Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. august 2012 · Nr. 91 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ársdagin fyri ræðuligu hendingunum, sum fóru fram í Oslo og á Utøya í Noreg 22. juli 2011, var minningar­hald fyri teim­ um, ið tá lótu lív. Í norska sjónvarpinum sóust aftur og aftur uppblástar hjarta­for­ maðar ballónir við áskrift­ini: ”Men størst av alt er kjær­li­g- het­en…” Henda útsøgnin kemur úr Bíbliuni. Jú, av sonnum er kærleikin størstur. Hví er kærleikin størstur? Jú, tí Bíbliun­nar Gud er kærleiki. 1) Minningardagin fyri syrgu­ligu hendingarnar vóru røð­ur fluttar fram av fleiri kend­um persónum, teirra mill­um Hákuni krúnprinsi, ið tal­aði til ta tíggjutúsundtals stóru manfjøldina, ið lýddi á. Hesar røður vórðu sjón­varp­ að­ar til norsku tjóðina. Við endan av røðuni, segði Hákun krúnprinsur: ”Plassen her og gaterne er fulle av kjær­lighet.” Norðmennirnir vildu ikki at beiskleiki saman við hevnd skuldu vinna á teim­ um! Guds kærleiki vil altíð øllum menniskjum tað allar­ besta. Kærleikin er ongantíð óvirkin. Kærleiksviðurskiftini millum Gud og menniskjunna Vælkent er versið, sum Martin Luther kallaði ta ”Lítlu bíbliuna”: ”Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki for­tapast, men hava ævigt lív” 2) Guds kærleiki er eisini prógv­að­ur í hesum orðum: ”Tí meðan vit enn vóru mátt­leys, doyði Kristus, tá ið tíðin var komin, fyri gud­ leys. Neyvan fer nakar at doygg­ja fyri ein rættvísan – fyri hin góða kundi tað verið, at onkur hevði havt mót at doyð – men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okk­um, meðan vit enn vóru synd­ arar.” Í tí er kærleiki Guds opin­ beraður millum okkara, at Gud hevur sent Son Sín, hin einborna, í heimin, fyri at vit skulu liva við Honum. Í hes­um er kærleikin: Ikki at vit hava elskað Gud, men at Hann hevur elskað okkum og sent Son Sín til bót fyri syndir okkara.” 3) Gud vísti og prógvaði at Hann elskaði okkum, tá Hann gav Son sín hin ei­n­ bor­na at doygg­ja fyri okk­ um, meðan vit vóru mátt­leys, gudleys og synd­ar­ar, sum stóðu í skuld til Hansara. Eins og Gud hevur elskað alla manna­ættina markleyst, so elskaði Hann eisini Sonin, Jesus Kristus. Kærleiksviðurskiftini mill­um Faðirin og Sonin Fimm ferðir lesa vit um rødd Faðir­sins til Son Sín: ”Hesin er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til.“ 4) Tríggjar ferðir lesa vit í hesari útsøgn Faðirsins: ”Hoyr­ið Hann” 5) Eisini nýtir Bíblian mynd­ ina, at Kristus er ein stein­ur í einum bygningi (sam­komu­ bygn­ing­inum) og at hesin stein­ur er Gudi – ”útvaldur og dýrabarur.” 6) Sonurin var sanniliga Faðir­i­num elskuligur, tokka­ ligur, útvaldur og dýrabarur! Kærleiksviðurskiftini millum Sonin, Jesus og Faðirin Harrin Jesus sigur: ”Men fyri at heimurin kann sanna, at Eg elski Faðirin og geri, sum Faðir­in hevur boðið Mær – reisist, latið okkum fara hiða­ni!“ 7) Eisini sigur Jesus: ”Tí Eg eri komin niður av Himli, ikki at gera vilja Mín, men vilja Han­sara, sum sendi Meg.” 8) Jesus bað í Getsemanne til Faðir Sín og segði: ”Tó, verði ikki vilji Mín, men Tín.” 9) Kærleiksviðurskiftini millum menniskjað og Harran Jesus Harrin Jesus er sera greiður hvat boðum Hansara við­ víkur: ”Tann, ið heldur boð Míni, er tann, ið elskar Meg…. Um nakar elskar Meg, heldur hann orð Mítt...Tann, ið ikki elskar Meg, heldur ikki orð Mítt.” 10) Boð Harrans Jesusar eru mong, men í hesum saman­ hangi verður hugsa serliga um hitt kristna og bíbilska hjúna­r­bandið. Vit lesa tvær ferðir í Gam­ la Testamenti: ”Ær faðir tín og móður tína, so tú kanst fáa langt lív í landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær!”.....og tær kann gangast væl.” 11) ”Ær faðir tín og móð­ur tína – soleiðis sum HARRIN Gud tín hevur álagt tær - og tær kann gangast væl.” 12) Vit lesa í Nýggja Testa­ menti, at Harrin fimm ferð­ir sigur: ”Ær faðir tín og móð­ ur tína!“ 13) Paulus sigur við børnini í samkomuni í Efe­ sus: ”Tit børn! Aktið for­eld­ur tykk­ara í Harranum, tí tað er rætt. Ær faðir tín og móður tína.“ 14) Sambært øll hesi skrift­ støðini, bæði í Gamla og Nýggja Testamenti, síggja vit, at Harrin Jesus og Paulus sta­ð­festa hitt bíbilska og krist­na hjúnarbandið millum mann og kvinnu. Harrin Jesus sigur: ”Hava tit ikki lisið, at Skap­arin av fyrstum gjørdi tey til mann og kvinnu og segði: Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold!