Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 8. august 2012 · Nr. 91 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen Nógv fleiri tvingsilssølur Sýslumaðurin í Reykja­ vík fekk munandi fleiri tvingsilssølur at av­ greiða fyrra hálvár í ár enn somu mánaðir í fjør. Vøksturin var heili 50 prosent, skrivar Morgun­blaðið. Á heimasíðuni hjá sýslu­manninum stendur, at frá nýggjárinum til endan á juni mánað vórðu 243 fastar ognir seld­ar á tvingilssølu har. Somu mánaðir í fjør vóru søl­urnar 169 í tali. Sagt verður, at flest tvingsilssølur vóru í mars, apríl og í mai ella 50 hvønn mánað. Í fjør vóru sølurnar flestar í juni, tá tær vóru 41. Sahlin sum aðalskrivari Sosialdemokratiski flokk­urin í Svøríki hev­ ur inn­stillað fyrr­ver­ andi for­mannin Monu Sahlin til starvið sum aðal­skrivari í altjóða sosialista­felags­skap­ inum. Urban Ahlin, sum er uttanríkispolitiskur tals­maður hjá teim­um svensku sosial­demo­ krat­unum, sigur við blað­ið Dagens Nyheter, at flokk­urin hevur leingi talað fyri at nú­tímans­ gera altjóða sosialista­ felagsskapin, og at Mona Sahlin er júst tann rætti persónurin til at fullføra ta ætlanina. 161 sosialdemo­krat­ isk­ir og sosialistiskir flokk­ar úr øllum heim­ inum eru í altjóða felags­skap­inum. Tann 30. august heldur felags­ skap­urin fund í Suður­ afrika, og tá skulu lut­tak­ararnir millum annað taka støðu til Monu Sahlin sum aðal­ skrivara. Nógv ferðafólk til Keypmannahavnar Støðugt fleiri útlendsk ferðafólk velja sær Keyp­ mannahavn sum ferða­ mál, og tað hevur gjørt, at tey bæði seinastu ár­ini er ferðavinnan í danska høvuðsstaðnum vaksin 12 prosent – um árið. Sambært Politiken hevur vøksturin ongan­ tíð verið so stórur, síð­ ani farið varð undir at máta vinnuna fyri 27 árum síðani, og sam­bært felags­skap­ inum European City Marketing (ECM) og donsku hag­stov­uni er Keyp­manna­havn millum teir evro­peisku stórbýirnar, sum hava størsta vøksturin á ferða­vinnu­økinum. Lars Bernhard Jørgensen, sum er stjóri í Wonderful Copenhagen, sigur við Politiken, at tað er serliga hugaligt, at ferðavinnan er vaksin so nógv, júst sum kreppa er víða um heimin. Uppgerðin hjá myndug­leik­ unum vísir, at tveir triðingar av harðskapstilburðunum hava samband við rúsdrekka, og tað hevur fingið løg­regl­ una í Nuuk at biðja fólk tosa seg til rættis heldur enn at brúka nevarnar. Men tað er ikki bara løgreglan, sum fær eykaarbeiði av harð­skap­ inum, tí tað sama er gald­ andi fyri heilsuverkið og al­ mannaverkið. Niels Nyvang hjá løg­ regluni í Nuuk sigur við grøn­lendska kringvarpið, at nógvar av teimum støðunum, sum elva til harðskap, høvdu endað í sátt og semju, um fólk ikki vóru so drukkin. Kenna hvør annan Hann vísir á, at í teimum flestu førunum er harð­skap­ urin millum fólk, sum kenna hvør annan frammanundan. Umleið fjórða hvør fráboðan um harðskap er um fólk, ið búgva saman, og umleið onnur hvør fráboðan snýr seg um fólk, ið eru vinfólk, fyrr­verandi sambúgvar ella kenn­ingar. Bara 22 av teim­ um 160 fráboðanunum, sum komu teir fyrstu sjey mán­að­ ir­nar, snúðu seg um harðskap millum fólk, ið ikki kendu hvør annan frammanundan. – Harðskapur heima við hús er nógv tann størsti trupul­leikin, og eg havi var­ hugan av, at tað eru fleiri hend­ingar, sum vit ikki fáa boð um, sigur Niels Nyvang við KNR. Hann sigur, at løg­ reglan fær umleið 800 frá­ boðanir um árið um húsa­ ófrið, og at tær flestu koma, tá fólk hava fingið løn og kunnu keypa rúsdrekka. arni@sosialurin.fo Nógvur harðskapur í Nuuk Teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár fekk løgreglan í Nuuk 160 fráboðanir um harðskap, og tað er nógv meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Alt árið í fjør vóru tilburðirnir 232 Fíggjarkreppan ger tað torført at selja fisk Higartil í ár er útflutningsvirðið á norskum fiski og fiskavørum minkað 1,3 milliard krónur, og útflytarar stúra fyri, at fíggjar­ kreppan kann fáa álvars­samar avleiðingar fyri vinnuna Fíggjarkreppan hevur gjørt, at tað er truplari hjá norð­ monn­um at útflyta fisk, og tað er serliga óheppið, at fleiri av teimum vanliga góðu keyp­ara­londunum eru ser­liga meint rakt av fíggjar­ krepp­uni. – Vit selja nógv minni fisk til Spania, Grikkalands og Italia enn fyrr, sigur Knut Haagensen hjá Ålesund-fyri­ tøkuni Jangaard Eksport við norska kringvarpið. Hann sigur, at enn útflytir fyri­ tøkan fisk til Portugal, men at fiskurin verður sendur beinleiðis til stórar handils­ ketur, sum framvegis hava ráð at gjalda. Meiri toskur næsta ár Eftir tilmæli frá fiskifrøð­ ing­unum hava norskir og russiskir myndugleikar gjørt av at hækka toskakvotuna í Barentshavinum, og tað fer at gera, at næsta ár verður ovur­honds nógvur toskur á út­flutningsmarknaðinum. Knut Haagensen sigur við NRK, at tann stóra kvotu­ hækkingin kann fáa álvars­ samar avleiðingar fyri út­ flutn­ings­vinnuna, men hann ásann­ar tó samstundis, at lægri prísur kann møguliga gera, at so mikið meiri verður selt. – Fáa vit ein rímiligan prís, og virðið á krónuni verð­ur støðugt, vænti eg, at vinn­an fer at bjarga sær ígjøgn­um kreppuna, sigur Knut Haagensen við norska kring­varpið.