Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 8. august 2012 · Nr. 91 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Harmuligt at hoyra og lesa um, hvussu fólk, ið sjálv kalla seg kristin, brúka Bíbliuna at 'steina ' onnur við, sum hava ein annan livihátt , enn tey sjál­vi hava. Tann, sum er rein­ur, kastið fyrsta steinin, varð sagt á sinni. Men allir rýmdu, tí teir vistu, at teir ikki vóru rein­ir. Hjá okkum heldur 'stein­in­g­in' áfram, so eftir tí at døma finnast mong 'rein ' í okkara lítla oyggjalandi, ella eisini er tað fávitskan, ið ger seg galdandi? Hinvegin er kanska einki løgi í 'steinkastingini' frá mong­ um í fjøldini, tá sjálvt mang­ ir guðfrøðingar, ið hava lisið guðfrøði í mong ár, og sum virka sum Harrans tæn­ar­ar, ikki vegleiða til sanna vitan, men velja at stuðla teimum villleiddu. Og pappageykamøtir við fávitskum orðavavstri ger ikki støðuna betri, men held­ur verri. Flent hevur verið at honum , sum siteraði skrift­støð hist og pist úr danskari bíbliu, og sum endaði við at lesa: Judas gik hen og hængte sig - og síðani: Gå du og gør ligeså. Hetta er ein parodi­ur, men hann sigur meira enn túsund orð. Tí tað er sjálvandi ikki alt, ið er eftir­ fara­ndi, sjálvt um lisið verð­ur upp úr Halgubók. Ofta skal ein umfatandi frá­greið­ing fylgja við fyri at hin djúpari meiningin og samanhangurin skulu stan­ da ljóslivandi og ikki sum ein eklatant misskiljing við hættis­ ligum avleiðingum, sum vit gjøgnum tíðirnar hava sæð, og sum vit tíverri sígg­ja enn tann dagin í dag. Lat meg taka eitt dømi, har flest øll hava sæð og sígg­ ja avleiðingar av vill­leið­ing í staðin fyri sam­vitsku­full­ari vegleiðing. Tað finnast t.d. tvær skapan­arsagnir (­mytologiir) í Bíbliuni. Fyrra kann lesast í 1. Mos. 1,1 - 2,4a og onnur í 1.Mos 2,4b - 25 . Onnur hevur sín upp­runa úr Mesopotamien, har vatnið kann vera fígg­indi , og hin úr tí Sýrisku arab­ isku oyðimørkini har vatn­ið er vinur, Men tað, ið er sera áhugavert í hesum sam­ban­di, er, at í aðrari skapan­ar­søgn­ini verða kallurin og kon­an skapt samstundis, með­an í hinari - sum vit eru indoktrinerað í - verður Adam skaptur fyrst og síðani Eva, sum beinanvegin verður undirornað manninum við teim­um avleiðingunum av kúgan, ið hetta hevur ført við sær fram til dagin í dag, sjálvt um javnstøðan hjá okkum - eftir hart og langt stríð við høgrareligiøs - nú hevur nógv betri dagar enn bert fyri fáum árum síðani. Spyrji bara tey eldru um søguna aftan fyri javnstøðustríði. Tit fara at fáa ilt við at skilja, hvat ið hevur riðið kvinnu­kúgar­u­num uttan teir eyð­sýndu egoistiskir fyri­ mun­ir­nir, ið fylgdu við . Paulus kundi mann altíð brúka, og nógvar kvinnur fingu ikki høvi at vísa til teirra altíð trúfasta vin Jesus, tí tær máttu ikki taka orðið á møt­um. Tað høvdu menninir av­gjørt. Hat á høvdið og tig vóru boðini, so har var einki at gera. So tað hevur ikki ver­ið uttan hart og tógvi stríð - fyrst og fremst - móti teim kon­ser­ vativt krist­nu, sum kon­se­kvent hava brúkt Bíbliu­na sum vápn móti javn­støðu. Sera undrun­ar­ samt, tí Jesus var nógv saman við kvinn­um, sum hann vardi, og hann var alt annað enn kon­serv­a­tivur kvinnikúgari. Og m.a. av somu orsøk vóru tá­tíð­ar fundamentalistisku og skriftlærdu eftir honum í heilum og fingu hann at enda krossfestan. Høvdu fólk kent rætta sam­ an­hangin, so høvdu kvinn­ur altíð havt - ella fyri mong­ um, mongum Harrans ár­um síðan - havt fingið javn­støðu. Og so høvdu kvinn­ur verið mangar sorgar­leik­ir fyriuttan, og kvinnu­kúgan­in hevði als ikki verið góðtikin og als ikki fingið loyvi til at verðið framd gjøgnum fleiri øldir og hartumframt høv­du m.a. uml. 5 mill. heksir ikki verðið brend­ ar við kon­ser­va­tivu kirkjun­n­ar vælsignilsi. At Kristus mangan hevur grát­ið yvir tey, sum í hansara navni hava framt illgerðir av grov­asta slag, er lítið at ivast í. (Í islam - sum er grein av sama træi sum jødadómurin og kristindómurin - heldur kvinnu­kúganin og steinanin