mánadagur 6. august 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
summarfestivalurin 2012
Sveinur Dam
Grundað óvanliga góða veðrið,
ið var í Klaksvík hósdagin, valdu
fyrireikarnir at opna Stóra Pallin
í úrtíð. Hetta merkti, at Glóð fekk
heiðurin av at vera fyrsta navnið á
Vágsbø í 2012.
Glóð er nýggja verkætlanin hjá
sangaranum í The Dreams, Hans
Edward Andreassen. Afturat sær
hevur hann fingið dugnaligar
tónleikarar,
ið
eru
kendir
úr
ymiskum samanhangum í føroyska
tónleikalívinum. Edmund í Garði er
guitarleikari, Kristoffer Mørkøre
bassleikari og handan trummurnar
situr Rúni Mouritsen. Saman við
roynda
frontmanninum
Hans
Edwardi, mynda teir ein bólk, sum
á pappírinum átti at verið rættuliga
góður.
Sum sagt, opnaðu teir Stóra
Pallin á Vágsbøi. Konsertin skuldi
annars upprunaliga vera í Flags
tjaldinum, men tað er ivaleyst gott,
at hon varð flutt, tí tónleikurin, ið
Glóð spælir, hevur brúk fyri einum
stórum anleggi og nógvum plássi,
soleiðis at alt ljóðið ikki dettur
saman.
Nógv fólk var møtt upp á
Vágsbøi, serliga tá ein hevur í huga,
at tað var hóskvøld, og var tað
gott, tí ein frontmaður sum Hans
Edward riggar best, tá hann hevur
eina fjøld framman fyri sær.
Framførslan var sum heild góð,
hóast ljóðið var ivasamt í ein fittan
part av konsertini. Tað tóktist
sum ljóðmaðurin var ótryggur við
tónleikin, tí ta einu løtuna hoyrdist
okkurt fram um alt hitt, og næstu
løtuna okkurt annað. Hetta bleiv
tó betri, sum konsertin leið, men
átti ikki at verið ein trupulleiki, tí
bólkurin hevði eina rættuliga langa
ljóðroynd fyrr um kvøldið.
Tónleikurin hjá Glóð er rættuliga
atmosferiskur rokkur, ella poppur,
um man vil. Stórar ljóðflatur, ið
Edmund, sum ein annar Robert
Fripp, stendur fyri, verða blandaðar
við eyðkenda punkuta spælistílin
hjá Hans Edwardi og dynamiska
trummuspælinum hjá Rúna, og
úrslitið er ólíkt tí mesta, man er
vanur at hoyra úr Føroyum. Men
júst stóra ljóðmyndin kann vera
trupul at endurskapa á pallinum,
tí har eru nógv ting, ið skulu fella
í hakk, og kemur slingur í, hoyrist
hetta beinanvegin. Teir megnaðu
tó at halda seg á smala vegnum
gjøgnum alla konsertina, og til tíðir
var tað sum at hoyra eina upptøku,
tí alt var so væl lagt til rættis.
Eisini er vert at nevna, at við
sær á pallinum, høvdu teir tvær
kórgentur.
Hesar
báðar
góvu
veruliga nakað til tónleikin, og
stuðlaðu væl upp undir røddina hjá
Hans Edwardi.
Hóast konsertin var væl spæld,
og ilt er at seta fingur á nakað
tekniskt, má eg viðganga, at til
tíðir mintu sangirnir ov nógv um
hvønn annan. Ikki tí, tað er ikki
ringt í sær sjálvum, men tað kundi
tænt teimum væl, um teir royndu
at variera ljóðmyndina meir, og
kanska fluttu seg eitt sindur meira
yvir í ráari land, tí á tann hátt
høvdu stóru fløturnar staðið meira
defineraðar, og sostatt undirstrika
tað skapanarkraftina, ið hesin
bólkur heilt týðiliga hevur.
post@sosialurin.fo
Góð konsert og minni gott ljóð
UMMÆLI Glóð byrjaði festivalin á stóra pallinum á
Vágsbøi, og tað gjørdu teir við eini góðari framførslu,
sum tó var merkt av minni góðari ljóðgóðsku