Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 8. august 2012 · Nr. 91 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Diana Nygaard Fuglarnar sungu, bláur himmal og spenningur í luftini. Men hetta vardi ikki longi. Hetta var mín fyrsti dag­ ur í skúla. Vit vóru nógv­ ir næmingar saman við foreldrum og systkin, ið stuðl­andi fylgdu við henda dag. Vit heilsaðu uppá øll, og sungu. Eg kendi tvey í flokkinum, men aftan á nakr­ar vikur vildu tey ikki kenn­ast við meg meira... við tíðini kendi eg ikki meg sjálva meira.. eg var horvin. At læra fall mær lætt, og av tí sama føldi eg meg væl í skúla­num, men lítið visti eg, at hetta var eisini ein orsøk at eg bleiv eitt offur fyri onn­ ur í flokkinum. Fingurin upp tá ein vildi nak­að, men tá ið eg gjørdi tað, byrjaði láturin og tey ondu orðini, ið píndu meira enn nøkur avbuking, eg nakran­tíð fekk.... »feita heks«, »for­kel­aði snotungi«, »halt kjaft eingin vil hoyra teg« og onn­ur minni hugnalig orð... eisini bleiv teskað og gløtt at mær, sum um eg var eitt djór, innibyrgt í búri. Eitt djór uttan rødd..eitt djór..hví eg, hví eg. Tað var mangan, eg gekk og hugsaði um, hví ting­ini vóru soleiðis, sum tey vóru. Aldrin gekk eg í barnagarð, og av tí sama var eg nokk eisini øðrvísi. Eg fekk aldrin somu »venjing«, ið at verja meg, sum tey, ið gingu í barnagarð, fingu. Ein plagar at siga »survival of the fittest«, hetta var ikki neyð­ ugt áðrenn skúlaaldur, tí tá vóru tað bara eg og míni systkin. Tíðin gekk spakuligt, og klokkan gekk ongan veg. Happingin versnaði, frá bert at verða psykiskt til at blíva meira fysiskt. Tað vóru dagar har man kom heim, blámeltað. »Eg datt í trappunum, eg smekk­aði meg í, eg datt av súkkl­u­ni!« Hetta vóru bert nakrar fáar umberingar, ið eg kom við heima við hús, eg skammaðist at fortelja hvat tað var, ið gekk fyri seg í skúla­num. Heldur ikki tordi man at verða ein »slatrit- ask­a«, hetta hevði gjørt alt verri. Árini gingu, og nú gekk man í fimta flokki. Tingini vóru tey somu. Enn var man eitt sosialt útskot. Men tíverri hevði man vant seg til tað. Enn sat man við spurn­ inginum hví?.. Mínir tveir vinir høvdu nú fingið arðar vinir, ið vóru populer, og av tí sama var eg nú teirra fíggjandi, hetta píndi. Føl­di meg meira einsamalla enn nakrantíð. Í tímunum royn­ di eg sum best bara at klára meg væl og ignorera orðini og teskið í krókunum. Hetta megnaði eg væl, og eg kláraði meg væl í skúlanum, her føldi eg meg tryggan. Men í fríkorterurnum var eg bangin. Har var einki hol, eg kundi krógva meg í. Einki stað har eg kundi merkja trygg­leika. Heimafturkomin merkti mamma, sum altíð var har, broyt­ing­ar í dóttir síni. Eg tos­aði minni, orkaði minni, var hovin um eyguni, og vildi helst ikki út. Men at seta meg við sjónvarpinum tímdi eg væl. Eg merkti eisini eina sorg hjá mínum foreldrum um, at dótt­urin var ólukkulig, men tey vistu nokk ikki annað at gera enn at taka um meg, ella geva mær friðin, ið eg ikki fekk, tá eg var í skúla. Frið at verða tann persónur, ið eg var. Frið at verða eg. Eg bleiv meira og meira illsint, vreið­ in fylti allan dagin. Tað, ella sorg­in. Míni foreldur gjørdi eina roynd at snakka við lær­ar­ ar­nar, men her bleiv bert sagt, at tey ikki vistu, hvat tey snakkaðu um. Tey sóu einki. Ein lygn. Mín sorg var ikki nøkur lygn, og tað sóu míni foreldur. Og sorg­ina eg sá í eygunum á mínum foreldrum og systkj­um, gjørdi meg meira sorg­bund­ na, føldist sum eingin vón var. Bert myrkur. Í fjølmiðlunum bleiv man bom­bar­der­aður av myndum av teimum perfektu kvinnu­ num, hetta skuldi man lík­na, um man vildi hava tað per­ fekta lívið. Hetta eydnaðist eisini summu­m í mínum flokki, ella so­leiðis sá eg tað tá, meðan í mín­um spegli var tað bara eg. Nak­að, ið ikki kundi verða nakað annað, ein feilur. Eg mer­kti eina pínu í mær, eina pínu ið bert vaks.. eg vildi hava hesa pínu at støðga. Tað var tá, eg fór at skera meg. Eg kann ikki forklára, hvat hetta gjørdi við meg. Men tá ein merkir eina pínu inn­an, ið bara veksir og veksur? Og har pínutablettur ikki virka, har gav rakiblaðið mær eina pínu, ið eg kundi hondtera og medicinera, hetta síggi eg tann dag í dag. Eisini kann nevnast, at ein fekk etingarólag í kampinum at røkka tí