fram, tí teir halda fast við, at maðurin er kvinnurnar yvir­ høvur íflg. Koranina og felags skapanarsøgnini, sum vit í praksis eru við at leggja aftur­ um okkum í staðin fyri hægs­ta boð: um at elska Guð og næstan og harvið lata stein­ar­nar liggja og í staðin rætta hjálpandi hondina fram, tá tørvur er á tí. Í hes­um sambandi fari eg at við­ legg­ja dagsaktuella grein, sum vísir skili aðrastaðni í Heimi­ num í løtuni, men sum vit við Meistarans hjálp eru slopp­in undan). At Luther við sínum jøda­ hatri - sum øll kunnu seta seg inn í við at lesa, hvat ið hann skriv­aði - tendraði Hitlersa anti­ semi­tismu, kann lítil ivi vera í. Og mong munnu vita, at tað ikki einans varð ein sorgarleikur fyri jødiska fólk­ið, men eisini fyri sigøjn­ar­ar, homoseksuel og aðrar minni­lutar, ið vórðu píndir og gassaðir. Harrafólkið talaði. Gott mit unz - fekk Hitler skrivað á soldátarhjálmarnar, sum teir skuldu lata seg í, áðrenn teir fóru at fremja Satans gern­ing­ arnar fyri Hitler og han­sara høgrreligiøsa har­kal­ið, sum gav seg út fyri at vera Kristi førara, og mong sjálvútnevnd kristin heilaðu og gingu í takt við nazist­unum. Hetta er tað, ið kallað verður, at hava Guð í skjøldrinum og annars Fan­an til dagliga ráðgeva og leiðara, og hetta munnu tey flestu kenna alt til. Tað er sjálv­andi til at gráta yvir. Og tað vóru ikki so fáir før­ oy­ingar, sum í orð og verki bakkaðu hesum fanans út­ sendi­ls­inum upp. Og slagið var sjálvandi hitt sama: tey funda­mentalistisku og djúpt kon­servativu kristnu, sum ann­ars ikki høvdu fýrt fyri at steina og krossfest Meistarin enn einaferð, um hann hevði komið at vitja okkum, tí hann hevði verið tikin fyri at verið ein radikalan vinstra­hallan rebel, ið hevði koll­velt­ingar­ætlan­ir við tí fyri eyga, at vit ikki bert í orð og talu skuldi elska Guð og næstan, men at vit eisini í gerningum skuldi vísa, at so var. Síggja tit rópini og steina­ rok­ið fyri tykkara inn­ara eyga, og kunnu tit ímynda tykkum, hvør ið hevði gingið á odda í halleluja­róps­skara­num og sjálvjustitsini fram til eina nýggja krossfesting? So gali er tað. Taka vit ta aktuel­lu kúganina av homo­seksuell­um, sum høgrakristin í høvuðs­ heitum standa fyri, so er forboðið móti homo­seksu­liteti nakað, ið jødar viðtóku fyri at gera mørk millum jødar og ikki-jødar, tí hesir síðstnevndu í granna­stammunum prak­ ti­ser­aðu homo­seksuali­tet í religiøsum ceremonium fyrri teirra heidnu gudum. Tað var ikki handl­i­ngin í sjálvum sær, men tað hon umboðaði, ið skapti frástøðu: dyrkanin av heid­num gudum. Hesum - at dýrka aðrar gudar - skuldu jød­ ar sjálvandi halda seg frá. Vit vita eisini, at jødar á sama hátt gjørdu slanguna til hitt ónda djórið í Paradísi. Ikki tí at hon í sær sjálvum var ónd, men tí hon, við at verða gjørd ónd, kundi halda slangu­ kultinum burturi frá jød­iska fólkinum. Og soleiðis kun­du verið nevnd nógv ymisk ting, ið jødar gjørdu fyri at halda jødiska fólkið innan­garðs religiøst. Teir høvdu 600 - 700 boð og forboð, ið rættir jødar skuldu halda seg til og liva eftir. Men henda lógar­religión­ in var avloyst av tí dupul­ta kærleiksboðnum, men hóast 2000 ár eru farin, so er tað ikki enn gingið upp fyri ella góðtikið av øllum kristn­um og leita verður dúg­liga aftur til jødadómin, og tað sjálvt um jødar sum heild enn ikki góðtaka Jesus sum Guðs son ella dupulta kær­leiks­boðið. Vit síggja og uppliva, at eisini føroyingar søkja og fremja jødadóm, tá tað pass­ ar inn í teirra kram. Men sum skrivað stendur: eing­in kann tæna tveimum Harr­um, tí antin ert tú við mær ella eisini ert tú ímóti mær. At vera kristin, men arbeiða ímóti dubulta kær­ leiks­boðnum fyri at skaffa sær ríkidømi ella fyrimunir - gott at eg ikki eri sum hasin ella hin -, er reindyrkaður ab­surdi­tet­ur, sum als onki hev­ur við kristindóm at gera, hóast tað er rættiliga van­ligt. Men tað er so upp til hin einstaka, hvussu egna lív hansara verður umsitið. Tá eg var óviti, var dansk­ ur prestur í Vági. Presturin at