mikudagur 8. august 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. august 2012 · Nr. 91
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Onkur hevur undrast á, at
eg havi sagt, at Fríðrikur
Petersen hevur navngivið
Sambandsflokkin.
Hetta er tó einki dulsmál.
Tann sum tekur fram
bókina Fólkaatkvøðan 14.
september 1946 kann sláa
upp í stílinum, og har stendur,
at Fríðrikur Petersen m. a.
er nevndur á síðu 293. Har
er ein grein endurprentað,
sum Oluf Skaalum hevur
skrivað í danska blaðnum
Nationaltidende
tann
26.
juli 1946 fyri at heiðra at
tá eru fjøruti ár liðin síðan
flokkurin varð stovnaður.
Sum
Oluf
greiðir
frá
í
endurminningum sínum “Úr
lágari lon”, so var hann í 1906
blaðstjóri á Dimmalætting
og var við í øllum tí sum
hendi tá flokkurin varð til.
Hann er tí ein ósvitalig kelda
til hesar hendingar.
Hann sigur: “På baggrund
af denne alvorlige trussel
samledes et stort flertal
af Lagtingets medlemmer
og stiftede 28. juli 1906 et
politisk parti, som Færøernes
nationaldigter,
provst
Fr.
Petersen, gav det betegnende
navn Sambandspartiet.”
Fríðrikur var ein klókur
maður, og hann visti hvat ið
hann gjørdi.
Kjak
Nógv verður í hesum
døgum kjakast um tað,
sum løgmaður segði á
ólavsøku um ríkisfelags
skapin. Hann segði mill
um annað, at 15 máls
øki eru eftir at yvirtaka
sambært
yvirtøkulóg
ini, og hetta hevur helst
givið mongum ta fatan,
at tá hesi 15 málsøkini
eru yvirtikin, so er ríkis
felagsskapurin
farin
í
søguna. Men soleiðis er
støðan ikki.
Grein 1 stk. 2 í yvir
tøkulógini sigur nevni
liga, at lógin fevnir ikki
um málsøkini stjórnar
skipan, heimarætt, hæg
starætt, uttanríkis-, tryg
dar- og verjupolitikk og
gjaldoyra- og peninga
politikk. Hesi málsøki
eru kjarnan í ríkisfelags
skapinum, og í teimum
liggur sjálvur »suvereni
teturin«.
Vit kunnu yvirtaka
øll málsøkini sum eru
nevnd í yvirtøkulógini,
men tað broytir ikki tey
ríkisrættarligu
viður
skiftini, tí suverenitetur
in er ikki partur av hesi
lógini.
Nýskipanar
uppskotið í verki
Tá Sambandsflokkurin
í 1999 gjørdi sokallaða
Nýskipanaruppskotið,
var hetta júst málsetn
ingurin, sum seinni varð
staðfestur við yvirtøku
lógini. Sambandsflokkin
skeyt upp, at øll málsøki
skuldu kunna yvirtak
ast, uttan tey sum høvdu
við sjálvan suverenitetin
at gera.
Og har eru vit í dag.
Tað at yvirtaka til døm
is skipaeftirlitið og vita
verkið, fremur ikki nakr
an suverenitet.
Neyð lærir ongan
at spinna
Tað er einki galið í tí, at
yvirtøkur verða gjørdar
eftir tørvi og førleika,
men
fíggjarliga
hava
yvirtøkurnar
mangan
verið ein vanlukka fyri
Føroyar.
Í 1998 fóru politikarar
at marknaðarføra hetta
sum kallast »sjálvberandi
búskapur«.
Vit
skuldu
»standa á egnum bein
um,« varð sagt. Men hvat
er úrslitið? Um vit saman
bera árið í ár við 1998, so
kunnu vit bara staðfesta,
at munurin millum lands
kassaavlopið í 1998 og
undirskotið nú, er líka
stórur (í talvirði) sum allur
inntøkuskatturin
var
í
1998. Vit eru farin eitt heilt
tátíðar skattaár eftir hali
hvat sjálvbjargni hjá lands
kassanum viðvíkur.
Har kom einki ístaðin
fyri tað mista – tvørtur
ímóti. Vit fingu ongan
sjálvberandi búskap, og
neyðin lærdi ongan at
spinna.
Ikki eitt mál, men
eitt gott amboð
Fyri
Sambandsflokkin
hevur
ríkisfelagsskap
urin
ongantíð
verið
eitt mál í sær sjálvum,
eins og loysingin er tað
fyri
loysingarflokkar
nar. Men hann hevur
altíð
verið
eitt
týdn
ingarmikið amboð fyri
at røkka málinum, sum
er at menna føroysku
tjóðina bæði stjórnarliga,
fíggjarliga og mentana
rliga, og eg haldi avgjørt
ikki, at tíðin er farin frá
hesum amboðnum.
Yvirtøkur sum
bringuprýði
Tað er í lagi at gera
yvirtøkur,
um
hesar
kunnu vera við til at
menna føroysku tjóðina
stjórnarliga, fíggjarliga
ella mentanarliga. Men
yvirtøkur
sum
bara
hava til endamáls at
vera okkurt slag av dýrt
keyptum riddarakrossi
hjá politikarum, geva
onga meining. - Vit hava
sæð alt ov nógvar av
teimum.
Ríkisfelags
skapurin fer
ongan veg
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
»Havnin er ein lítil bygd, ein
viti mitt í havinum« soleið
is sigur Teitur í vælkenda
sanginum við sama navni, úr
fløguútgávuni »Káta hornið«.
