mánadagur 6. august 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
summarfestivalurin 2012
Niels Uni Dam
Høvuðsnavnið á Føroya størsta
palli leygarkvøldið á Summarfesti
valinum vóru donsku TV2. Hóast
teir ikki savnaðu eins nógv fólk,
sum Ronan Keating og Dynamit
gjørdu kvøldið fyri, so var heilt
nógv fólk savnað á Vágsbøi.
Bíðaðu eftir hittum
TV2 hevur eitt ótal av útgávum
aftan fyri seg, men konsertin
leygarkvøldið vísti greitt, at nógv
av av hesum løgum, ikki hava vunn
ið sær eitt pláss, sum syngið við
slagarar millum breiða føroyska
áskoðaraskaran.
TV2 hava ikki sama pláss, sum
eitt nú Shu-bi-dua, Frændur og
Dynamitt, og hóast konsertin var
fín, væl spæld og vøkur á at líta, so
hevði man kensluna av, at fólk fyri
tað mesta stóðu og bíðaðu eftir hitt
um, ið tey kundu syngja við til.
Hetta var ein tílík konsert, men
eg mátti eisini staðfesta, at tað vóru
dekan ov nógv løg, ið ikki komu í
hittpottin.
Serliga var ein løta, ið nærum
gjørdist pínlig, tá bólkur og Steffen
Brandt steðgaðu, so fjøldin skuldi
syngja: "Be babalula", men eingin
sang við. Steffen Brandt var tó
somikið royndur, at hann kláraði at
lofta støðuni og sang sjálvur linju
na eftir eitt lítið break.
Rungaði uppá mánan
Men tað var stórt at standa og
syngja við til "Rigtige mænd", "Vil
du danse med mig", "Lanternen",
"Kys bruden" og so risahittið yvir
øll "De første kærester på månen",
ið var eykalag. Tá kókaði allur Vágs
bøur og góða lagið rungaði heilt
uppá mánan.
Veik rødd
TV2 spæla væl og høvdu teir við
sær tvær vælsyngjandi kórgentur,
men
høvuðsmaðurin
Steffen
Brandt sjálvur, hevði ikki eina
serliga góða framførslu. Røddin
virkaði veik og hóast kórgentur og
ljómborðsleikarin royndu at fylla
út, so var hetta við at gera, at kon-
sertin ikki var frálík, men bara góð.
Serliga týðiligt gjørdust vokalu
avbjóðingarnar hjá Steffen Brandt,
tá
gestasongkvinnan
Camille
Jones kom á pallin og sang "En per
fekt verden", ið hon hevur gjørt
yvir gamla TV2 lagið, "Vi skaber
en perfekt verden". At hoyra hesa
góðu songkvinnu saman við væl-
spælandi bólkinum var frálíkt, og
man vildi faktiskt heldur hoyra
meira av henni.
So vakurt
Eitt av hæddarpunktunum var
tó ein onnur duett, tá ein av
kórgentunum og Steffen Brandt
spældu eina sera vakra minimalist
iska útgávu av "Alt hvad hun ville
var at danse". Við bara elgittara,
kassagittara og sangi var sangurin
borin fram so vakurt, so vakurt.
Samanumtikið var hetta ein
fín konsert, ið tó ikki fer at teljast
millum tær mest minniligu á stóra
bønum frammanfyri Føroya størsta
pall.
De første
kærester i
Klaksvig
Ummæli TV2 megnaðu at fáa Vágsbø uppá kók, tá risahittið
"De første kærester på månen" rungaði um alla Klaksvík,
og var hetta hæddarpunktið á einari fínari framførslu