“ 15) Í Efesusbrævinum 6 lesa vit um viðuskiftini millum mann og kvinnu í tí kristna hjúnar­bandinum, “tit menn” og “tit konur”. Soleiðis stað­ festir øll Bíblian hitt krist­na hjúnar­bandið millum ein mann og eina kvinnu. Soleiðis sum maðurin og kvinnan eru skapt, sigur okk­um, at tey hoyra saman í hjúnar­bandi!! Hvør er so niðurstøða okkara? Gud elskar menniskjuna, Gud Faðirin elskar Sonin, Son­urin elskar Faðirin, men elska vit Sonin, nevniliga Harr­an Jesus og gera sum Hann sigur? Tríggjar ferðir lesa vit, at Faðirin sigur um Jesus, Son sín, meðan fólki hoyr-di: ”Hoyrið Hann!” Tað vil siga, at vit eiga at lurta eftir, hvat Jesus sigur, og gera og liva, sum Hann sigur, “Um nak­ar elskar Meg, heldur hann orð Mítt.” 16) Kunnu vit annað enn elska Harran Jesus, og orð Han­sara. Hann sum hevur elsk­að okkum so ómetaliga nógv. Eisini verður ført fram, at vit eiga at elska næs­ ta okkara, jú, rætt er tað. Hvør er so næsti okkara, so sanniliga er tað fyrst og fremst faðir og móðir okk- ara. Vilja vit halda boð Guds í hesum føri, nevniliga, at æra faði­r og móðir? Ein og hvør kann so spyrja seg sjálvan: Elski eg Harr­an Jesus og geri sum Hann sigur? Skilligt er fyri einum og hvørj­um, at verður hjúnar­ band­ið knýtt saman á annan hátt enn millum mann og kvin­nu – er møguleikin ikki til steðar at æra faðir og móð­ir. Um stóra loyndarmálið við hjúnarbandinum millum mann og kvinnu, lesa vit í Orði­num: “Hetta loyndarmálið er stórt – tað er Kristus og sam­ komuna, eg hugsi um við hesum.” 17) Gud hevur stovnað hjúnarbandið millum mann og kvinnu Hjúnarbandið millum mann og kvinnu er eins og viðurskiftini millum ta kristnu samkomuna og Harr­ an Jesus. Tí sær Harrin Gud okkara sera álvarsamt uppá stovnin hjúnarbandið, sum Hann sjálvur hevur íbirt. Alt óreglusemi við­ víkj­andi ikki at halda boð Jesus­ar vil hava neiligar og álvarsamar avleiðingar. Kanska vit ikki ásanna hetta við tað sama, men sum frá­ líðu­r fara vit at síggja tað. Tað er ikki bert í umrødda føri, men eisini á mongum øðr­um økjum við. Tónleika- og sangstjørnan Elton John, sum livir saman við øðrum manni og hava ætt­leitt eitt dreingjabarn, hevur sagt: ”Sønnen vill bli knust når han finder ut av han ikke har en mor”. (yvirskrift í ”Dagbladet” netutgaven 16. juli 2012) Kanadiumaðurin David Hallse, sum hevur stórt rá­ gev­ingar virksemi innan sam­komu í Toronto, vitjaði í Leirvík mai 2007, segði fyri mær, at tað hevði veridð ein sera hugvekjandi og skak- andi skrúðgonga í USA av 20000 til 25000 tanáringum, har slagorið var: ”Hvar er er pápi mín og hvar er mamma mín?” Í almennu fjølmiðlunum hoyra vit mong rópa hart um kærleika sín, og eisini er bíbliu­orðið: ”størstur er kær­ leikin” ella “tú skalt elska næsta tín, sum teg sjálvan.” ofta at hoyra, men Jesus sig­ ur: ”Um nakar elskar Meg, held­ur hann orð Mítt”. 18) Størsti kærleiki vit kunnu sýna Harranum Jesusi er, at taka ímóti Hansara kærleika í trúgv, at taka ímóti Honum, sum vin og frelsara og seta okkara álit á Hann. Hann sig­ ur ”fyri at hvør tann sum trýr á Hann skal ikki fortapast, men hava ævigt lív”. 19) Gud gævi Harrin hjálpi okk­um øllum, frá tí hægsta til tann lægsta, at æra faðir og móðir og hávirða og verja kjarnu­familjuna alt tað vit megna, og sostatt lýða boð Harr­ans Jesusar, tá tað snýr seg um kærleikan millum mann og kvinnu og Harran Jesus!! Gud signi mítt føðiland Føroyar!!! Jógvan Páll Sevdal Bíbliuorð, ið sipað eru til í greinini: 1) bræv Jóhannesar 4:16 2) Jóhannesar evangelium 3:16 3) Rómbrævið 5:6-8 og 1. bræv Jóhannesar 4:9-10 4) Matteus 3:17; 17:15; Markus 9:7; Lukas 9:35 og í 2. Pætursbrævi 1:7 5) Matteus 17:15; Markus 9:7; Lukas 9:35 6) 1. Pætursbræv 2:4 7) Jóhannesar evangelium 14:31 8) Jóhannes evangelium 6:38 9) Lukasar evangelium 22,42 10) Jóhannes evangelium 14:24 11) 2. Mósebók 20:12 12) 5. Mósebók 5:16 13) Matteus 15:4 og 19:19; Markus 7:10; og 10:19; Lukas 18:20 14) Efesusbrævið 6:2 15) Matteusar evangelium 19:4-5 16) Jóhannes evangelium 14:23 17) Efesusbrævið 5:32 18) Jóhannes evanglium 14:23 19) Jóhannesar evangelium 3:16 Kjak Hin bíbilski kærleikin Jógvan Páll Sevdal