mánadagur 6. august 2012síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
summarfestivalurin 2012
Niels Uni Dam
Hóast
Fate
varð
stovnaður
í
1984, hevur bólkurin ongantíð
áður vitjað í Føroyum. Men nú
oddamaðurin er føroyingur, hevði
Summarfestivalurin biðið bólkin
koma hendan vegin.
Nokkso fitt av fólki var komið
saman í Flagstjaldið, og vaksandi
mannamúgvan slapp at uppliva
klassiskan harðan rokk, sum man
spældi hann í 80'unum, av einum
bólki, ið hevur skrivað tónleik
líka síðan í 80'unum. Men mest
av øllum upplivdu vit ein hart
rokkandi bólk, við dugnaligum
tónleikarum, stórari spæligleði og
einum knasandi góðum sangara.
Frálíkur sangari
Dagfinn Joensen hevur arbeitt
miðvíst við sangi seinastu árini,
og tað hoyrist aftur, røddin er
fyldigari, kraftigari enn hon var
áður og sjálvt á høgu tónunum sang
hann púra reint. Tað var ein frægd
at hoyra ein so góðan sangara, tí
tónleikurin hjá Fate krevur nógv av
sangaranum. Fate er upprunaliga
sprottin
úr
danska
bólkinum
Mercyful Fate, og tað var ikki frítt,
at sangurin hjá Dagfinn í støðum
leiddi tankarnar til Mercyful Fate
oddamannin King Diamond.
Original gubben
Bassleikarin Peter Steincke er
einasti uppruna limurin, ið er eftir
í Fate. Tær nýtist ikki at hyggja
leingið at honum, fyri at skilja hví
hann er hildin fram við bólkinum,
hóast nógvar broytingar hava
verið yvir árini. Maðurin osar av
spæligleði, meðan hann hálvrennur
kring pallin við sínum bassi og
langa ívna gráa hári. Dagfinn
greiddi okkum frá, at sviar rópa
Steincke fyri Original gubben.
Tíðarlummin hjá Fate
Tónleikurin hjá Fate var annars
domineraður av høgu sangrøddini
hjá Dagfinn og fresandi gittarinum,
ið Torben Evenvoldsen spælir so
sannførandi. Hetta var akkurát
fyri, og hóast tað tykist, sum Fate
hava livað í einum tíðarlumma
seinastu 25 árini, so er hetta ein
gjøgnumførdur
tíðarlummi.
Tí
Dagfinn og hinir fingu gott tak í
okkum, og rokkaðu FLAGS- tjaldið.
Nýtt og gott gamalt
Henda Fate manningin hevur herfyri
givið fløguna Ghost From The Past
út, og skráin var sett saman av løgum
av henni og hinum fimm útgávu
num, ið Fate hevur latið úr hondum.
Vit upplivdu klassisk Fate løg, sum
Lovers og I Can't Stand Losing
You og milt sagt undarliga lagið
Beneath Da' Coconuts. Men bestu
móttøkuna fingu tó løgini av nýggju
Fate útgávuni, har serliga "Children
of the Night", ið hevur verið nógv at
hoyra í útvarpi seinastu tíðina, fall í
góða jørð. Hóast lagið ivaleyst kann
kappast um heiðurin, sum mest
klisjefylta tónleikaverk nakrantíð,
so riggaði tað í hesum sambandinum.
Eisini lagið Daddy's Girl, av nýggju
fløguni sat øgiliga væl.
Samanumtikið var konsertin ein
ferð inn í tíðarlumman, har Fate býr
og livur, og henda ferðin var fínasta
slag.
post@sosialurin.fo
Aftur í 80'ini við Fate
Ummæli Eager2Please sangarin Dagfinn Joensen kom á Summarfestivalin
við sínum danska bólki harða rokkbólkinum Fate
Tað var ein frægd at hoyra ein so góðan sangara, tí tónleikurin hjá Fate krevur nógv av sangaranum