Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 8. august 2012 · Nr. 91 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 miklar orkudrykkir Sukurinnihaldið ger skaða Umframt høga koffe­in­inni­ haldið er sukurnøgdin í orku­ drykkunum eisini ein stórur trupulleiki, heldur Snorri Patursson. Alsamt fleiri sløg av orkudrykkum fáast nú í í dósum á hálvan litur. Í einum hálvum lituri av Red Bull eru 35-40 sukurmolar, meðan tað í somu mongd av sodavatni eru 25 sukurmolar. – Trupulleikin við sukri­ num er, at tað tekur plássið frá tí heilsugóða matinum. Jú meira sukur tú etur, jú minni pláss er til mat við lívsneyðugum vitaminunum og mineralunum, sigur Snorri Patursson og vísir á, hvørja ávirkan drykkirnir hava á tannrøkt hjá børnum. – Nakrir av drykkunum hava skrúvulok á, sum ger, at børnini ganga og drekka gjøgnum allan dagin, soleiðis at tenninar eru í einum støð­ u­gum sýrubaði, sigur Snorri Patursson. Summi børn hava trupult við at hugsavna seg, tá tey drekka orkudrykkir, og sambært Snorra er hetta mill­um annað tí, at tey kenna ikki svongd, tá tey dreka orkudrykkir. – Børnini verða ikki svong, um tey fylla seg við orku­ drykkjum. Teir geva ikki børnunum varandi orku, og tað er tí, ein partur av børn­ unum, sum drekkur orku­ drykkir, hevur trupult við at hugsavna seg og sita still í longri tíð, sigur Snorri Pat­ ursson og leggur afturat: – Tað eru nógv børn og foreldur, sum halda, at hesar dósirnar eru tað sum sum sodavatn, men í roynd og veru eru tær nógv verri og kunnu verða beinleiðis skaði­ ligar fyri børn. Hvat innihalda orkudrykkir? Í einum lituri av orkudrykki eru vanliga 320 mg av koffein. Hóast heitið er “orkudrykkur”, inniheldur ein orkudrykkur sjáldan meira sukurorku enn til dømis ein sodavatn. Drykkirnir verða ofta mark­ naðarførdir sum orkukeldur, av tí at teir innihalda koffein, taurin og glucoronolacton. Flestu drykk­ irnir innihalda eisini ymiskar vitaminir, og serliga B6 og B12 eru at finna í drykkunum. Koffein er náttúrligt til dømis í kaffi, te, og kakao. Koffein er kent fyri at hava eina stimbrandi ávirk­ an og er harafturat vatndrívandi. Taurin er eitt slag av aminosýru, sum kroppurin sjálvur framleiðir. Taurin spælir ein avgerandi leik­ lut, fyri at kroppurin upptekur feitt, og evnið er at finna í til dømis kjøti, fiski og skeljadjórum. Glucoronolacton er eitt evni, sum livurin fram­ leiðir. Evnið er ein týdningarmikil partur av bindi­vevnaðinum í kroppinum og kann hava eina ávirkan á minnið og evni at hava bindindi. Fakta Innihald av koffeini í sjokolátu og drykkjuvørum (kelda: Danska Matvørustýrið) Vøra Koffeininnihald 1,5 l cola....................... 195 mg 0,5 l orkudrykkur......... 160 mg 0,2 l kaffi...................... 100 mg 0,25 l orkudrykkur...... 80 mg 0,5 l cola....................... 65 mg 0,125 l kaffi................. 63 mg 100 gr sjokoláta.......... 38 mg 0,2 l te.......................... 30 mg – Tað er rættiliga ymisk, hvussu framleiðararnir orða seg á dósunum, men teir hava tað í felag, at tað er alt ov illa upplýst á dósunum, at orku­drykkir ikki eru egnaðir børn­ um, sigur kostfrøðingurin Snorri Patursson Tað er ikki óvanligt, at børn, sum drekka orkudrykkir, fáa høvupínu, ilt í búkin og kvalmu. Nøkur gerast eisini rastleys,missa svøvnin, fáa hjartabankan, kenna órógv á sær og kunnu enntá fáa angist.