Nygaard, og hann fekk onkun­tíð døgurða hjá okk­um, tá hann hevði havt guds­tæn­ astu í Porkeri. Eg gloymi ikki, tá hann greiddi frá, at hann ein sunnudag skuldi til Hovs at halda gudstænastu, men hann fekk ikki bilin at starta, so hann gjørdi ikki vandari enn, at hann fór at arbeiða upp á motorin og fekk hann at starta, so hann kundi koyra til Hovs og halda gudstænastuna. Men hvat hendi? Hann fekk eina alvorliga klagu og átalu fyri at hava arbeitt upp á bil ein heiligdag. Klagan kom sjálvandi frá konservativum jødiskt ávirkaðum missións­ monn­um. Seinri fekk hann átalu fyri at hava verið vesturi á Eiðinum og sæð fót­bóltskamp ein sunnu­dag. Hetta bert fyri at vísa støðið og smáu skógvarnir í gingið kundi verða í. Skógvarnir hava enn somu stødd, sjálvt um málini kunnu vera væl størri, men grundarlagi og mo­tiv­ini eru framvegis tey somu. Til stuttleikar - og tó - so fari eg at nevna, at um somu tíð varð nógv tosað um, at nakr­ ir forskrúvaðir persónar fyri árum síðani høvdu æt­lað­an­ ir um at ganga úr Vágu­num til Mykinesar. Og nógv varð flent eftir, at post­maðurin bað onkran av lut­takaru­num í seansuni um at taka postin við . Soleiðis kann Bókin eisini verða lisin og fata. Annars er at siga, at tað ongan­tíð var Jesus, sum stein­ aði, men tað var hann, ið stillaði seg ímillum tey, ið stein­aðu, og tey, ið steinað var eftir, og at enda hildu teir lógkønu og steinararnir, at tað var ikki nokk at steina, men best var at krossfesta 'pro­voka­tørin', og tá tað varð gjørt, legði ongin seg ímill­um. Men hann kom aftur og hevur lovað at vera í allar æv­ir við øllum , ið trúgva á hann og halda hægsta boðið: Elska Guð og elska næstan. - Hvør­ki meira ella minni. Allar religiónir eru ann­ ars eyðkendar fyri at hava eina rúgvu av sann­leik­ um, sum fólkið skal fylg­ja. Kristindómurin er har­aft­ ur­ímóti ikki ein re­lig­-i­ón við mongum absolut­tum sannleikum. Krist­us er sannleikin, vegurin og lív­ið, og hann hevur sjálv­ur givið okkum hægsta boð­ið og greitt frá inni­ haldi­num í líknilsinum um hin mis­kunn­sama samariu­búgv­an. So har skuldi onki verið at mis­ skilt. Antin ert tú fyri, ella ert tú ímóti. Har eru bert tveir vegir, so í so máta skuldi tað verið lætt. Nakað tíðir upp á, at ein landsumfatandi djúbt­gang­andi kunning við spurn­ing­um og svarum um, hvat kristin­dómur er og ikki er, átti at verðið sett í verk í vet­ur í kvøldskúlum ella á ann­an hátt, sum letur øll, ið ynskja tað, hava møguleika at kunna vera við. Tí móti fávitsku stríðast sjálvt Gudar til fánýtis. Lat okk­um tí saman gera nakað við tað, um vit eru før fyri tí. So hjálpi oss Guð. Ung mor skal stenes til døde Af Heidi Røndbjerg-Christe­ n­sen, Berlingske Nyheds­ bureau. Fredag den 3. august 2012, 00:07 En sudanesisk kvinde, der er dømt for utroskab, står til at blive stenet til døde, hvis ikke hun bliver benådet En 23-årig mor i Sudan er blevet dømt til døden ved sten­ing, fordi hun ifølge sin mand har været ham utro. Siden dommen, der faldt den 10. juli i år, har den unge kvinde ved navn Laila Ibrahim Issa Jamool siddet lænk­et i et fængslet med sit seks måneder gamle barn ved sin side, oplyser lokale menneske­rettig­heds­ akti­vist­er til nyhedsbureauet Reut­ers. Laila Ibrahim Issa Jamools eneste håb om at gå fri knytter sig til mulig­hed­en for benådning. En kvinde­rettig­ heds­gruppe på Afrikas Horn siger, at den har sat advoka­ter på sagen, som har appelleret dommen og straffen på kvindens vegne. Den oplyser samtidig, at kvindens barns sundhedstilstand er ringe, uden at gå nærmere i detaljer. Steningsdommen er den anden på blot få måneder i Sudan. Landets præsident Omar Hassan al-Bashir - som har en international arrestordre hængende over sig - sagde i juli, at Sudan vil indføre en »hundrede procent« islamisk forfatning, og det har skabt frygt for, at landet vil indføre endnu hårdere religiøse love, end det er tilfældet i dag Kjak Dagfinnur Danbjørg Móti fávitsku stríðast sjálvt gudar til fánýtis