mikudagur 8. august 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 8. august 2012 · Nr. 91
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hamferð
er ikki til sølu
fyri lítið og lætt
Hamferð gjørdist herfyri vinnari av óivað størstu kappingini í tungmálmstónleiki,
nevniliga Wacken Metal Battle. Hamferð stendur nú við plátusáttmála, men limirnir í
bólkinum ætla heilt greitt ikki at selja seg og bólkin uttan neyvar samráðingar.
Dagfinn Olsen
Millum bólkar úr eini 30
londum vann føroyski doom
metal bólkurin Hamferð kapp
ingina Wacken Metal Battle.
Wacken er størsti festival
ur fyri tungmálmstónleik á
okkara leiðum. Kappingin
verður hildin dagin fyri sjálv
an festivalin, og er eitt slag
av startskoti til sjálvan festi
valin, har stóru nøvnini
standa á palli.
Millum
hundraðtals bólkar
– Jú, hetta er rætiliga stórt.
Ein skal minnast til, at
hinir bólkarnir hava kappast
ímóti eini stórari fjøld av
bólkum, fyri at koma víðari í
kappingini, so í veruleikanum
er talan um eina kaping
millum hundraðtals, kanska
enntá túsundtals, bólkar. Og
at vit so vinna er stórt, sigur
Jenus í Trøðini, bassleikari í
Hamferð.
Í Føroyum varð valt út
millum virknu tungmálms
bólkarnar, hvør skuldi kapp
ast um plássið at umboða
Føroyar í kappingini, og har
gjørdist Hamferð føroyska
umboðið, og at enda eisini
endaligi vinnarin í altjóða
kappingini.
Spæla næsta ár
Tungmálmsfjepparar í Før
oyum hava í áravís ferðast til
Wacken fyri at uppliva hend
an kenda tungmálmsfestival
in. Komandi ár verður so eitt
føroyskt navn á pallinum, tí
Hamferð er á skránni fyri
sjálvan festivalin komandi ár
sum vinnandi bólkur av
Wacken Metal Battle.
– Hetta er bert ein partur
av vinniginum, sum fellur
bólkinum í lut.
– Har fylgdi eisini nógv
annað við. Tveir Marshall
forsterkara stakkar fingu vit
t.d., og tveir Washburn guit
arar, skálir til trummur, og
sangarin og guitarleikarar
eru sponsoreraðir framyvir,
sigur Jenus í Trøðini.
Plátusáttmála
– Vit gera nú nýtt tilfar og
skulu í upptøkuhølini seinni
í ár. Tað gongur bara betri
og betri við at koma í rætta
huglagið viðvíkjandi hesum
at gera nýtt tilfar, sigur Jenus
í Trøðini.
– Vit fingu sum vinnarar
sáttmála við útgávufelagið
Nuclear Blast, ið eisini skal
promovera okkum world
wide. Men sáttmálin skal tó
samráðast upp á pláss, og alt
skal greiðast út í æsir. Vit
selja ikki okkum og bólkin
uttan víðari, sigur Jenus í
Trøðini.
– Tað er eisini tað, at onn
ur hava víst okkum áhuga, so
enn er ikki til at siga, hvussu
alt hettar endar, sigur Jenus
í Trøðini, sum fegnast um, at
bólkurin hevur ein umboðs
mann at taka sær av øllum
hesum.
– Vit fara ætlandi í upp
tøkuhølini um eitt hálvt ár,
ella so, sigur Jenus í Trøðini.
dagfinn@sosialurin.fo
Millum bólkar úr eini 30
londum vann føroyski doom
metal bólkurin Hamferð
kappingina Wacken Metal
Battle. Á myndini síggjast
glaðu vinnararnir.
(Mynd: Eija Mäkivuoti)