Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 8. august 2012 · Nr. 91 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Formaður Fólkafloksins, Jørgen Niclasen, hevur ikki stórvegis hug at svara beinleiðis spurningum um málið, har Sosialurin hevur skrivað um viðurskifti hjá feløgum hjá Kaj Leo Johannesen, løgmanni. Men Jørgen Niclasen sigur tó, at hann hevur álit á løgmanni. – Í samband við skriving hjá Sosialinum um løgmann, sum nú er blivin ein spurningur millum Eirik Lindenskov, blaðstjóra, og Kaj Leo Johannesen, løgmann um, hvør hevur sagt hvat, ynskir Sosialurin at vita, um eg havi álit á løgmanni. Svarið er: Ja, eg havi álit løgmanni, sigur Jørgen Niclasen í stuttari viðmerking, tá hann fær spurningar um málið, og hann hevur ikki hug at gera aðrar viðmerkingar til málið. dagfinn@sosialurin.fo Barbara Holm Tað sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, eftir at løgmaður boðar frá á Facebook, at hann er skeivt endurgivin í Sosialinum, tá hann er endurgivin fyri at siga, at einki av parta­feløg­ unum, sum hann hevur varð­ að av, hevur pádrigið nøkrum skuld, hvørki tí almenna, privatum ella virkjum. – Tað var eftir skuld­set­ ingar í einum lesarabrævi á Vágaportalinum, har Jørgen Niclasen og Kaj Leo Johannesen vórðu lagdir undir at hava páført land­ inum tap gjøgnum partafeløg, at Sosialurin spurdi løgmann um hesi viðurskifti, sigur Eirikur Lindenskov. Blaðstjórin á Sosialinum greiðir frá, at 31. mai er løg­ maður inni á redaktiónini í Miðlahúsinum, og tá verður hann spurdur um hesi viður­ skifti. Løgmaður verður spurd­ur beinleiðis, um nakað partafelag, sum hann hevur varðað av, hevur pádrigið tí al­menna tap. – Og til tað svaraði løg­ maður púra greitt »nei«. Og fyri at verða heilt vísur, spurdi eg hann uppaftur, um nakað felag, sum hann hevur varðað av, hevur pá­ drigið nøkrum tap, tí al­ menna, privatum ella virki, og løg­maður segði, at tað visti hann einki um, greiðir Eirikur Lindenskov frá. – Eg spurdi hann uppaftur, um hann ikki átti at vitað tað, tá hann hevur verið stjóri og nevndarformaður, og til tað svaraði løgmaður, at eftir hansara bestu sannføring var alt uppgjørt, og at hvør hevði fingið sítt. Tað eru meira enn tveir mánaðir síðani, at sam­ røð­an við løgmann stóð í Sosialinum – tann 1. juni – uttan at løgmaður hevur gjørt nakrar viðmerkingar. – Tað er páfallandi, at løg­maður nú kemur við hesi afturvísing nú, heldur Eirikur Lindenskov, sum vísir á, at Sosialurin fríggjadagin al­manna­kunngjørdi ein av búroknskapunum hjá løg­ manni, sum prógvar, at eitt av feløgunum millum annað hevur páført TAKS eitt tap upp á 200.000 krónur – og har samlaða tapið, sum er páført øðrum, er um hálva aðru millión krónur. Orðini hjá løgmanni fullu á redaktiónini í Miðlahúsinum, og har var fult av fólki, sum hoyrdu tað, sum løgmaður segði. barbara@sosialurin.fo Løgmaður er rætt endurgivin Hevur tú álit á løgmanni, eftir at hann ikki hevur givið rættar upplýsingar um partafeløg, hann hevur varðað av? Høgni Hoydal sigur, at fyri hansara við­ komandi er álitið á løgmann langt síðani rokið. Tað gjørdi tað longu við pensjóns­ málinum og við fiskivinnupolitikkinum. Í báðum førum lovaði hann eitt, men gjørdi nakað annað. Tá talan er um feløg hjá løgmanni, sum fara av knóranum, so er einki ólógligt í tí, men ein løgmaður má ikki siga