mánadagur 6. august 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Effo deildin
Pætur Albinus
Tað var lagt upp til eitt satt odda
brak í dýrdarveðri í Djúpumýru í
Klaksvík, har umleið 2000 áskoð
arar í sonnum festivalhýru høvdu
leitað sær til fótbóltsdyst. Hjá
klaksvíkingum var hýrurin góður í
sambandi við oddasess teirra, men
ein ótti lúrdi eisini av tí at teir við
einum tapi fóru at missa hann til
EB/Streym. Og tað var júst tað, sum
hendi.
Tvey kvik mál
Tað sást frá byrjan, at hetta var
ein oddadystur, sum hvørgin vildi
tapa. Liðini vágaðu lítið fyrstu løt
una og langt var ímillum málmøgu
leikarnar. Hóast at EB/Streymur
hevði bóltin mest fyrstu løtuna,
so var tað KÍm, sum fekk størsta
møguleikan hesa løtuna. Eftir gott
uppspæl varð Heðin Klakstein
spældur leysur í feltinum, men
hann misnýtti møguleikan.
Sum
fyrri
hálvleikur
gekk,
so otaði EB/Streymur seg nærri
málinum og fekk eitt nú nógv
hornaspørk. Níggju minuttir fyri
hálvleiksbríkslið
bragdaði
hjá
sundalagsmonnum, og var tað
eisini eftir júst hornaspark. Klaks
víkingurin hjá EB/Streymi, Niels
Pauli B. Danielsen, skeyt innfyri til
Gert Hansen, sum stýrdi bóltinum
í málið og legði EB/Streym á odda
1-0.
KÍ fótaði sær ikki og longu min
uttin seinni økti EB/Streymur.
Hesaferð var tað Pætur Dam
Jacobsen, sum slapp at standa
nakað leysur á brotsteigarmark
inum í høgru. Hann langaði til,
og umvegis ein KÍ-leikara smeig
bólturin sær í málið til 2-0.
Hesi bæði málini loyptu hvøkk
á KÍ-liðið, sum ikki formáddi sær
nakað síðstu lítlu løtuna og mátti
til hálvleiks aftanfyri 0-2.
Einki comeback hesaferð
Í seinna hálvleiki varð KÍ tvung
ið at leggja meiri fyri í álopspart
inum. EB/Streymur gav eisini KÍ
henda møguleikan og lótu teir hava
bóltin, men skipanin at halda fast í
verjupartinum riggaði til fulnar. KÍ
hevði sera trupult við at mynstra
seg ígjøgnum og oftast var tað
takkað teimum sjálvum, tí langar
og óneyvar sendingar var tað, sum
setti síni merki.
EB/Streymur vágaði hinvegin
ikki nógv og lúrdi eftir mótálopum.
Hetta hepnaðist eisini væl, tí
átta minuttir fyri leiklok økti EB/
Streymur til 3-0 eftir júst eitt mót
álop. Niels Pauli B. Danielsen varð
spældur leysur í feltinum, og við
vinstra beini legði hann bóltin trygt
í netið til 3-0.
Nú gjørdist brekkan enn bratt
ari hjá KÍ, sum tó vikuskiftið undan
hevði vent 0-3 til 3-3-javnleik ímóti
Víkingi. Nú høvdu teir bara ikki
somu tíðina og somu sømdir, men
hóast tað, so gjørdi Andy Olsen sítt
til. Hann fekk bóltin væl skallaðan
fyri føturnir uttanfyri feltið frá
Heðini Klakstein, og so langaði
hann til. Bólturin sang umvegis
handaru stong í netinum, og so
fekk KÍ aftur eina lítla vón.
Í sjálvari yvirtíðini fekk KÍ til
lutað brotsspark til mikla ónøgd
í
EB/Streyma-leguni.
Hjalgrím
Elttør varð settur at skjóta, men
liðskiparin skeyt ein metur upp
um og í somu atløgu bríkslaði Eiler
Rasmussen dystin av.
EB/Streymur
spældi
meiri
ágangandi og var neyvari í sínum
atsóknum, og við uppibornum
3-1-sigri spældu teir eitt puss á
Summarfestivalinum hjá klaks
víkingum. Hvat enn verri var hjá KÍ
var, at teir máttu lata oddasessin frá
sær til EB/Streym, sum nú hevur
lagt KÍ eitt stig aftur um seg.
albinus@sosialurin.fo
EB/Streymur rændi odda
sessin frá klaksvíkingum
Fótbóltur Frammanfyri 2000 áskoðarum á Summarfestivalinum mátti KÍ lata oddasessin
til EB/Streym. Sundalagsmenn spældu neyvari og vunnu ein uppibornan 3-1-sigur
Heðin Askham frøðist, tá EB/
Streymur vann oddasessin frá
KÍ á Summar Festivalinum
Myndir: Álvur Haraldsen