mikudagur 8. august 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. august 2012 · Nr. 91
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Børn drekka vanda
Rannvá G. Fossaberg
Alsamt fleiri børn og ung
síggjast drekka teir sokallaðu
orkudrykkirnar,
sum
av
nógvum verða hildnir at vera
eitt slag av sodavatni. Tað er
ein stórur trupulleiki, heldur
kostfrøðingurin Snorri Pat
ursson, tí børn tola ikki ser
liga væl innihaldið í orku
drykkunum. Ein stórur partur
av orkudrykkum inniheldur
so nógv koffein og onnur
evni, sum kunnu hava ógvu
sliga ávirkan á kroppin hjá
børnum.
– Í míni verð eru orku
drykkir nakað, sum í fleiri
førum kann hava ógvusligar
avleiðingar fyri heilsuna hjá
børnum. Nøgdirnar av eitt
nú koffein, sukuri og sýru
fara langt upp um tað, sum
verður viðmælt børnum at
fáa, sigur Snorri Patursson.
Børn tola ikki koffein
Orkudrykkir, ið innihalda
tvær ferðir so nógv koffein
sum eitt nú ein cola, eru
blivnir ein rættiliga modernað
drykkjuvøra hjá børnum og
ungum í londunum rundan
um okkum. Bara í Danmark
er sølan av orkudrykkum
tvífaldað tey seinastu tvey
árini. Í Føroyum fáast nógv
ymisk sløg av orkudrykkum,
og fyri fleiri børn og heilt
ung er tað smart at ganga við
einum av litføgru dósunum,
har innihaldið smakkar sum
ein sodavatn.
– Ein orkudrykkur er í
roynd og veru verri enn ein
sodavatn og kann als ikki
viðmælast børnum. Hetta er
ein sera óheppin orkukelda,
sigur Snorri Patursson og
vísir á høga innihaldið av
koffein, sum børn als ikki
tola.
Børn og ung eiga ikki at
fáa meir enn 2,5 mg av koffein
um dagin fyri hvørt kilo, tey
viga. Hetta merkir, at eitt
barn, sum vigar 40 kilo, skal
hava í mesta lagi 100 mg
koffein um dagin. Tað er eitt
vet meira enn koffeininni
haldið í eini dós við orku
drykki við 0,25 litrum, men
tey flestu børnini drekka
orkudrykkirnar innan fáar
minuttir, og harvið ávirkar
innihaldið børnini knapp
liga.
– Tað er rættiliga ymisk,
hvussu framleiðararnir orða
seg á dósunum, men teir hava
tað í felag, at tað er alt ov illa
upplýst á dósunum, at orku
drykkir ikki eru egnaðir
børnum, sigur Snorri Paturs
son. Í okkara grannalondum
viðmæla myndugleikarnir
harðliga, at orkudrykkir ikki
standa saman við sodavatni
og øðrum vanligum leski
drykkum í handlunum, men
ístaðin standa saman við
alkoholi.
Fáa hjartabankan
og angist
Drekkur tú ein litur av orku
drykki, hevur tú fingið somu
mongd av koffein, sum tað
er í fimm koppum við kaffi.
Hóast koffein kann geva eina
kenslu av orku í stutta tíð,
hevur ein stór mongd av
koffein eina heldur keðiliga
ávirkan á kroppin. Tað er ikki
óvanligt, at børn, sum drekka
orkudrykkir, fáa høvupínu,
ilt í búkin og kvalmu. Nøkur
gerast eisini rastleys,missa
svøvnin, fáa hjartabankan,
kenna órógv á sær og kunnu
enntá fáa angist.
– Í roynd og veru fært tú
minni orku jú fleiri
av hesum dósunum,
tú drekkur. Summi
gerast eisini bundin at
koffein, og tað kann hugs
ast, at orkudrykkirnir á
tann hátt eru ein glíðibreyt
til nakað sterkari, sigur Snorri
Patursson.
Avleiðingarnar av orku
drykkunum eru tó nakað,
sum fæstu børn og foreldur
teirra eru vitandi um, vísir
Snorri Patursson á.
– Innihaldið í dósunum
hevur ógvusliga ávirkan á
kroppin hjá børnum. Hvørki
børnini sjálv ella foreldur
teirra tykjast varug við krav
du ávaringina á dósunum,
um at vøran inniheldur nógv
koffein, og at børn ikki eiga
at nýta hana.
– Evnini í orkudrykkum eru so mikið
skaðilig fyri heilsuna hjá børnum, at
tey als ikki eiga at drekka hetta. Tað
sigur Snorri Patursson, kostfrøðingur,
sum mælir foreldrum frá at lata
børnini drekka orkudrykkir