfesting frá 1998 fluttu fólk
heim í hópatali, tí tey vildu
vera við til at byggja land.
Hesa kenslu kunnu vit fáa
fram í fólk aftur og tá kunnu
vit útinna kraftarverk.
Eftir sigurin hjá teimum
sameindu við El Alamein,
segði Sir Winston Churchil
hesi víðagitnu orð: “This is
not the end. It is not even the
beginning. But it is, perhaps,
the beginning of the end”.
Kanska hetta er byrjanin
til endan á “Danmark forså
vidt angår Færøerne”. Kanska
er tað skjótt ein farin tíð, at
vit brúka meginpartin av
politisku orkuni uppá at
kjakast um fyrimunir og
vansar
við
fullveldi
og
sambandi, alt meðan vit ikki
flyta okkum úr stað. Vóni tað
ikki er fjart úti í framtíðini,
at vit fara at brúka alla
politiska orku til at menna
einar blómandi, sjálvstýrandi
Føroyar. Tí fyri Føroyum
skulu føroyingar sjálvandi
ráða.
Kjak
Bíbliuhandritini
Gunnvør Balle
Bíbliuhandritini
Bergur Nónklett
Vakstrartíðir
á Tvøroyri
Nú, vit bæði, Elsbet,
vórðu boðin til mót
tøkuna á Varðin Pelagic
og hoyrdu ymsu talurnar
á veitsluni, kom eg at
hugsa um, hvussu takk
som vit eiga at vera fyri
tey fólk, sum vilja seta
nakað ígongd og skapa
livilíkindi. Tað ger onki,
at Dunga Jákup, Regin á
Bakka og aðrir fáa nøkur
oyru, tí hesir gera tað
møguligt, at vit kunnu
liva her á landi. Varðin
Pelagic er ein fantastisk
verkætlan
og
ynski
teimum góðan byr!
Fegin borgarstjóri
Kristin Michelsen, borg
arstjóri á Tvøroyri, er
sjálvandi ovurfegin um,
at Varðin Pelagic er kom
ið. Eitt, sum hann kom
inn á í røðuni var, at nú
er so virkið komið, men
at onnur projekt eisini
eru ávegis. Millum hesi
er SALTSILOIN, sum er
ein sera spennandi verk
ætlan. Eg vóni, at tey
duga at síggja møguleik
arnar í eini marknaða
rføring, har nýggja virkið
kann nýta komandi men
tanardepilin í søluni. So
er
konseptið
saman
hangandi, har mentanin
eisini er við. Vakstr
artíðir á Tvøroyri :)
Fríðálvur Jensen