Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 summarfestivalurin 2012 Dagfinn Olsen Dynamit høvdu lovað, at á Summar Festi­vali­num skuldi ongin keða seg ta løtuna, ið Dynamit fór á pallin. Og lyftið hildu teir. Teir høvdu eitt stórt og lívligt show, og tey flestu mundu fáa tað, sum tey komu eftir, nevniliga skemt, syngið við løg og so ymiskt, ið bert kundi gera stóru fjøldina bilsna. Ein brakandi orkubumba er kanska beinrakin lýsing av tí, sum Dyna­mit stendur fyri. Hendi nógv Lagt var fyri við sanginum Gev Mær Eina Øl og so hin um hann, sum er bangin fyri konuni. So komu heit­ari rútmur og allan vegin var veitslu­kent huglag og syngið við dám­ur. Sing along fjøldin á Vágsbø slapp at nýta røddina, meðan Dynamit hevði sítt sing along party og með­ an disco kendur tónleikur merkti stór­an part av konsertini. Dynamit eru undirhald og glað­ ar løtur. Tað er í stóran mun góðu løt­ur­nar, vit minnast teir fyri og seta í samband við hendan bólk­in. Og eg haldi meg vita, at limirnir í Dynamit sjálvir vita, hvar teir flóta. Og framførslan um viuskiftið prógv­aði eisini, at talan er á ongan hátt um eina søkkandi skútu. Bólk­ ur­in hevur nógv ár á baki, men leikandi lætta lyndið ger, at bólk­ urin sum ongin annar er við, tá før­ oy­ing­ar savnast og syngja, rópa ella skrála sangir, sum øll duga, og sum svin­ga leikandi lætt. Fríggjaði á palli Allir teir góðu og kendu sangirnir komu fram í ljósið á Vágsbø. Men knapliga komu tveir gesta sang­ar­ar; Tóra Knudsen og Jógvan á Høvda­ num, yngri. Á, lat meg vera, sungu tey bæði. Men so hendi tað. Tann and­lits­ málaði Jógvan á Høvdanum takk­ aði fyri møguleikan at koma á pallin og síðani gjørdi hann øll bilsin. Hann vendi sær til ein persón í stóru fjøldini, nevniliga til unnustu sína, og hon kom á pall, og Jógvan spurdi so; VILT TÙ GIFTA TEG VIÐ MÆR? Og Vónbjørg játtaði og Jógvan á Høvda­num hevur, sum tann fyrsti og einasti, fríggjað á pallinum á Summ­ar Festivalinum. Djarvi biðilin fór av palli við kom­andi konu síni, og Dynamit show­ið koyrdi víðari við fullari ferð. Fyrsti sangurin hjá Dynamit - um kalda og váta drongin, ljóðaði. Sangurin hjá Jens Aksel Heldar­ skarð um Tom var so á skránni, inn­an eitt lagatyssi við kendum sang­um hjá Dynamit ljóðaði. Mike Sjúrður Skaale, frásøgumaður, kom so á pall ílatin glitrutan og litríkan kjóla og skemtaði við, at her vóru sam­kynd fyri vanbýti og at her mátti henda okkurt. Og so kom Mike á pall og sang um vælkenda frensin hjá Óla, sum er gay. Hetta var heilt víst ein minni­lig løta, ið riggaði væl. Niclas Heri staðfesti, at teir í Dyna­mit vóru sera fegnir um at hava møguleikan at koma á pall á Summar Festivalinum, og tað kend­ ist eisini so. Grøv nummar 13 og Hippy Hippy Shake vóru so á skránni, og guit­ar­ leikararnir Erik og Mikkjal sluppu at spæla solo og rocka. Dynamitt stóðu fyri einum veru­lig­um braki og alt var júst tað skuldi: lív í og øll kendu hittini. Vit sluppu att syngja La La La, og Na Na Na. Jú, teir hava funnið sína hill og tað er avgjørt hillin, ið ofta verður leit­að aftur til, tá glaðar løtur eru á skránni. Brakandi Dynamit Dynamit settu aftur hesaferð dám á Summar Festivalin. Og teir í Dynamit eru ikki keðiligir, tað vita vit, og vit fingu tað so dyggiliga staðfest í Klaksvík, tá Dynamit høvdu sítt show, ið bjóðaði fríggj á palli og frásøgumann, sum ílatin glitrutan og litríkan kjóla, vildi tosa sak teirra samkyndu og so Mike, ið sang um frensin hjá Óla Niclas Heri á odda fyri Dynamit Ingi Isaksen er óivað eitt slag av tónleika oddamanni í Dynamit Mike sang um frensin hjá Óla