mánadagur 6. august 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
summarfestivalurin 2012
Dagfinn Olsen
Lagt var upp til stórt poppbrak
fríggjakvøldið á Summar festi
valinum, tí ovast á breddanum
stóð stóra poppstjørnan Ronan
Keating. Maðurin, sum kom fram
sum oddamaður í Boyzone, og sum
síðani 2000 hevur staðið á egnum
beinum og hevur klárað seg væl á
poppstjørnuhválvinum.
Og beinanvegin hoyrdist, at
ein vælsmurd og vælkoyrandi
poppmaskina var í fer við at koma
ígongd.
Og meðan rútmurnar eggjandi
byrjaðu at pumpa, kom Keating á
pall og syngjandi staðfestingin “I
wanna bealive in love” ljóðaði. Og
greitt var frá byrjan, at her var alt
sum tað átti og at maðurin fremst á
palli hevði framúr góða rødd.
Upplagdur
Ronan Keating var væl upplagdur,
og nýtti allan tann stóra pallin sum
sítt spælipláss, meðan hann sang “If
you love me”, alt meðan tónleikurin
fekk dám av vælljómandi írskum
floytuspæli.
Ronan
Keating
og
hansara
fólk megnaðu at fáa fram sera
góða ljóðgóðsku, bassurin ljóðaði
væl, og var góður botnur undir
vælspælandi poppbólkinum og
ramligu røddini hjá Keating.
Keating vendi sær til stóru
fjøldina, ið fylti nærum hvønn blett
á Vágsbø, og fagnaði áhoyrarunum
og segði seg gleðast um at vitja í
Føroyum, meðan hann kom niður
eftir rampuni á pallinum og longur
fram og nærri fólkamongdini.
Keating kom nú longur fram og
nærri fólkamongdini. Men longu
frá byrjan var púra greitt, at her var
ein sangari, ið við góðari manning
afturat sær, væl og virðiliga rakk út
um pallkantin.
Ronan Keating hevur fløgu á
veg, sum kemur í september, og
festivalgestir fingu at hoyra tilfar
av hesi fløguni, ið hevði írskan dám,
har trummusláttur og vísukendir
tónar blandaðust væl við nýmótans
popptónar.
Hægri eind
Sangurin um New York City sat
júst sum hann skuldi, og Keating
kom nær stílinum, sum vit kenna
Sinatra og slíkar hetjur fyri. Rødd
og ljóð gingu upp í hægri eind.
Keating kom so inn á lívsleið
sína, tíðina við Boyzone og at ein
av vinmonnunum úr bólkinum
ikki er millum okkum longur, og eitt
lag var so á skránni, ið var ognað
hesum vinmanninum.
Úrvæl av góðum sangum komu
síðani, ein fyri og annar eftir, og ein
leyslig meting er, at eini 10.000 fólk
vóru savnað á Vágsbøi og fagnaðu
íranum við stóru røddini.
Fólkið
kravdi
eykalag
og
Keating sveik ikki. Saman við
úrvalsmanningini
spældi
hann
“Life is a Rollercoaster”, so tað stóð
eftir í. Ein virðilig staðfesting av
dygdini og eitt virðilgt endabrak í
allar mátar.
Keating var greitt fegin um
fjøldina, sum hann segði var besta
“syngið-við kór”, ið hann hevði
upplivað.
Og Keating ljóðaði ivaleysur, tá
hann staðfesti: I’m coming back!!
dagfinn@sosialurin.fo
Ronan og
ramliga
røddin
Konsertin á Summar Festivalinum við Ronan Keating
var stóra løtan, sum fólk væntaðu sær eitt sindur av,
og Keating skuffaði ikki, tí vælsmurdur popptónleikur
ljóðaði um Klaksvíkina saman við góðu røddini
Ronan Keating var væl upplagdur á Summar Festivalinum
Best syngið-við fjøld nakrantíð, helt Keating