Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 summarfestivalurin 2012 Niels Uni Dam Vágasound og føroysk presisheit hoyra ikki saman, hetta mátti eg stað­festa, tá eg eftir trupulleikar við at tjekka inn, sum fjølmiðlafólk á ársins Summarfestival, kom á kon­sert við Tinganest ein minutt, áðr­enn konsertin skuldi fara í gongd. Tí longu á veg niðan móti tjaldi­num hoyrdi eg eyðkendu tón­ ar­nar av Tinganest. Eg fekk tó um endan á lagnum, tá eg kom inn í rættiliga tómliga tjaldið klokkan 17.29. Rungandi bassur Ivaleyst átti tíðspunktið og ráliga veðr­ið sín leiklut í, at ikki fleiri komu á konsertina. Men vit, sum vóru har, fingu eina deiliga løtu við syngið við lagaskattinum hjá Tinga­nest. Eina løtu, ið tó var merkt av, at tað rungaði dekan ov illa av bassinum í tómliga tjalddúkinum á Flags­tjaldinum. Tinganest og Villmenn Tinganest anno 2012 er ein samanrenning millum bólkarnar Tinga­nest við teimum báðum Mag­nus á Stongum og Jóan Jakku Guttesen og Villmenn við Hol­gar Jakobsen og Finnur Joen Jacob­ sen. Ein samanrenning, ið veru­ liga tykist fullkomin. Teir klæða hvørj­um øðrum. Serliga tær tríggj­ar røddirnar hjá Magnus, Jóan Jakku og Holgar, ið allar eru so øgiliga ósannlíkar sangrøddir, við nógvum karakteri, ið saman við Finni skiftast um at syngja kór hjá hvørjum øðrum. Hetta er uppskriftin til konsentrerað vága­ sound. Syngið við Tað var tónleikurin, ið var í fokus, lag aftan á lag spældu teir, uttan at siga eitt orð við áskoðarnar. Inntil Vága­gellan var á skránni, og Mag­ nus á vanligan undirspældan hátt segði: "Nú kemur Vágagellan, nú fara tit at syngja við", og vit brølaðu við. Meðan Magnus og Jóan Jakku standa so stillir á pallinum, at Oasis virkar vilt, so var eitt øgilgt lív á Vil­ monnu­num, Finni vælspælandi við stór­um smíli handan trummurnar og Holger á elgittara. Teir ljóða veruliga væl saman, hetta er ikki fínt í kantunum, men fult av inni­ lig­heit. Hitt aftan á hitt var spælt og vit sungu við, væl hjálpt av einum rið­ili av vágagellum, ið stóðu arm í arm fremst við og sungu hvørt orð: "Skeivur sum ein hani...", "Tú vart mín dreymur, bjørt sum eitt jólaljós...", Babbar mugu ikki for­ stýrast...", "Hon er her í kvøld..." og aðrar ógloymandi reglur. Eitt sindur av hinum Móti endanum av framførsluni sluppu vit eisini at hoyra eitt sindur av tí, ið limirnir hava gjørt í øðrum sama­n­hangum, sosum "1001 nátt", sum Vágaverk hjá Jóan Jakku eigur og "Ongan veg" hjá Holgari. Løg, sum í hesum sambandi ljóðaði sum Tinga­nest, og bestemt ikki gjørdu fram­førsluna verri. Bólkurin slapp ikki av pallinum, fyrr enn eykalagið "Annan sang" var sungið, væl stuðlað av væl upp­ løgd­um áskoðarum. Meðan eg gekk oman móti Vágsbøi, kundi eg illa ann­að enn hugsað, um hvussu væl hetta hevði havt riggað á Stóra Palli um miðnáttarleitið, tá Vágsbøur er full­ur av fólki. Vágasound til tey fáu og væluppløgdu Ummæli Tinganest spældi eina inniliga og hugnaliga konsert fyri einum heldur tómligum Flagstjaldi, men lagið var øgiliga gott, millum væluppløgdu áskoðararnar Hitt aftan á hitt var spælt og vit sungu við, væl hjálpt av einum rið­ili av vágagellum, ið stóðu arm í arm fremst við og sungu hvørt orð