Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 8. august 2012 · Nr. 91 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikuskiftið 10.-12. august 2012 er aftur ovastevna í Nóls­oy, og spennandi verð­ur at frætta, í hvønn mun kommunvalið í ár verður tikið fram í setanarrøðuni - og í hvønn mun politikkarar fara at hitta veljararnar hes­ar dagar. Nógvir fyrimunir hava verið av saman­ legg­ingini - og okkurt er eisini fyriskipað, ið Nóls­oy sum einsamøll kommu­na ikki hevði kun­n­að staðið fyri. Her hug­si eg serliga um klo­ akk-viðurskiftini, nýgg­ ju atløguna, fót­bólts­vøl­l­ in og báta­pláss­ini. Felags fyri hesi økini er, at Tjóð­ veldi eigur for­mans­sess­ in í av­var­andi nevndum! Men tíanverri eru nógv gylt lyfti enn, har komið ikki er á mál: Vetrar­friðingin, báta­ dráttur, tyrlu­pall­ur, út­ stykk­ing, eldra­sam­býlið og at broyta ætlan­ina at bygg­ja svimji­hyl, til held­ur at verða ein stór fimleikahøll, ið kundi havt atknýttan møgu­ leika til máln­inga­fram­ sýning (t.d. av Steffan Daniel­sen). Vón­andi verð­ur gott úrs­lit í heyst, har fleiri um­ boð fyri Tjóðveldi eru í býráðnum og har­við tryggja, at hesi leysu lyfti eisini verða út­ int í verki. Okkurt av hes­um málum krevur, at Tjóðveldi er so væl mann­að, at vit eru í sam­ gongu­ni. Fyri mong er bý­ráðs­ valið ikki parta­polit­ iskt, men tað er tó ein sannroynd, at inn­an mentunarøkið, skúla­ økið og í øllum fram­ at­lít­andi visiónum er neyðugt at velja fólk á Tjóð­veldislistanum. Harafturat vænti eg, at fyrimunur er fyri allan útjaðaran í Tórshavnar kommu­ nu, um umboð úr út­ jað­ara­num eru millum býráðs­lim­irnar. Og fyri­ mun­ir­nir fyri útjað­ar­ an eru vinningar fyri kommununa. Lit­palett­in fyri Tórshavnar kommu­ nu verður nógv litríkari og dragandi fyri nýggjar borg­ar­ar, um fokus verð­ur sett á at styrkja og menna útjaðaran. Ætlan­in við staðbundnu nevndu­num var helst góð, men tað er sjón fyr søgn, at hesar nevndir ikki hava vald og í alt ov lítlan mun verða hoyrd­ ar - hetta kann betrast um útjaðarin er politiskt umboðaður, og fundir við staðbundu nevnd­ir­ nar verða betri skipaðir og fastlagdir. Stór tung mál - eisini innan mentanarøki - standa fyri framman. Verður hugsað um musikk­skúlan og tjóð­ pall, so er hetta heilt víst millum nøkur lov­ orð, ið tikin verða fram komandi tíðina. Ynski mítt er, at veljarin lýtur aftur á seinastu árini og leggur sær í geyma, hvør hevur sess á mentun­ar­ øki­num, og vísir Tjóð­ veldinum álit til kom­ andi val. Ovastevna í Tórshavnar kommunu Jákup av Skarði Tá íløgan gevur 50% avkast! Hanus Samró Lesandi og løgtingslimur fyri Fólkaflokkin Hetta er ein greinarøð í seks pørtum. Fari við hesum at við­gera evnið fráflyting, sum hevur fylt eina rúgvu í miðlunum. Greinarøðin tek­ ur ikki bara støði í polit­iska gerandisdegnum, men verð­ ur hon harumframt grund­ að á gerandisdagin, sum undirritaði hevur á Setri­ num. Samantvinningin av praktiskum og politiskum áhuga­málum er ikki so ein­ føld, men skal undirritaði eftir besta førimuni halda ting­ini atskild. Fyrsta greinin er um játtan­ina og økta næm­inga­ talið. Játtan Fyri at seta kjakið í per-s­ pek­tiv er neyðugt at vísa á, hvussu nógvir pengar eru játt­aðir til Setrið sein­astu ár­ini. Um vit taka tíðar­ skeið­ið frá 2007 til 2012, eru játtanirnar hækkaðar úr 51,6 mió. til 71,5 mió. kr. Í prosentum er játtanin hækk­ að við umleið 40%. Hetta er støðug og jalig fram­gongd, tí hon vísir, at polit­iska skipanin, sum um­ boð­ar allar flokkar á tingi, hev­ur í ávísan mun raðfest út­búgv­ingar í Føroyum. Gamaní, vit eru ikki komin á mál, tí ungdómur flytur framvegis av landinum, men um vit síðani hyggja at næmingatølunum, eru greiðar ábendingar um, at íløgan gevur avkast. 