mánadagur 6. august 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Effo deildin
Mynd: Áki Bertholdsen
B36 fekk trý stig í Vági
Pætur Albinus
Um B36 skuldi gera sær nakað
far um at halda samband við tey
fremru liðini í Effodeildini, so var
sigurin ímóti FC Suðuroy í Vági eitt
krav. B36 var uttan Høgna Eysturoy
og Súna Olsen, men við einari
øðrvísi uppstilling bar eisini væl til
hjá meistarunum, sum tó eina løtu
vóru um at gera tað trupult fyri seg
sjálvar.
Brotsspark, brotsspark
Dysturin var bara tríggjar minuttir
gamal, tá ið B36 fekk brotsspark
eftir at bólturin stakk í hondina á
einum FC Suðuroy-leikara. Lukasz
Cieslewicz, sum misnýtti brots
spark
í
brotssparkskappingini
ímóti Linfield í Champions League,
varð settur at skjóta, men aftur
hesaferð misnýtti hann. Stanislav
Kuzma bjargaði skotinum.
Tað var B36, sum sat á tí mesta
og stýrdi dystinum, og tá ið góður
hálvur tími var leiktur, fekk B36
aftur brotsspark. Hesaferð varð
Atli Danielsen settur at skjóta, og
hann sveik ikki álitið og legði B36
á odda 1-0.
Tá sá alt út til at ganga eftir vild
hjá B36, men stutt fyri hálvleik fekk
Jákup á Borg beinleiðis reytt kort
fyri eina ov harða takkling.
B36 mátti tískil leika restina
av dystinum við 10 monnum, men
til hálvleiks sluppu teir so við
1-0-leiðslu.
B36 avgjørdi
Í seinna hálvleiki var tað greitt, at
FC Suðuroy var meiri ágangandi og
trúðu meir upp á egin evni, tá ið teir
fóru í álop, men so var tað heldur
ikki meiri enn tað. B36 spældi ikki
verri, hóast teir vóru í undirtali, og
í grundini vóru teir heldur ikki í
undirtali so leingi. Poul N. Poulsen
hjá FC Suðuroy varð nevniliga eis
ini útvístur í seinna hálvleiki, tá ið
hann fekk sítt seinna gula kort.
B36 sá leingi út til at halda tepru
leiðsluna til leiklok, og stutt undan
síðsta bríkslið avgjørdu teir eisini
dystin. Símun Hansen sendi Lukasz
Cieslewicz avstað, og hann sendi
bóltin í málið til endaliga úrslitið,
sum harvið gjørdist 2-0 til B36.
B36 varðveitir harvið nakað av
sambandi við fremra partin av Effo
deildini, meðan FC Suðuroy fram
vegis ikki hevur vunnið ein dyst í 18
royndum og í grundini ikki kemur
upp á tal til nakað sum helst í ár.
albinus@sosialurin.fo
Fótbóltur Meistararnir úr B36 halda so dánt samband við ovara partin
í Effodeildini eftir ein 2-0-sigur í Vági sunnudagin