mánadagur 6. august 2012síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
summarfestivalurin 2012
Niels Uni Dam
Russ Taff var stóra kristiliga navnið
á ársins Summarfestivalskrá. Eins
og undanfarin ár hevði Summar
festivalurin eitt sindur av lovsangi
á festivalskránni, og við fløguni
Faroe Islands í skjáttuni, var neyv
an nakar ivi um, at Russ Taff var
mest upplagda boðið.
Næstan føroyingur
Russ Taff hevur seinastu árini ver
ið so nógv í Føroyum, at man næst
an ikki longur sær hann, sum eitt
útlendskt tónleikanavn. Og við
einum bólki, mannaðum av ikki
færri enn 12 føroyingum, og ein
ari útgávu skrivaða og gjørda av
føroyingum í Føroyum, er Russ Taff
kanska enntá meira at rokna sum
føroyingur í hesum høpi. Russ Taff
legði heldur ikki skjól á, hvussu væl
honum dámar í Føroyum:
- Tit er undurfull fólk her í Før
oyum, eg fari kanska at flyta higar!,
segði hann við mannfjøldina á
Vágsbøi, og at døma eftir lógva
brestunum verður hann vælkomin.
Mannfjøldin var annars ikki av
teimum heilt stóru frammanfyri
pallin, ivaleyst spældi ráa veðrið
og mjørkin sín leiklut í, at tað
mest vóru Russ Taff fjepparar og
lovsongsfjepparar, ið leitaðu sær á
konsertina. Bakandi sól hevði iva
leyst lokka fleiri oman á konsert
ina.
Ógvislig ljóðmynd
Sum sagt vóru ikki færri enn 12
tónleikarar og sangarar við í bólki
num. Jón Svein Heinesen og Divaz
tóku sær av kórinum, meðan Kim og
Finnur Hansen spældu tangentar,
blásarar vóru Ólavur Olsen og
Hans Petur í Brekkunum, Hans
Poulsen spældi gittar, Óli Poulsen
spældi bass og gittar, Kristoffur
Mørkøre spældi slagverk, bass og
gittar, Jákup Zachariassen spældi
steelgittar og Jósvá Debess spældi
trummur. Samanlagt ein ljóðmynd,
ið var ógvislig og pompøs og øll
tóktust at spæla sín leiklut væl.
Hetta hóskaði væl sum grundvøllur
til Russ Taff, tí maðurin hevur veru
liga eina stóra rødd. Hann syngur
so sannførandi, at tú trýrt hvørjum
orði, og fyri ein lovsangara er hetta
ein frálíkur eginleiki.
Fín løg
Til dømis í vakra lagnum I Cry, var
tað ein sonn frægd at hoyra hann
syngja sín boðskap út til síni sam
sintu, ið hjartaliga sungu við, og
okkum, sum bara vóru komin fram
við at hoyra tónleik.
Fleiri løg av "Faroe Islands" út
gávuni vóru á skránni. Her havi eg
hug til at nevna lagið "Heaven", ið
Óli Poulsen og Jákup Zachariassen
hava skrivað, hetta er eitt fínt lag.
Kórrøddirnar eru eitt sindur klisjé
kendar, men tað er ikki óvanligt í
gospelhøpi.
Rock´n´Roll gospel
Besta løtan var tó, tá Russ Taff sang
sína útgávu av gamla gospelsangi
num, "Aint´ No Grave Gonna Hold
This Body Down". Hetta lagið, ið
hann plagdi at hoyra í kirkjuni sum
smádrongur, varð servera sum eitt
slag av Rock n´Roll Gospel, pump
andi og við einum feitum nærum
ágangandi stemningi.
Konsertin var tónlistarliga frá
lík, og hóast fjøldin ikki var tann
størsta, so rørdi Russ Taff tey flestu
av okkum.
Russ Taff rørdi við
hjørtu á Vágsbøi
Ummæli Tað var ein hjartanemandi og vøkur
konsert, ið amerikanski gospelsangarin Russ
Taff helt á Vágsbøi leygardag seinnapart
Rustaff hevði ikki færri
enn 12 tónleikarar og
sangarar við í bólkinum