mikudagur 8. august 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. august 2012 · Nr. 91
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Uni Holm Johannesen
– Tað sigur seg sjálvt. Feløg
ini fóru á húsagang, tí tey
svaraðu ikki hvørjum sítt.
Tað er ikki revsivert. Eg
standi fast við, at eg skyldi
ikki tí almenna eina krónu.
Eg vænti, at TAKS ger vart
við seg, um nakað óregluligt
er farið fram.
Tað
sigur
Kaj
Leo
Johannesen, løgmaður, í við
talu við Rás2. Hann heldur, at
Sosialurin villeiðir í blaðgrein
mánadagin, har skuldin hjá
sínum feløgum verður tikin
úr roknskapinum, uttan at
ognin verður sett á prent.
Løgmaður sammetir hetta
við, at Sosialurin fer at kanna
skuldina hjá Bakkafrost, og
ikki vísa á eginognina.
Sosialurin hevur sein
astu dagarnar kannað rokn
skaparligu viðurskiftini í
gomlum feløgum hjá Kaj Leo
Johannesen, løgmanni. Blaðið
kunngjørdi fríggjadagin, at
ein
av
búroknskapunum
vísir, at eitt av feløgunum,
Sisero, hevur millum annað
páført TAKS eitt tap upp
á 200.000 krónur. Samlaða
tapið, sum er páført øðrum,
er um hálvaaðru millión
krónur.
Tað er í kjalarvørrinum av,
at løgmaður hevur sagt, at
eingin hevur mist nakað av
nøkrum av sínum feløgum,
at blaðið fór undir at kanna
hesi viðurskiftini.
– Eg eri ikki rætt endur
givin, og blaðstjórin Eirikur
Lindenskov
villleiðir.
Eg
havi og fari ongantíð at siga
ósatt um nøkur viðurskifti,
og eg havi ikki roynt at
krógva nøkur roknskaparlig
viðurskifti. Eg havi ongantíð
sagt við Eirik Lindenskov, at
eingin hevur mist nakað av
mínum feløgum, sigur Kaj
Leo Johannesen, løgmaður.
Hevur ikki
kreditorlista
Kaj Leo Johannesen vísir
á ein fund, sum hann og
blaðstjórin
á
Sosialinum
hava havt, har hann heitti á
blaðstjóran at bera alment
fram
upplýsingarnar
um
síni feløg. Løgmaður hevur
einki at krógva, og tølini fyri
hini feløgini, løgmaður hevur
varðað av, kunnu fegin koma
fram í ljósið, um tað stendur
til hansara.
Sosialurin hevur roynt
at fingið hendur í roknskap
inum fyri KRK Holding, Farex
ella Trans-Farex, men TAKS
vil ikki útflýggjað tilfar av
slíkum slag.
– Ja, so havi eg gyltan
møguleika at leggja tað fram,
sigur løgmaður.
Spurdur, um TAKS ikki
hevur mist eina krónu av
KRK Holding, Farex ella
Trans-Farex Invest, svarar
løgmaður:
– Har má tú hava kreditor
listar, og mær vitandi hevur
TAKS ikki mist. Eg havi onga
orsøk at krógva upplýsingar.
Tað eru sorgarsøgur, tá feløg
fara á húsagang, sigur Kaj
Leo Johannesen, løgmaður.
KRK Holding er felagið,
sum Kaj Leo Johannesen
átti saman við Róa Egholm
og Kára Danielsen. Felagið
var holding-felagið hjá øðr
um feløgum sum Farex, ið
útflutti fisk, men koyrdi við
stórum undirskoti seinastu
tvey roknskaparárini. Felag
ið varð endaliga strikað í
mai 2009. Felagið hevði 7,3
milliónir krónur í eginpeningi
í 2006, men árið eftir, í 2007,
var eginognin -4,1 milliónir
krónur. Felagið er farið undir
tvingsilsavtøku.
– Tit á Sosialinum vita
eisini, hvussu strævið tað er
at virka við ringum rakstri
nøkur ár, sigur Kaj Leo
Johannesen, løgmaður, við
Rás2.
