mikudagur 8. august 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. august 2012 · Nr. 91
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ógrundaðar ákærur móti
Svimjisambandi Føroya
og stuðlum tess
Í Sosialinum mánadagin 6. august 2012 ákæra formaðurin í Suðuroyar Svimjifelag og venjarin hjá felagnum,
Svimjisamband Føroya fyri at misnýta Pál Joensen. Hesar og aðrar álvarsamar ákærur frá teimum báðum kunnu
ikki fara aftur við borðinum ósvaraðar. Stutt sagt so kunnu vit í Svimjisambandinum avvísa allar ákærurnar, ið
verða setta fram í greinini, bæði móti Svimjisambandinum og Tryggingarfelagnum.
Jon Hestoy, formaður
Vegna Svimjisamband Føroya
Tryggingarfelagið Føroyar og
Svimjisambandið hava havt
stuðulsavtalu seinastu fýra
árini. Aftaná framúr úrslitini
í Budapest 2010, var stuðuls
upphæddin frá Tryggingar
felaginum og hinum báðum
stuðlunum væl og virðiliga
hækkað. Tryggingarfelagið
hevur verið en hollur stuðul
og samstarvsfelagi hjá Svimji
sambandinum og umframt
stuðulssupphæddina
hava
tey altið verið fús at lata aðr
ar tænastur. Millum annað
hevur Tryggingarfelagið fleiri
ferðir skipað fyri móttøkum,
tá ið svimjarar okkara, við
Páli á odda, eru komin heim
við framúr úrslitum.
Sambært sáttmála
Í sáttmálanum millum Svimji
sambandið og Tryggingar
felagið stendur, eins og í av
talunum við hinar stuðlarnar,
at landsliðssvimjarar eftir
nærri avtalu við Svimjisam
bandið kunnu brúkast í lýs
ingarátøkum. Lýsingarátøkini
hjá Tryggingarfelagnum og
Vodafone fram móti og undir
Olympisku Leikunum eru
sambært avtalu við Svimji
samband Føroya og við loyvi
frá Donsku Olympisku Komi
teiini. Tað er ikki sørt, eg sum
formaður i Svimjisambandi
Føroya eri stoltur av tí fram
úrskarandi profilering av
Páli Joensen og føroyskari
svimjing, sum Tryggingar
felagið hevur gjørt seinasta
mánaðin.
Avmaktin
Tá ein hyggur nærri at ákær
unum móti Svimjisambandi
num og stuðlinum, so er
eingin ivi um, at tað er av
maktin og frustratiónirnar,
ið tosa. Hjá Svimjisambandi
num, svimjifeløgunum og
einstøku ítróttarfólkunum er
tað sera trupult at fáa stuð
ulsavtalur. Lat meg sláa fast,
at Svimjisamband Føroya
sjálvsagt ongantið hevur lagt
nakrar forðingar fyri svimji
feløgini ella svimjarar at gera
stuðulssavtalur.
Í februar 2012 var Svimji
sambandið og vitjaði øll lima
feløgini, har nógv ymisk evni
vóru tikin upp. Tann 8. juni
høvdu vit aðalfund, har rokn
skapurin millum annað var
góðkendur og fíggjarstøðan
annars umrødd. Til hesi høvi
var ikki gjørt vart við ta
ónøgd, ið nú kemur fram í
greinini í Sosialinum. Um nak
að svimjifelag hevði ynskt,
at Svimjisambandið skuldi
stuðla teimum í arbeiðnum
við at skaffa stuðulspengar,
so hevði Svimjisambandið
sjálvandi verið til reiðar.
Tað hevur alstóran týdn
ing at gera greitt, at tað ikki
finnast vit í Svimjisambandi
num og tey í svimjifeløgunun.
Tað er bara ein føroysk svimj
ing, og Svimjisambandið er
til fyri at tæna svimjifeløgu
num og harvið svimjaru
num.
Vit ynskja øll, at fáa so
nógvar pengar sum gjørligt
til føroyska svimjing. Veru
leikin er tann, at seinastu
árini hava vit økt nógv um
beinleiðis sjónvarpingina frá
Føroyameistarastevnuni
í
svimjing, og harvið gerast
stuðlarnir hjá svimjifeløgu
num væl meir sjónligir.
Í greinini ákærir venjarin
hjá Suðuroyar Svimjifelag
eisini Svimjisambandið fyri
at pengarnir, ið koma inn fyri
stuðulsavtalirnir ikki verða
brúktir upp á svimjararnir.
Til tað er at siga, at í rokn
skapinum hjá Svimjisam
bandið fyri 2011 eru útreiðsl
urnar 1.840.511,00 kr. Í hesum
tali eru tær 500.000 krónur
nar, ið eru oyramerktar til
Pál Joensen. Av hesum 1,8
milliónum eru 86% ella knapt
1,6 millión brúkt til venjingar
legur og uttanlandsferðir hjá
svimjarum!
Í 2012 hava vit tíverri verið
noydd at minka um avbjóð
ingarnar, tí 2011-roknskapurin
endaði við eimum halli upp á
230 túsund krónur.
Besta føroyska
ítróttafólkið
Tað man tykjast øllum sera
løgið, at okkara besta ítrótta
fólk nakrantíð skal hava
trupulleikar at fáa til vega
persónligar stuðlar her upp
til Olympisku leikirnar.
Í tíðarskeiðnum 2010-11 og
frá 2011 til á vári 2012 hevur
Pál havt persónligar stuðlar
og hevur tað ongar trupul
leikar havt við sær.
Eingin veit betri enn vit í
Svimjisambandinum, hvussu
stóra orku, svimjarar, foreld
ur, venjarar og nevndarlimir
leggja í ókeypis arbeiði í fel
øgunum og í sambandinum.
Tað tykist sjálvsagt at hetta
arbeiði og framúrskarandi
úrslitini hjá Páli Joensen átti
at givið honum hollar stuðlar
á øllum økjum.
Takk fyri stuðul
Svimjisambandið takkar øll
um teimum sum á ymsan hátt
stuðla føroyskari svimjing,
ikki minst okkara trimum
høvuðsstuðlum. Tað er sera
óvirðiligt, at tøkkin er at vera
ákærd fyri misnýtslu.
Við vón um, at allir føroy
ingar framhaldandi fara at
taka lógvatak um føroyska
svimjing og Pál Joensen, meti
eg ikki at vit í Svimjisam
bandinum ynskja at luttaka í
einum framhaldandi almenn
um kjaki um ákærurnar í
greinini í Sosialinum.