mánadagur 6. august 2012síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Effo deildin
Pætur Albinus
Tað varð undan dystinum sett
spurnartekin við, um dysturin yvir
høvur skuldi spælast í Sarpugerði,
eftir at eldsbrunin í GÍ-húsinum
fekk ábyrgdarfólkini at taka eina
avgerð stutt undan um, at dysturin
hóast alt skuldi leikast har.
Víkingur var framvegis uttan
leikbannaða
liðskiparan,
Atla
Gregersen, meðan TB var illa skert
vegna leikbann til lyklaleikararnar
Dimitrije Jankovic, Bojan Timic og
Gilla Sørensen. Hetta lat upp fyri
møguleikanum at geva Hans Fróða
Hansen comeback í TB-miðverjuni
eftir níggju ára fráveru frá bestu
føroysku deildini, men soleiðis varð
ikki. Hann var á síðulinjuni í vanliga
arbeiðnum sum hjálparvenjari.
TB vardi væl
Tað var alt fyri eitt Víkingur, sum
tó tók sær ábyrgdina av at stýra
dystinum. Teir høvdu gott tak á
miðvøllinum og dugdu væl at spæla
seg fram eftir, men síðani gekk tað
heldur ikki longri enn til árakað
brotsteigarmarkið, har teir møtti
einum verjukendum TB-liði, sum
ruddaði innlegg og aðrar hóttanir
burtur av vandalið.
Tað var eyðsæð, at TB hevði sett
sær fyri at halda málið reint so
leingi sum tilber og síðani dúva upp
á at alt kundi henda.
Fyrri hálvleikur endaði mál
leysur 0-0.
Hanus avgjørdi
Í seinna hálvleiki var gongdin nak
að hin sama. Víkingur royndi at
trýsta, meðan tvøramenn bardust
sum úlvur á skóg fyri at verja fyri.
Tá ið seinni hálvleikur var hálv
runnin helt ikki longur og Víkingur
legði seg á odda. Sølvi Vatnhamar
rak við bóltinum og legði bóltin
innfyri, og hóast bólturin lá nak
að aftarliga, so fekk Fritleif í
Lambanum stútað bóltin inn fyri
aftur, har Hanus Jacobsen var
klárur við høvdinum og stútaði
Víking á odda 1-0, sum eisini gjørd
ist endaliga úrslitið.
Tey trý stigini komu sera væl
við hjá Víkingi, sum við sigrinum
nú heldur fast um eitt triðja pláss,
sum teir eiga saman við ÍF. Hetta
eru bara tvey stig upp til oddaliðið
EB/Streym.
Við tapinum misti TB møgu
leikan fyri at lyfta seg upp um
niðurflytingarstrikuna, men teir
kunnu tó fegnast um at NSÍ og B68
taptu sínar dystir, soleiðis at tey lið
ini bara eru ávikavist tvey og eitt
stig frammanfyri teir.
albinus@sosialurin.fo
Heri Simonsen
Pílurin peikar veruliga rættan veg
hjá ÍF, sum nú hevur vunnið fýra
dystir á rað, og eru fuglfirðingar
nú bert tvey stig frá oddinum.
Sunnudagin var tað so NSÍ, sum
stóð fyri skotum, tá ÍF vitjaði við
Løkin í Runavík.
Fyrstu minuttirnar gekk eitt
sindur aftur og fram. ÍF lá framvið,
og fekk nøkur innlegg, sum ikki
gjørdust heilt vandamikil, meðan
NSÍ hevði nakrar naskar royndir
á málið. Júst sum heimaliðið
royndi at seta seg á dystin fekk ÍF
mál. Danski Thomas Asmussen
stýrdi eitt innlegg hegnisliga í
netið við einum góðum stútara,
og nú ressaðist útiliðið. Tá vóru 21
minuttir farnir av fyrra hálvleiki.
Eitt lítið korter seinni kom ÍF
uppá 2-0, tá Jan Ó. Ellingsgaard
við einum flottum hálvfluktara
stýrdi bóltin í málið. Og ÍF hevði
tamarhald tað sum eftir var av
fyrra hálvleiki. Tá ein stórur tími
var farin av dystinum eydnaðist
tað loksins NSÍ at fáa mál. Eftir
trunkaspæl í brotsteiginum hjá ÍF
varð Klæmint Olsen feldur, og Eiler
Rasmussen var ivaleysur og dømdi
brotsspark til NSÍ. Sami Klæmint
Olsen sendi bóltin trygt í netið
dygst høgrumegin, og nú tendraðist
ein vón hjá NSÍ. NSÍ hevði nakrar
málmøguleikar eftir hetta, men
nærri komu runavíkingar ikki, og
fuglfirðingar kundu aftur fara av
vøllinum við trimum stigum.
Vónbrotin Magnus Olsen
Eftir dystin duldi Magnus Olsen hjá
NSÍ ikki, at teir vóru vónbrotnir um
tapið:
– Vit eru allir vónbrotnir. Vit
royndu í seinna hálvleiki at koma
inn aftur í dystin, og eg helt, at vit
kláraðu rættiliga væl at leggja trýst
á teir, har vit hava nakrar góðar
málmøguleikar, men vit fáa tíverri
ikki mál, segði Magnus Olsen við
Rás2 aftaná dystin. Runavíkingar
síggja nú fram til grannauppgerðina
ímóti B68 komandi leygardag.
Høgni Madsen hjá ÍF var ólíka
lættari um hjartað:
– Vit fáa tvey mál, sum gera, at
vit standa betur í tí, og vit hava
gott tamarhald á støðuni í fyrra
hálvleiki. NSÍ kemur so út í seinna
hálvleiki fyri at pressa okkum,
men eg haldi ikki, at teir skapa
nakrar serliga vandamiklar støður,
segði Høgni Madsen við Rás2
aftaná dystin. Komandi leygardag
taka Høgni og ÍF ímóti gomlu lið
feløgunum hjá Høgna í KÍ.
heris@sosialurin.fo
Enn ein sigur til ÍF
Fótbóltur Sigursrøðin hjá fuglfirðingum heldur fram, og nú eru
fuglfirðingar har, sum tað veruliga er stuttligt at verða
Víkingur heldur fast
Fótbóltur Tað var ikki eftir nakað megnaravrik, at Víkingur vann á TB í Sarpugerði. Hinvegin
var 1-0-sigurin sera týdningarmikil hjá Víkingi, sum heldur fast um triðja plássið
Savnsmynd