mánadagur 6. august 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. august 2012 · Nr. 90
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
ol-london
Tróndur Arge
– Aquatic Center, London
Alt sá út til at ganga eftir ætlan
teir fyrstu 500 metrarnar, men
brádliga fór Pál at dragna. Hvørja
ferð hann vendi sást at tíðin hjá
honum bleiv verri og verri. Sein
astu túsind metrarnir vístu seg at
gerast ein sonn marra fyri undan
gongumannin og ítróttarhetjuna
úr Vági.
Eftir fýra ár av miðvísari og
knallharðari venjing brast dreym
urin um eitt pláss í OL finaluni
frammanfyri 17.000 áskoðarum í
Aquatic Center.
Øll ynski um at hetta var tak
tikkur og at Pál hevði ein endaspurt
fánaðu burtur so hvørt hann bleiv
yvirhálaður av monnum, sum hann
helst burdi kunna vunnið við ein
um armi.
Føroyar stóð púra stilt eina løtu.
Sjálvt viðmerkjararnir á BBC skiltu
ikki hvat var hent. Maðurin við
fjórð bestu tilmeldingartíðini kom
á mál sum nummar 17. Meiri enn ein
hálvan minutt seinni enn tilmeld
ingartíðin.
Ongantíð hava fyrireikingarnar
verið so drúgvar og ongantíð hava
ráðini verið so nógv undan eini
svimjing, sum til Olympisku leik
irnar. Men alíkavæl riggaði einki.
Eitt er vónbrotið, ið vanligi før
oyingurin og fólk í fylgja Páli kendu
á sær, eitt annað er hvussu hart
hetta má verða fyri Pál sjálvan og
venjara hansara, Jón Bjarnason.
Eitt tað størsta føroyska ítróttar
bragdið bleiv upp á stórt korter
til eitt vónbrot. Eitt vónbrot ikki
at koma í OL finaluna – tað sigur
ikki so lítið um høgu málini, ið Pál
Joensen og Jón Bjarnason hava
sett sær, og hvussu lang teir eru
komnir.
– Ringur biti at svølgja
Leygarkvøldið var finalan í 1.500
metra frí svimjingini í Aquatic
Center í Olympisku parkini. Svimji
høllin er nýggj og tekur áleið 17.000
áskoðarar. Hon er upp á allar mátar
fyrsta floks og sjálvt um ein situr
langt uppi, so sæst væl oman í
sjálvan hylin. Stórskermar eru eisini
at síggja kring høllina, so tað er
møguligt at fylgja við svimjingini.
Tað er aftaná finaluna, har Sun
Yang vinnur gull og setur nýtt
heimsmet, at Sosialurin fær orðið á
Pál Joensen. Hann stendur leingi og
tosar við fólk, sum standa honum
heilt nær. Tað sæst á eygunum á
honum, at hann er ein vónbrotin
maður. Í løtum eydnast tað onkrum
at fáa hann at smílast.
– Je havi onga forkláring upp á
hví hatta hendi, er tað fyrsta hann
sigur aftaná at hava anda djúpt.
Pál er blíður sum altíð og rennur
ikki undan, sjálvt um tað kundi
verið tað lættasta. Hann tosar ikki
í fullum setningum og hugsar leingi
áðrenn hann svarar. Summar setn
ingar endar hann ikki heilt og byrjar
at tosa av nýggjum. Eyguni ferðast
aftur og fram, og í løtum hyggur
hann út í tóma heim. Tað er ongin
ivi um at hetta er ein maður, sum
hevur nógvar tankar í høvdinum.
– Hatta er ikki tað, sum burdi
hend í mun til fyrireikingarnar.
Tað er ein torførur biti at svølgja.
Tað hevur gingið væl í øllum fyri
reikingunum, og eg veit, at eg hevði
kunnað svomið væl skjótari enn eg
gjørdi í fjør við tí venjingini eg havt
í ár, sigur Pál Joensen.
Tað fer at ganga long tíð áðrenn
Pál fer at koma yvir tað, sum hendi í
London, men hann er ikki sinnaður
at fella í fátt.
Je havi onga
forkláring
Svimjing Tað gekk heilt gali, tá Pál Joensen svam inn
leiðandi umfarið í 1.500 metra frí fríggjadagin. Dreymurin
um ein OL finalu brast við einum brakið, men Pál Joensen
lovar hetta er ikki tað seinasta vit síggja av honum
Mynd: Tróndur Arge
...framhald á síðu 36