465 næmingar vóru við skúla­ársbyrjan 08/09 á Setri­ num, meðan umleið 700 byrj­ aðu í 10/11. Fyrivarni skal hinvegin tak­ast við tølunum, tí tølini eru grundað á siðvandu útbúgv­ing­arnar, sum Fróð­ s­kapar­setrið bjóðar, tí um vit taka næmingarnar á t. d. Vinnu­háskúlanum, eru tølini upp­aftur størri. Um vit taka allar hægri útbúgv­ingar, ið verða bjóð­ að­ar í Føroyum, byrjaðu 605 næm­ingar í 07/08, meðan 876 næmingar byrjaðu við skúlabyrjan í 10/11. Í pro­sent­ um er hetta ein øking uppá 46%. Harafturat kann nevnast, at 350 næmingar søktu á Fróð­skap­arsetrið í 2012, meðan 273 næmingar søktu í 2011. Hetta er somuleiðis ein øking uppá umleið 30%. Møguleikar Um síðani verður hugt at útbúgv­ingunum, sum verða bjóð­að­ar á Setrinum, eru val­ møg­uleikarnir hesir: Søgu- og samfelagsdeildin: • Stjórnmálafrøði • Samfelagsvísindi • Søga Læraraskúlin: • Námsfrøði • Læraraútbúgving Føroyamálsdeildin: • BA og MA í føroyskum Náttúruvísindadeildin: • Náttúruvísindi • KT-verkfrøði • Lívfrøði Sjúkrarøktarfrøðiskúlin: • Sjúkrarøktarfrøði Tað hevur annars ljóðað, sum tað næstan ikki eru út­ búgv­ingar at fáa í Før­oyum, men omanfyri nevndu út­ búgv­ingar fevna rættiliga víða. Gamaní, siðvandu út­ búgv­ingarnar, sum løgfrøði (grund­skeið verður bjóðað) og búskaparfrøði verða ikki bjóð­aðar, sama kann sigast um sosiologi v.m., men tað er mín vón, at Fróðskaparsetrið í framtíðini kann bjóða hes­ar útbúgvingar. Tað er neyðugt at hava í huga, at útbúgvingarnar, sum søgu- og samfelagsdeildin bjóða, byrjaðu aftur við samfelags- og stjórnmálafrøði í 2010, aftaná at deildin hevði ligið still í nøkur ár. Undirritaði var ein av teim­um, sum byrjaði tá. Týdningurin Í fjør var fyrstu ferð í søgu Fróð­skaparsetursins, at tveir árgang­ir gingu samstundis á søgu- og samfelagsdeildini. So­statt vóru umleið sjeyti næm­ingar á deildini við skúla­byrjan 2011. Komandi skúlaár verður tað fyrstu ferð, at tríggir ár­gangir eru samstundis. Fjøru­ti nýggir næmingar byr­ja aftaná summarsteðgin, og sostatt koma upp ímóti hundrað­ogtíggju næmingar at ganga á deildini, sum byrjaði í 2010. Hetta er at fegn­ast um, tí tað vísir eina støðuga menning, støðug­ an eftirspurning eftir út­ búgv­ing­um í Føroyum, tí vórðu útbúgvingarnar ikki bjóðaðar, er tað ikki óhugs­ andi, at hesi upp í móti hundrað­og­tíggju fólkini fluttu av landinum. So týdningarmikil eru út­ búgv­ingar fyri frá-flyting­ina. Tað eru sjálvandi byrja­ nar­trupulleikar, sum læra­ r­ar og leiðslan á søgu- og samfelagsdeildini skulu taka sær av. Kann t.d. nevna, at undir­ritaði hevði jólaferiu frá desember til hálvan apríl, meðan aðrir næmingar byrj­ aðu síðst í januar og fingu summar­feriu hálvan apríl. Tíverri eru tað eisini floks­felagar, ið byrjaðu á Setri­num, sum eru rýmd til onn­ur lond at lesa, tí skeiðini vóru ikki nóg búgvin. Sum sagt, í fjør var fyrs­ tu ferð í søgu Fróð­skapar­ setursins, at tveir flokk­ar gingu samstundis á søgu- og sam­felags­deildini. Av­bjóð­ ing­in komandi ár kemur at vera, hvussu leiðsla og lærarar handfara og sam­ skipa tríggjar flokkar á rað. Tað tekur tíð og orku at byggja eina útbúgving, men tað gera vinnuligar íløgur eisini. Avkast Tískil eri eg av tí áskoðan, at vit framhaldandi skulu menna søgu- og sam­ felags­deildina. Íløgurnar eru gjørdar, men nú skulu lærarar og leiðsla hava støðu­ g­ar karmar, fáa neyðugu roynd­ir­nar, áðrenn farið verð­ur undir nýggjar út­ búgv­ing­ar. Ikki fyrr enn vit hava ment núverandi útbúgvingar, kunnu vit gera íløgur í t.d. løgfrøði (grundskeið verður bjóðað) og búskaparfrøði, ella okkurt heilt triðja. Hetta tekur tíð, men tað skal í framtíðini ikki koma fyri, at lesandi byrja uppá eina út­búgving í Føroyum, men rýma nakrar mánaðir seinni, tí skeiðini ikki vóru búgvin. Tíverri kemur hetta fyri, men tað er mín vón, at støðugir karmar og neyðug­ar royndir, sum núverandi sam­ gonga mælir til, er skynsam­ asta loysnin, tí tølini oman­ fyri vísa, at íløgurnar geva 50% avkast.