mánadagur 6. august 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
summarfestivalurin 2012
Ronan Keating prógvaði seg sum
óføran sangara við góðari rødd,
tá hann fór á pall fríggjakvøldið á
ársins Summarfestivali.
Men hinvegin var ikki nógv um
mannin, tá miðlafólk royndu a fáa
orð á hann. Royndin at fáa orð á
mannin, tá hann skrivaði seg inn
á gistingarhús í Havn, eydnaðist
ikki, tí Keating royndi bara at slep
pa sær innar so skjótt og so ósædd
ur sum gjørligt.
Miðlafólk høvdu annars fingið
at vita, at møguleiki var at seta
spurningar fríggjakvøldið, men
eisini komu boð um, at hetta var
ávísar tíð og bert í fáar minuttir,
kanska fimm, og at útvørp, sjón
varp og onnur so máttu býta hetta
millum sín.
Nú er tað so, at ofta eru tað ikki
stjørnurnar sjálvar, sum seta slíkar
treytir, men heldur fólkini, ið taka
sær av teimum. Og soleiðis hevur
helst eisini verið hesaferð, tí seinni
frættist, at Keating var bæði blíður
og fyrikomandi, tá hann eftir
konsertina var eitt sindur millum
fólk aftanfyri pallin, men stóra
fólksliga stjørnan vísti hann seg
ikki at vera á ferðini í Føroyum, so
sum vit onkutíð áður hava sæð, tá
stjørnur vitja, og bliva góð við land
og fólk, og næstan ikki hava hug at
fara avstað aftur.
Men hinvegin var Keating kom
in til Føroya fyri at syngja, ikki
fyri at práta, og hann sang eisini
sum ein eingil, og so er alt annað í
veruleikanum líkamikið.
dagfinn@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen
Tær báðar eru, um nakar, sannir
Keating fjepparar, og hava fylgt
honum síðani 1997. -Vit eru villar
við honum. Tað er ikki ov nógv
sagt, sigar tær báðar, sum hava
upplivað eini 300 konsertir við
Ronan Keating kring alt Europa.
Tær fylgdu honum fyrstu árini í
Boyzone og síðani tá hann royndi
seg á egnum beinum í 2000 til
dagin í dag. -Vit eru væl við hann.
Hann er fittur og fyrikomandi, og
vit kenna eisini tónleikarar hans
ara, og tað hendir, at vit sleppa
við, tá teir taka sær av løttum, siga
tær báðar. Tá tær soleiðis ferðast
nærum allastaðir, har Keating
hevur konsert, so merkir tað, at
tær ikki gera nógv av at ferðast
annars. Soleiðis fáa tær tíð og ráð
at fylgja Keating.
-Vit
hava
sjálvsagt
eisini
nøkur rættiliga liðilig gjaldskort,
skemtast tær báðar.
- Keating er okkara frítíðarítriv,
kann ein siga, og tað er veruliga so,
at sjálvt um vit hava upplivað 300
konsertir við Keating, so er ongin
konsert líka, siga Lynne og Sanina.
Sanina hevur eina heimasíðu fyri
Keating fjepparar. Tær fegnast
báðar um at vera komnar til
Føroya at uppliva Keating og vakra
landið. Og tær fegnaðust um, at
gott veður var í Klaksvík, tí tær
hava frætt, at tað kann lættliga
henda í Føroyum, at veðrið ger seg
galdandi og at konsertir mugu av
lýsast.
dagfinn@sosialurin.fo
Fámæltur sangari
Hava fylgt
Keating síðani 1997
At Ronan Keating vitjaði í Føroyum um vikuskiftið
merkir eisini, at Lynne Sharples úr Onglandi og
týska Sanina Hornig eisini vitja í Føroyum
Keating er okkara frítíðarítriv, siga
Lynna Sharples og Sanina Horning
Mynd: Dagfinn Olsen
Keating royndi bara at
sleppa sær innar so skjótt og
so ósæddur sum gjørligt
Mynd: Dagfinn Olsen