mánadagur 6. august 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
summarfestivalurin 2012
Sveinur Dam
Fólkakæri bólkurin var síðsta
navnið at fara á pall, og teir syrgdu
fyri at tey flestu fólkini, ið vóru
komin saman á Vágsbøi, fóru heim
við eini góðari kenslu, aftaná
at hava sungið við til allar teir
vælkendu sangirnir, ið eftirhondini
mugu hava vunnið sær eina
serstøðu sum mentanararvur í
Føroyum.
Í mun til konsertina á hinum
stóra festivalinum, var bólkurin
fullmannaður í Klaksvík. Tað vil
siga, at bæði Rani og Eyðun Nolsøe
vóru á pallinum, umframt Steintór
Rasmussen. Afturat sær høvdu
teir nokk mest garvaða bólkin
av tónleikarum í landinum í dag,
nevniliga James Olsen, Jóhannus
á Rógvu Joensen og Kim Hansen,
umframt Hans Petur í Brekkunum
á saxofon.
Hvussu
ummælir
man
so
Frændur,
er
spurningurin,
eg
standi eftir við. Bólkurin, ið spældi
undir, er so mikið samanspældur,
og løgini so kend, at tað illa kann
ganga galið. Serliga tá havt verður
í huga, at til flestu løgini standa
fleiri túsund fólk og skrála við alla
tíðina. Hetta ger, at meginpartin av
tíðini kennist tað ikki so nógv sum
ein konsert, men mest av øllum
sum
ein
yvirdimensioneraður
felagssangur við orkestri. Einastu
ferðirnar, tað var nøkurlunda kvirt
millum áhoyrarnar, var tá løg av
nýggjastu útgávuni vórðu spæld.
Um hetta er vegna manglandi
kvaliteti í sangskrivingini, ella bara
tí sangirnir enn eru ov ungir til at
verða fólkaogn, skal vera ósagt,
men sannleikin er, at tey flestu, ið
eru til eina Frændur konsert, eru
har fyri at syngja við og hugna
sær, og ikki so nógv fyri at dyrka
tónleikin, sum streymar út úr
hátalarunum.
Annars spældu Frændur teir
flestu av gomlu slagarunum, eins
og pláss eisini var fyri onkrum
hendinga lagi, ið er útgivið í
navninum hjá Eyðuni ella Steintór.
Samanspælið var sera gott, og Hans
Petur í Brekkunum var í stórformi
á saxofonini. Hetta undirstrikaði
hann, tá hann stjól rampuljósið í
fleiri umførum, m.a. í Sangur til
tína jørð, har hann gekk oman av
pallinum og dansaði við sínum
ljóðføri, framman fyri vælnøgdu
fjøldini.
Sum áður nevnt, er ilt at seta
ein fingur á nakað, tá talan er um
eina so ”trygga” konsert, men eitt,
sum tóktist løgið, var at Steintór
næstan einans var á pallinum,
tá hansara sangir blivu spældir.
Harafturat var hansara mikrofon
plaserað mitt fyri á pallinum, so tá
hann ikki var til staðar, tóktist tað
sum um bólkurin ikki hevði nakað
fokuspunkt. So vildi verið betur at
havt Eyðun í miðjuni, tí hann sang
teir flestu sangirnar, og tóktist sum
tann veruligi frontmaðurin.
post@sosialurin.fo
Felagssangur við Frændur
UMMÆLI Fullmannaðu Frændur høvdu eina sera trygga
framførslu, sum var meiri at rokna sum ein stórur
felagssangur heldur enn eina veruliga konsert
Einastu ferðirnar, tað
var nøkurlunda kvirt
millum áhoyrarnar,
var tá løg av nýggjastu
útgávuni vórðu spæld