Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam Ein festivalur er ikki bara tað, ið stendur á skránni. Ein festi­val­ur er heildar upplivingin og tað er her, at ársins útgáva av Summar­ festi­vali­num vísir sítt veruliga virði. Festivalurin í Klaksvík er væl fyriskipaður í enda í annan. Fyri­ reik­ar­arnir vístu áræði og neyðuga dirvi longu áðrenn festivalurin byrjaði, tá teir avráddu at flyta kon­ sert­irnar við glóð og Frændur frá Flags­t­jaldinum og út á stóra pallin á Vágsbøi. Ein djørv men skilagóð avgerð, tí sum annar av ummælarum okkara skriv­ar, so var tað »... ivaleyst gott, at hon varð flutt, tí tónleikurin, ið Glóð spælir, hevur brúk fyri ein­ um stórum anleggi og nógvum plás­si, soleiðis at alt ljóðið ikki dettur saman«. Og so kunnu vit bara ímynda okkum hvat fyri anti­ klimaks tað hevði verið, um Fræn­ d­ur hevði spælt innanfyri hvítu tjaldsdúkarnar, meðan Vágsbøur stóð grønur og klárur, himmalin bláur og opin. Hattin av fyri hesari av­gerð­ini! Somuleiðis er tað frískt av fyri­ skipar­unum at skipa soleiðis fyri, at OL-finalan í 1500 metra frí svimjing ætlandi skuldi vísast á Vágsbøi, um Pál kom í finaluna. Eitt gott hug­ skot, sum vísir, at pláss er fyri øll­ um góðum hugskotum á skránni. Tískil var tað næstan tragikomiskt, at Pál ikki megnaði at gera tað, tey flestu høvdu vónað og væntað, og Summarfestivalurin anno 2012 so­ statt heldur ikki slapp undan av­ boðum og avlýsingum. Frálíkar upplivingar Ársins skrá hevur verið vend og viðgjørd av mongum. Annar um­ mælari okkara heldur, at skráin kanska er tann vánaligasta nakran­ tíð. Onnur halda tað vera eitt bragd av fyriskiparunum, at teir hava fing­ið eina heimsstjørnu sum Ron­ an Keating til Føroya. Men uttan mun til hvat sigast kann um sjálva skránna, so vórðu tað nakrar frálíkar upplivingar, sum fleiri av bólkunum borðreiddu við. Tað var hugaligt at síggja glóð spæla sína bara næstu konsert, Swangah Dangah spílaðu seg út og høvdu trummur og mixmaster á pallinum, Tinganest skaptu eina in­ tima og sera hugnaliga løtu í ótrú­ liga ósexutta tjaldinum, einans 11 ára gamla Súsanna Kjærbæk Poul­ sen bergtók á FT pallinum, Kul­ar Røtur vóru so kul, sum bara tey einaferð kunnu vera og so var tað Russ Taff, sum við føroysku tón­ leikar­unum aftrat sær syrgdi fyri eini sannari perlu. Enn hevur Summarfestivalurin als ikki sama tjaldingarmentan sum G!, men kampingvognabýurin er ein fantastiska hugnalig upp­ living. Silvalandið og øll hini til­ boð­ini til børnini gera eisini, at Summar­festivalurin er fyri øll. Aftrat hesum var tað hugaligt at roy­na mongu mattilboðini. Á G! var tað ein og sami útbjóðari av mati, men á Summar­festi­vali­num var pláss fyri fleiri veitar­um – tað var gott! Summarfestivalurin riggaði. Skrá­in var ikki eins spennandi og áður, men teir bólkarnir, sum fram­ førdu, gjørdu í næstan øllum førum sera gott. Tí var eisini talan um ein góðan festival, har góða veðrið eisini gjørdi sítt til, at heildar­upp­ liv­ing­in varð góð. rolant@sosialurin.fo summarfestivalurin 2012 Festivalur av teimum frægu SAMANUMTIKIÐ Nú Føroya størsta tónleikatiltak er av, ber til at staðfesta, at festivalurin var av teimum frægu, hóast skráin kanska ikki stóð mát við tað, fyriskipararnir hava syrgt fyri fyrr Súsanna Kjærbæk Poulsen saman við beiggja sínum, sum spældi undir til fantastisku framførslu hennara, var ein av mongum festivalgestunum á ársins Summarfestivali