mánadagur 6. august 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
summarfestivalurin 2012
Rannvá G. Fossaberg
Tað vóru mong, ið gjørdust heldur
bilsin, tá konsertin hjá Dynamit
á Summar Festivalinum brádliga
bleiv steðgað, tí ein maður tók
mikrofonina og rópti unnustu sína
upp á pallin. Maðurin var Jógvan á
Høvdanum, og kvinnan, sum held
ur ovfarin trein upp á pallin, var
Annbjørg S. Abrahamsen.
- Tá eg stóð á pallinum, hugsaði
eg bara, at nú mátti eg ikki fara at
gráta framman fyri 10.000 fólkum,
sigur Annbjørg S. Abrahamsen, sum
saman við Jógvani á Høvdanum
fekk ein helt serligan Summar
Festival.
Skuldi vera óvanligt
Jógvan á Høvdanum vildi fríggja til
unnustuna á ein hátt, tey ongantíð
skuldu gloyma, og tí valdi hann at
gera tað undir framførsluni hjá
Dynamit.
- Eg hevði ongantíð hugsað, at eg
endiliga skuldi fríggja til Annbjørg
á Summar Festivalinum, men nú
tá eg allíkavæl skuldi á pallin, helt
eg, at tað fór at verða tað perfekta
høvið at biðja hana um at giftast
við mær, sigur Jógvan á Høvdanum.
Fyri nøkrum vikum síðani skipaði
Føroya Tele fyri einari kapping,
har vinningurin var at sleppa at
framføra saman við bólkinum
Dynamit á Stóra Palli á Vágsbøi.
Jógvan á Høvdanum luttók í kapp
ingini, tí hann var als ikki í iva um,
at hetta skuldi verða løtan, hann
skuldi fríggja til unnustuna. Jóg
van á Høvdanum var so heppin
at gerast ein av teimum trimum
vinnarunum, sum skuldu upp á
pallin saman við Dynamit.
- Eg havi altíð vitað, at løtan, tá
eg skuldi fríggja til Annbjørg, skul
di vera heilt serlig og gjarna eitt
sindur óvanlig, og hvat er meira
serligt enn at fríggja til unnustuna
framman fyri eini 10.000 fólkum,
greiðir Jógvan á Høvdanum frá.
Hann og Annbjørg S. Abrahamsen
hava verið par síðani oktober í fjør
og búgva saman í Kunoy.
- Eg var rættiliga vísur í, at hon
fór at siga ja, annars hevði eg nokk
ikki gjørt tað.
Fríggjaði framman
fyri 10.000 fólkum
- Eg vildi gera tað upp á mín heilt egna máta, og eg haldi ikki, at tað kann gerast nógv størri enn hetta. Soleiðis
sigur 32 ára gamli Jógvan á Høvdanum, sum fríggjaði til unnustuna á Stóra Palli á Summar Festivalinum
- Eg havi altíð vitað, at
løtan, tá eg skuldi fríggja
til Annbjørg, skuldi vera
heilt serlig og gjarna
eitt sindur óvanlig