ósatt, sigur Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis. Eigur løgmaður alment at greiða frá rætta samanhanginum – dokumentera tað, hann sigur? Sjálvandi tað. Men hetta er fyrst og fremst eitt mál millum tykkum, sum seta sjóneykuna á málið, og so løgmann. Nú tað er prógvað, at felag hjá løgmanni hevur pádrigið landinum og øðrum tap, eigur tað at fáa avleiðingar? Tað havi eg onga viðmerking til. Hetta er eitt meira ørvísi mál um privatu viðurskiftini hjá løgmanni, men tað er gott, at slík mál verða fylgd til dørs og kannað, sigur Høgni Hoydal. leo@sosialurin.fo Hevur tú álit á løgmanni, eftir at hann ikki hevur givið rættar upplýsingar um partafeløg, hann hevur varðað av? Um tað passar, at hann sigur ósatt, so er eingin orsøk longur at hava álit á honum, og so má tað fáa avleiðingar, sigur Poul Michelsen. Eigur løgmaður alment at greiða frá rætta samanhanginum – dokumentera tað, hann sigur? Ja, sjálvandi. Men tað er treytað av, at hann hevur sagt tað. Eg má taka tað sum góða vøru, ið stendur í Sosialinum, til hann hevur prógvað nakað annað. Nú tað er prógvað, at felag hjá løgmanni hevur pádrigið landinum og øðrum tap, eigur tað at fáa avleiðingar? Aftur, vísir tað seg, at løgmaður hevur sagt ósatt, má hann taka avleiðingarnar. Og tað kann antin gerast við at hann leggur frá sær, ella at misálit verður reist móti honum. Vit fara ikki at taka stig til eitt misálit, men verður eitt reist, fara vit at taka støðu til tað. leo@sosialurin.fo Roknskapurin hjá løgmanni Álitið langt síðani rokið Poul Michelsen Jørgen hevur álit á løgmanni – Tað er ikki rætt, at løgmaður er skeivt endurgivin í Sosialinum – Eg skyldi ikki tí almenna eina krónu! Tað sigur Kaj Leo Jo- hanne sen, sum øtast um á kær ur nar í móti honum á Vága portali num leygar dag in, har hann og Jørgen Niclasen í ein um les a ra brævi verða skuld settir fyri at eiga ella hava átt fel øg, sum skylda landi num MVG. Spurdur um einki parta- fel ag, sum Kaj Leo Johannsen hev ur varð að av skyld ar tí al- menna nak að, sigur Kaj Leo Jo hanne sen púra greitt nei. Spurdur, um nakað felag, sum hann hevur varðað av, hev ur pá drig ið nøkr um tap, tí al menna, priv at um ella virki, sig ur løg mað ur, at tað veit hann einki um. Eigur tú ikki at vita tað, tá tú hevur verið stjóri og nevnd ar for mað ur? – Eg havi ongan kred i tor- lista, men eftir míni bestu sann før ing skyld aðu fel øg- ini ong um nak að. Alt er upp- gjørt og hvør hev ur fing ið sítt. Eg átti ein trið ing í ein- um fel ag sam an við Róa Eg- holm og Kára Danielsen. Feløgini, sum løgmaður var knýtt ur at, eru sambært vinnu vitan.biz hesi: wKRK-Holding P/F (Strikað) eig ari og nevndarformaður wFarex P/F (Strikað) nevnd- ar for mað ur w Kald baks Sea food P/F (Strik að) nevnd ar for mað ur wSisero Sp/F (Strikað) nevnd- ar for mað ur w Trans-Farex Invest P/F (Strik að) nevnd arlimur Løgmaður sigur, at hann veit, at hetta eru grovar á kær ur. Og spurdur, hví hann ikki av- sann aði hetta fyrr enn fýra dag ar seinni, sig ur hann, at tað er ikki alt, hann tím ir at svara uppá. – Men hatta átti red ak øt- ur in á Vága port al i num ikki at lagt út á netið, sigur løg- mað ur. Kaj Leo skyldar ongum nakað Hetta er greinin, sum stóð í Sosialinum 1. juni í ár. Øll sum vóru á redaktiónini í Miðlahúsinum hendan dagin hoyrdu løgmann siga, at einki partafelag, sum hann hevur varðað av, hevði givið nøkrum tap...