mánadagur 6. august 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
summarfestivalurin 2012
Málaður sum Kiss
Jógvan á Høvdanum vildi gera
nógv burturúr, og tí hevði hann eitt
nú málað seg á andlitið júst eins og
sangararnir í rokkbólkinum Kiss.
- Nakað áðrenn eg skuldi á pall
in, málaði eg andlitið, og tað var fyri
at gera eitt ordans show. Harafturat
eri eg eisini kendur fyri at tekna, og
tí var hetta eisini ein máti at pro
movera meg sjálvan, greiðir Jógvan
á Høvdanum frá. Við sær á pallin
hevði hann eitt stórt skelti við
áskriftini “Vilt tú giftast við mær”.
- Eg var øgiliga nervøsur alt
kvøldið, og hugsaði alt møguligt.
Hóast eg roknaði við, at alt fór at
ganga eftir ætlan, og Annbjørg fór
at siga ja, so hugsaði eg eisini, at
um hon nú av eini ella aðrari or
søk segði nei, so fór tað at verða
eitt øgiligt sjokk, sigur Jógvan á
Høvdanum, sum hevði syrgt fyri, at
unnustan stóð heilt uppi við pallin,
meðan konsertin hjá Dynamit var.
- Eg segði bara við hana, at eg
var nokkso nervøsur, um at skula
syngja ein sang saman við Dyna
mit, og tí vildi eg hava, at hon stóð
fremst til konsertina.
Visti av ongum
Annbjørg S. Abrahamsen visti als
einki um fríggjaríið, tá hon fór
oman á Vásbø fríggjakvøldið og
stillaði seg beint framman fyri pall
in fyri at stuðla Jógvani.
- Hann hevði fleiri ferðir sagt við
meg, hvussu umráðandi tað var, at
eg stóð fremst, og tí var tað eisini
tað, eg fyrst og fremst hugsaði um,
tá eg fór til konsertina hjá Dynamit,
sigur Annbjørg S. Abrahamsen,
sum gjørdist ikki sørt bilsin, tá hon
brádliga bleiv biðin um at koma
upp á pallin.
- Eg bleiv rættiliga kløkk, tí eg
visti veruliga einki um ætlanina
hjá Jógvani, sigur Annbjørg S. Abra
hamsen, sum als ikki var í iva um,
hvat hon skuldi svara, tá Jógvan las
upp tað, sum stóð skrivað á skelti
num.
- Sjálvandi segði eg beinanvegin
ja, men eg má viðganga, at eg
stríddist við ikki at gráta, tí tað
var so ótrúliga romantiskt, fitt og
ikki minst eitt stórt yvirraskilsi,
sigur Annbjørg S. Abrahamsen. At
Jógvan á Høvdanum valdi at fríggja
til hana framman fyri 10.000 festi
valgestum, heldur hon bara vera
stuttligt.
- Tað er akkurát Jógvan, at gera
tað upp á handan mátan, so á tann
hátt yvirraskar tað meg ikki, at hann
valdi ein heldur óvanligan máta at
fríggja til mín. Tað var surrealistisk
og so fantastiskt, at eg hevði als ikki
brúk fyri meira festivali aftaná.
Eingin hoyrdi svarið
Tá Annbjørg S. Abrahamsen hevði
givið Jógvani á Høvdanum sítt ja,
og fóru út millum allar festivalgest
irnar, var tað ein spurningur, sum
øll vildu hava svaraðan.
- Ein stórur partur av áskoðar
unum høvdu ikki hoyrt, hvat eg
svaraði Jógvani, av tí at eg ikki
hevði mikrofon, og tí spurdu tey
øgiligt, um eg hevði svarað honum
ja, greiðir Annbjørg S. Abrahamsen
frá. Jógvan á Høvdanum var sum
vera mann glaður og ikki sørt errin,
tá tey bæði gingu á festivaløkinum
sum nýforlovað.
- Eg haldi, eg kann siga, at min
uttirnir uppi á pallinum saman við
Annbjørg, er størsta løtan í lívinum.
Eg var ótrúliga lættaður, tá tað var
yvirstaðið, og vit bæði kundu spáka
millum festivalgestirnar, sum allir
ynsktu okkum tillukku, sigur Jógv
an á Høvdanum. Hóast tey ikki
hava havt ítøkiligar ætlanir um at
giftast, so hava tey nakrar ferðir
leystliga prátað um tað.
- Vit hava bæði hugsað, at tað
verður nokk einaferð, at vit skulu
giftast, men meir enn tað, hevur
tað ikki verið. Men nú kunnu vit
so av álvara fara at planleggja eitt
brúdleyp, sigur ein ovurfegin Ann
bjørg S. Abrahamsen, og komandi
maður hennara leggur afturat:
- Vit hava ikki funnið ein endalig
an dato enn, men vit ætla, at brúd
leypið skal verða, áðrenn eitt ár er
liðið.