Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-06, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2012síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið ol-london Pál Joensen er fegin um tann stuðulin hann hevur fingið heima úr Føroyum. – Eg havi ikki verið nógv á netinum meðan leikirnir hava verið, men sum eg havi skilt tað á lagnum, so hava stuðlað mær nógv. Líka mikið hvussu tað gongur, so fái eg altíð stuðul úr Før­oyum og tað veit eg av. Eg kenni ikki nakað trýst av tí, men trýstið kemur meiri innani frá, sigur Pál Joensen Áleið 600 føroyingar hava nýtt høvið at trýsta á »dáma« til viðmerkingina, sum Pál legði út sunnudagin. Pál Joensen skrivaði soleiðis á Facebook: Hatta var so OL fyri meg í ár. Sum tey flestu, ið seta ser høg mál, so fari eg herfrá vónbrotin. Arbeiði í fyrireikingini manglaði ikki og tí kann eg siga við góðari samvisku, at eg veruliga ikki kundi havt gjørt meir. Stóran tøkk til tey, ið hava stuðla mer og Jón ígjøgnum øll árini og enn bakka okum upp. Góður stuðul til Pál Vónbrot Alt sá út til at ganga eftir ætlan teir fyrstu 500 metrarnar, men brádliga fór Pál Joensen (høgrumegin) at dragna. Føroyar stóð púra stilt eina løtu. Sjálvt viðmerkjararnir á BBC skiltu ikki hvat var hent. Mynd: Polfoto