Jú, Havnin er lítil saman
borið við aðrar høvuðstaðir,
men hevur allíkavæl nógv
at bjóða, og hevur ikki minst
nógv tilboð, sum í eini skip
aðari
menningartilgongd
kunnu betrast.
Ferðavinnan, ein
nattúrligur partur
av Havnini
Tá tosið fellur á hvørt Havnin
er lítil ella stór, og teir fyri
munir og vansar sum eru av
hesum, er nærliggjandi at
spyrja, um tað ikki júst eru
hesi viðurskifti sum gera
okkum spennandi sum ferða
mannaland.
Ferðavinnan eigur at fáa
bestu karmar at virka undir
í høvuðstaðnum. Nógv ferða
mannaskip leggja leiðina
framvið og umráðandi er
at hava hóskandi tilboð til
ferðafólk, óansæð nær á
døgninum hesi koma. Býur
in skal verða virkin á ferða
vinnuøkinum, og har er tað
umráðandi
at
handilslív,
mentanarlív og ferðavinnan
arbeiða saman, so vitjandi
fáa innlit í, hvat vit hava at
bjóða – tí vit hava nevniliga
sera nógv forkunnugt at vísa
fram.
Trivnaður í hásæti
Útilívið við matsovum og
veitingarstøðum annars er
umráðandi fyri at fáa ein
livandi bý, har trivnaður
er í hásæti – trivnaður hjá
okkum sum her búgva og hjá
teimum sum koma á vitjan.
Umráðandi er, at tey sum
skipa fyri hesum átøkum
og sum á henda hátt ríka
okkara bý, fáa góðar sømdir
at arbeiða undir, og kenna á
sær at høvuðsstaðurin sam
an við teimum, arbeiðir fram
ímóti einum livandi býi, har
bæði ferðafólk og fólk sum
búleikast her, trívast og
kenna stórbýardám, hóast
vit liggja fjarskotin í Norður
atlantshavi.
Vit hava brúk fyri ymisk
leikanum
Havnin skal verða stað
ið, har fólk trívist óansæð
húðarlit,
politiska
sann
føring, kynsliga orientering
og trúgv – tí tað er brúk fyri
okkum øllum. Havnin má
rúma okkum øllum, soleiðis
at tað kennist at pláss er
fyri ymiskleikanum og fyri
at vera saman hóast ymisk.
Hettar eru grundleggjandi
virðir sum okkara høvus
staður má byggja á, og fer
hettar eisini at gera okkara
lítla høvusstað enn meira
attraktivan hjá ferðafólki at
koma til, eins og okkara ungu
sum eru uttanlands í lestrar
ørindum.
Havnin sum
lestrarbýur
Tað er av alstórum týdningi
at Havnin livir upp til at
vera flaggskipið á útbúgv
ingarøkinum.
Skálatrøð og Vágsbotnur
eru sannar perlur í býnum,
og upplagt stað at skapa
rúm fyri einum virknum
lestrarbýi. Vit mugu sum
høvustaður
sjálvi
taka
ábyrgd og loysa tann tørv
sum er á einum virknum
lestrarumhvørvi. Her eigur
Tórshavnar Kommuna at
ganga á odda og skipa so
fyri, at hóskandi tilboð eru til
teirra, sum ynskja at útbúgva
seg í Føroyum. Tilboðini og
lestrarumstøðurnar annars,
eiga at vera soleiðis háttað
ar, at útlendingar eisini koma
hendavegin at nema sær
útbúgving, tí vit hava brúk
fyri einum altjóða lesatrar
umhvørvi, sum kann geva
okkum neyðugan íblástur til
framhaldandi menning.
Vágsbotnur/Skálatrøð
Økið niðri í Vágsbotni er
savningarstað
hjá
flestu
havnarborgarum,
ungum
sum eldri, og tað er at
fegnast um. Økið er sera
hugnaligt og útbyggingar
seinastu árini hava gjørt at
Vágsbotnur hevur ment seg
nógv. Talið av bátum sum
liggja í Vágsbotni og á brúgv
unum úti á Skálatrøð økist
alsamt, og tað er at frøast
um, tí hesir og tey sum eiga
hesar, eru viðvirkandi til
at geva økinum ein serliga
hugnaligan dám. Gott er at
hesin parturin av okkara
mentan eisini er í menning,
og tí má býurin áhaldandi
skipa so fyri, at nóg mikið
av bátaplássum eru, so vit
fult út kunnu njóta friðsælu
býarmyndina sum hesir sýna
okkum.
Arbeiðið at menna Vágs
botn og at taka endaliga
støðu til, hvat skal gerast við
økið á Skálatrøð, mugu liggja
frammarlaga.
Íløgur
eiga
at gerast, so størri virksemi
verður á hesum støðum –
virksemi sum stimbrar fólka
tilflyting.
Menning av
høvuðstaðnum –
ein avbjóðing!
Jú, Havnin er lítil og hev
ur nógv at bjóða, men um
ráðandi er ikki at setast
hendur í favn, men áhaldandi
at menna býin eftir eini skip
aðari ætlan, so Havnin til all
ar tíðir verður attraktiv fyri
tey, ið her búgva, tey ið vitja
býin og tey sum ynskja at
flyta hendanvegin.
Skilagóð, nýhugsað og
framskygd
menning
av
høvusstaði okkara er ein av
bjóðing, sum er umráðandi
at taka í størsta álvara, tí við
menning fáa vit fólk at trív
ast og at flyta heim aftur.
Nýhugsan og
framskygd
menning!
Andrea Heindriksdóttir
Zakarias Wang
Fríðrikur og
sambandið