Løgmaður roynir
ikki at fjala nakað
– Ja, so havi eg gyltan møguleika at leggja tað fram, sigur løgmaður um
roknskapirnar fyri KRK Holding, Farex og Trans-Farex, sum eru feløg, ið
hann hevur varðað av. Sosialurin fær ikki roknskapirnar útflýggjaðar
Hevur tú álit á løg
manni, eftir at hann
ikki hevur givið rættar
upplýsingar um parta
feløg, hann hevur
varðað av?
Tað, at eitt partafelag fer
á heysin kann henda fyri
øll. Men um tað er rætt,
at løgmaður hevur sagt
ósatt, so hevur mítt álit
á hann fingið eitt knekk,
og tað er sera álvarsamt
fyri løgmansembætið.
Eigur løgmaður alment
at greiða frá rætta
samanhanginum –
dokumenterað tað,
sum hann sigur?
Ja, um løgmaður hevur
sagt, at feløg sum hann
hevur varðað av ikki
hava páført nøkrum tap,
so eigur hann at doku
menterað tað, sum hann
sigur.
Nú tað er prógvað, at
felag hjá løgmanni
hevur pádrigið land
inum og øðrum tap,
eigur tað at fáa av
leiðingar?
Sum sagt er tað ser
stakliga
óheppið
um
løgmaður hevur sagt
ósatt, og tað ávirkar
álitið á hann í politisku
skipanini
og
millum
manna, men vit hava
ikki viðgjørt tað í and
støðuni ella flokkinum,
og tí kann eg ikki siga
meira fyrr enn vit hava
viðgjørt málið.
barbara@sosialurin.fo
Jákup
Mikkelsen,
for
maður í tingbólki Fólka
floksins,
er
fáorðaður,
tá hann fær spurningar
viðvíkjandi skrivingini hjá
Sosialinum um løgmann,
og viðurskiftini í feløgum
hjá løgmanni, um hvørt
hann m.a. hevur álit á
løgmanni, nú Sosialurin
hevur víst, at løgmaður
ikki hevur givið rættar
upplýsingar
um
feløg,
hann hevur varðað av..
– Eg vil ikki gerast
partur av persónligu her
ferðini, sum Sosialurin
og Eirikur Lindenskov
hava ført ímóti løgmanni
í longri tíð, er stutta við
merkingin
hjá
Jákupi
Mikkelsen.
Heldur
ikki
hevur
hann hug at svara uppá,
um hann hevur álit á Kaj
leo Johannesen, løgmanni,
men vísur støðugt til, at
hann vil ikki gerast partur
av hesum málinum.
dagfinn@sosialurin.fo
Hevur tú álit á løgmanni,
eftir at hann ikki hevur
givið rættar upplýsingar
um partafeløg, hann hevur
varðað av?
Tað er sera óheppið, at hann
hevur sagt ósatt um hvat
hansara feløg skylda og ikki. Eg
fari at biðja løgmann koma við
einari frágreiðing, og tað hevði
verið hóskandi, at formenninir
fingu eina frágreiðing um
hansara síðu av sakini áðrenn
eg sigi meira.
Eigur løgmaður alment
at greiða frá rætta
samanhanginum –
dokumenterað tað, sum hann
sigur?
Ja, tað haldi eg heilt vist. Tí
vit vita, at tað er altíð rætt at
leggja kortini á boðið. Um tú
ikki hevur nakað at krógva,
so er tað rætt at gera. Og tað
hevði tikið allar illgitingar
burtur. Hann er landsins
hægsti maður, og tá ið man er
í politikki, so krevja fólk meira.
Vit eiga at krevja av honum,
at hann kemur við einari
almennari frágreiðing, so at
Føroya fólk og vit politikarar
kunnu fáa at vita hvat gongur
fyri seg. Tí tað gongur ikki
bara út yvir hann. Tað gongur
út yvir samgonguna og alla
politisku skipanina.
Nú tað er prógvað, at felag
hjá løgmanni hevur pádrigið
landinum og øðrum tap,
eigur tað at fáa avleiðingar?
Eg vil fegin fáa frágreiðingina
frá løgmanni áðrenn eg sigi
meira um tað.
Aksel V. Johannesen
Roknskapurin hjá løgmanni
Jenis av Rana
– Eg havi ongantíð sagt við
Eirik Lindenskov, at eingin
hevur mist nakað av mínum
feløgum, sigur løgmaður
Jákup Mikkelsen vil
ikki gerast partur
av málinum