mánadagur 6. august 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
summarfestivalurin 2012 fríggjadag
summarfestivalurin 2012
Niels Uni Dam
Tónleikurin hjá Swangah Dangah
er í stóran mun heldur monotonur.
Her er ikki tann stóri dynamikkurin
og løgini verða borin av søgunum,
ið teir fortelja við sínum tekstum.
Tí Swangah Dangah hava eina
styrki framum allar aðrar, og
tað er teirra livandi málbrúk. Eg
meti fløguna Belials Synir, sum
eitt tað mest áhugaverda íkastið
til føroyskan skaldskap seinastu
nógvu árini. Teirra rím sita væl og
gerandisliga málið blandað við út
lendskum lániorðum, fúlheitum
og ófantaligum, hevur skapt ein
skaldssligan alheim, ið er heilt egin
í føroyskum høpi.
Men hoyrdi ikki orðini
Tí var tað ófatiliga keðiligt, at man
í flestu løgunum, ikki hoyrdi hvat
teir rappaðu, eitt bland av ringari
artikulering og ófyrigevandi telt
dúkurin í FLAGS-Tjaldinum køvdi
orðini, og í summum løgum vóru
bert hendinga orð skillig. Her var
serliga tann eini rapparin Steen,
tann stóri syndarin. Fyri teir fjepp
arar, ið kenna allar tekstirnar var
ivaleyst lættari at hoyra, og tað
kókaði tí eisini framman fyri pallin
alla konsertina. Men tað kravdi
ikki meira enn at hyggja meg um,
og síggja tey eitt sindur líkasælu
andlitsbráini rundan um meg, og
hvussu fólk sussaðu sína millum,
fyri at skilja, at tað ikki bert var eg
sjálvur, ið ikki heilt fekk fylgt við.
Tað gjørdist skjótt eitt sindur for
monotont uttan tekstin. Eg byrjaði
so smátt at keða meg. Hetta broytt
ist tó, tá tey meira kendu løgini
vóru spæld, til dømis Gentan er
farlig og Frá bygd til bý. Tá fangaðu
teir alla fjøldina, og eisini eg fekk
verið við.
Ordiligan trummara
Á konsertini stillaðu Swangah
Dangah upp sum ein kvartett um
framt rappararnar Ragnar David
sen og Steen Rói Lorenzen var
mixmaster Urbanus Olsen og live
trummuleikarin
Eyðun
Müller
Thomsen við. At hava trummu
leikara við var frískligt, og gjørdi
konsertupplivingina betur bæði
visuelt, og við at ljóðmyndin
gjørdist meira livandi.
Áhugavert samstarv
Urbanus er evnaríkur tónleikari og
samstarvið við Swangah Dangah
tykist sera spennandi. Tað var ser
liga týðiligt í allar seinasta lagnum á
konsertini, Apocalypse, ið Urbanus
hevur gjørt. Tónlistarliga er hetta
lagið nógv tað mest áhugaverda hjá
bólkinum, og tað er ikki óhugsandi,
at hetta er ein leið, ið bólkurin skul
di hildi fram á.
Vit kenna tílíkar rappbólkar í
londunum kring okkum, men hetta
er fyrsti bólkur av sínum slag í
føroyskum høpi. Við teimum gáv
um, ið teir hava bæði sum tekst
høvundar og við sterkari hjáveru
á pallinum er Swangah Dangah
ein sera spennandi bólkur at fylgja
framyvir.
Eitt hjartasuff
Alla konsertina vóru tveir mynda
menn á pallinum við Swangah
Dangah, um teir vóru bidnir av
bólkinum til endamálið, ella um
teir starvaðust fyri onkran annan
veit eg ikki. Men teir gingu so nógv
fyri á pallinum, at teir beinleiðis
órógvaðu framførsluna fyri okkum
áskoðarar. Ein teirra hevði enntá
fingið tað idiotiska hugskotið at
lata seg í eina reyða topphúgvu, ið
skrálaði hygg at mær, fullkomiliga
óprofessionelt, og órógvandi fyri
framførsluna. Myndamenn eiga
ongantíð at órógva upplivingina
hjá gjaldandi gestum.
Tað kundi verið betur
Ummæli Swangah Dangah spældu eina
konsert, ið kundi havt verið ordiliga góð,
og sum fyri teir mest dedikeraðu Swangah
Dangah fjeppararnar ivaleyst var tað. Men
fyri okkum, ið bert kenna einkult løg,
kendist tað sum at hyggja eftir einum filmi
á einum máli, ið mann næstan ikki skilur
Við teimum gávum, ið teir
hava bæði sum tekst
høvundar og við sterkari
hjáveru á pallinum er
Swangah Dangah ein
sera spennandi bólkur
at fylgja framyvir