mikudagur 8. august 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. august 2012 · Nr. 91
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
í meldrinum
Hann var eisini nervøsur
fyri konseptinum at byrja við,
men tað hevur víst seg at verið
ógrundað.
– Eydna Skaale hevur sum
meðvertur dugað væl at fylt út
við kjaki, sigur Finnur Koba.
Broytti eftirnavn
Finnur, sum tey fyrstu 29 árini
av lívi sínum kallaðist Jensen
til eftirnavn, eitur í dag Finnur
Koba. Og tað hevur sína serligu
søgu.
– Tað byrjaði við ommu míni,
sum
kalaðist
fyri
Jacobina,
vanliga nevnd Koba. Hennara
børn fingu so Koba til millum
navn, og á tann hátt gjørdist
fornavnið Koba til millumnavn,
greiðir Finnur Koba frá.
Síðani hendi tað, at tá pápi
hansara gifti seg upp aftur,
gjørdi hann av at strika Jensen
soleiðis, at hann nevndist Koba
burtur av.
– Tá valdi beiggi mín, Thomas,
at gera tað sama sum pápi, og
hann hevur tí itið Thomas Koba í
eini tíggju ár, sigur Finnur Koba.
Tá pápin so fyrr í ár fylti 70
hugsaði Finnur Koba, at hann
kundi geva pápanum eina heilt
serliga føðíngardagsgávu.
– Eg hugsaði, at eg hevði fingið
fast starv í Kringvarpinum, nýggj
hús í Vestmanna og bil, so tað var
líka sum ein nýggj byrjan. Og tað
hóskaði tí væl at fáa mær Koba
til eftirnavn, sigur Finnur Koba.
Men tað var ikki fyrr enn á
kirkjuskrivstovuni, at endalig
avgerð varð tikin.
– Tá skrivstovukvinnan spurdi
meg, um eg skuldi eita Koba til
millumnavn ella eg skuldi strika
Jensen, tók eg avgerð har og tá
um, at eg skuldi bert eita Koba,
sigur Finnur Koba.
Ungdómsvinmenn
Alt meðan Finnur Koba gerst
eitt meira og meira kent andlit
í sjónvarpinum, so hevur hann
í mong ár verið triðji limurin í
bólkinum, Páll Finnur Páll.
– Vit eru barndómsvinir, og
bólkurin stavar heilt afturi frá
1999. Upprunaliga vóru tað teir
báðir Páll’arnir, ið spældu í bólk
inum, sum kallaðist Páll X2. Tá eg
so slapp upp í bólkin, var navnið
rættiliga náttúrligt, sigur Finnur
Koba.
Bólkurin gjørdist skjótt kend
ur við slagarum sum »Forelskað
ur sjónleikari«, ið er Finnur Koba
inspireraður sum sjónleikari,
»Herbergið« og kanska ikki minst
»Eg«.
– Nógv er broytt hesi árini.
Summir av limunum er giftir og
summir hava stovnað familju.
Eisini er bólkurin vaksin frá trim
um upp í seks limir. Og ikki minst
eru vit vorðnir meira vaksnir,
sigur Finnur Koba.
Bólkurin er ein av teimum
kendastu og best umtóktu í
landinum, og um vikuskiftið
skal hann fyri fyrstu ferð spæla
á ovastevnu. Og har fara fleiri av
slagarunum at ljóma.
– Tað fúla hevur nøkur ár á
baki, og vit sleppa ikki ordiliga av
við tað. Fólk vilja framvegis hoyra
tað. Vit skammast ikki um hesar
tekstir, men vit gera hinvegin
ikki so nógv av tí longur, sigur
Finnur Koba.
Dámar friðin
Sjónvartsverturin sigur, at hann
hevði einki gjørt ørvísi, kundi
hann gjørt alt umaftur.
– Men sjálvt um eg eri fegin
um at vera við í Páll Finnur Páll,
so er tað eisini vorðið eitt haft
um beinið. Eg trívist illa at ganga
millum fólk seint á kvøldið. Ofta
vilja fólk tosa, og ofta eru tey full,
og tað trívist eg ikki so væl við,
sigur Finnur Koba.
Honum dámar væl at hava
frið rundan um seg, og tað er ein
av orsøkunum til, at hann valdi
at keypa hús í Vestmanna.
– Húsaprísirnir í Havn eru alt
ov høgir, og tá eg so fall fyri ein
um húsum í Vestmanna, tók eg
av. Eg haldi, at Vestmanna hevur
eina sál, og tað er ein mangulvøra
í dag at hava frið at hugsa, sigur
Finnur Koba.
Honum dámar væl einsemi, og
tað kann Vestmanna bjóða.
– Í Vestmanna er friður at lada
battaríini upp aftur, sigur Finnur
Koba.
Fríggjakvøldið fer so seinasta
sendingin í luftina á hesum sinni,
áðrenn Dagu & Vika aftur verður
á skránni komandi viku, men fyri
tað verður sjónvarpsverturin og
tónleikarin ikki arbeiðsleysur.
– Eg havi fingið skemaið fyri
komandi mánaðirnar, og har
standi eg á til nakrar sendingar.
So fáa vit at síggja, hvussu leik
ur fer, sigur Finnur Koba, sum
er fegin um hesar vikurnar við
fríggjakvøldssendingum í Sjón
varpi Føroya.
leo@sosialurin.fo
Eg hugsaði, at eg hevði fingið fast starv í
Kringvarpinum, nýggj hús í Vestmanna og bil,
so tað var líka sum ein nýggj byrjan. Og tað
hóskaði tí væl at fáa mær Koba til eftirnavn
Tá skrivstovukvinnan spurdi meg, um eg skuldi eita
Koba til millumnavn ella eg skuldi strika Jensen, tók
eg avgerð har og tá um, at eg skuldi bert eita Koba
Myndir: Heinesens Myndir