fullkomna kvinnukroppin.. at fáa sosiala accept ímillum mínar javnlíkar í skúlanum. Fuck mínar javnlíkar í skúlanum! Sum 14 ára gomul var tað fyrstu ferð, míni foreldur blivu tilkallað til foreldrakreppufund í skúlanum. Aftan á ein harðan umgang av teimum í mínum »kæra« flokki, fekk eg nokk, fór á wc, og – lat okkum bara siga – skar men á skeiva stað, og bleiv funnin. Á fundinum høvdu tey sagt, at eg var farin frá at klára meg væl til at klára meg ikki so væl. Innilæst. Fjaldi meg, eisini innan í mær sjálvari. Eg var nú bert eitt skal. »Ljósini eru tendrað men eingin er heima«, var eitt útrykk, ið ofta bleiv brúkt um meg. Eisini kom kommunan uppí, ella rættari sagt barnaverndin. Í byrjani fingu vit ein stuðul heima, hetta so tey kanska kundi síggja, hvat kundi gerast øðrvísi fyri at venda tað skaðiligu gongdini. Tey komu við einum tilboði ið æt »psykologiska viðgerð« fyri at finna rótina til pínuna, og læra meg at sleppa og koma víðari. Hesum tilboð tók míni foreldur av, tó var hetta ikki snakkað um við nakran annan, hetta var, tá nakað, ið var »skomm«, orsaka tabu, og manglandi information síggi eg í dag. Psykologurin bað meg for­telja eitt sindur um meg sjálva. Hvat havi eg at fortelja, ið er vert at fortelja, spurdi eg. Tað sum hon segði síðani fekk meg at gráta og lata meg sum eina bók. Hon segði, »tú ert alt verd«, tú ert her, tí tað eru nøkur rundan um teg, ið elska teg, og vilja hjálpa tær. Eg vil hjálpa tær, men fyri at kunna gera hetta, mást tú eisini vísa ein vilja til at hjálpa tær sjálvum. Í hesum læruríku tíðini eg kom til hana, lærdi eg nógv um meg sjálva. Eisini um øll hini í mínum lívi. Tað var ein sera hørð process, ein gongd, ið mangan breyt meg meira niður, enn hvat tað bygdi upp. Psykologurin fekk meg at ásanna, at eg hevði givið skarvin yvir. Tað ringasta, nakar kann gera ímóti sær sjálvum, eg ivaðist í mær sjálvari. Allar kenslurnar, ið komu fram undir hesi process vóru ótrúligar og óhugnaligar. Tað at lata verða við at skera meg sjálva fyri at fáa kontrol, og fullkomuliga lata meg sjálva upp og føla allar kenslurnar, ið fjaldu seg innan í mær. Eg visti ikki eg bar upp á so nógva vreiði, ella tað at eg var so beisk. Eg mátti læra at føla og lova mær sjálvum at føla. Heimafturkomin og aftur komin í skúla aftan á eina sindur forlongda summar­ feriu, føldi eg meg stríðsfúsa at fara í skúla. Tó við nervum. Hvussu fóru næmingarnar og lærarnar at síggja meg, og ikki minst familjan. Men her var ikki nógv at koma eftir, tey hugdu enn eftir mær, sum um eg var eitt djór, og ljót orð vóru enn gerandis­ kost­ur. Men við at brúka tey a­m­boð, ið eg hevði lært frá psykologi­num, dugdi eg betri at takla trupu­l­leikarnar. Heima millum mína famil­ju merkti eg eisini eina broyting, ja tey vóru enn stuðlandi, elskandi og mo­ tiv­er­andi, men tey hugdu at mær við øðrvísi eygum, við nervøs­um eygum, merkt av nervøsi­teti fyri í ókenda, ner­ vøs fyri tabu'i, ið var so farligt at bróta tá í tíðini. At bróta hetta var so at siga sum ein sosial­ur deyði. Eg føldi tað, sum um at eg »vaks« innan av nýggjari vitan, nýggjari styrki, og at míni avvarðandi vóru noydd at royna at fylgja við, tó tey ikki høvdu amboð at arbeiða við, ongan at fylla tey við forstáilsi og lær­dómi um seg sjálvan, og tað at verða avvarðandi. Ja eg eri takksom at hava fingið hjálp, men míni avvarðandi blivu gloymd, og nú ferðaðist okur á hvørjum sínum staði í lívi­ num. Míni kæru systkin, eg havi sera ringa samvitsku av, at øll uppmerksomheitin um mínir trupulleikar tók upp­ merk­som­heitina vekk frá tykk­um. Eg sá eisini tykkaru pínu. Mín kæri bróður eg minn­ist tína sorg, tá mamma og pabba avgjørdu, at tú og systi skuldi norður til ommu í summaferiuni, so at mamma og pabba kundi kon­centrera seg um meg og mínir trupulleikar. Umskylda eg aldrin kundi verða tann syst­urin, ið tú hevði brúk fyri, tann systurin, ið eg átti at vera. Mín kærleiki til tykkum var har, men eg hvø­ rki orkaði ella dugdi tá at vísa tað. Í dag eri vaksin, mett av árum, eg havi lært av lívi­ num. Í dag dugi eg at síggja, at ymiskt skuldi verið gjørd ør­vísi. Í dag vita vit betur. Lær­ar­ar skuldi traðka inn beina­vegin við fyrsta tekn við happing, og trúgv mær, har vóru tekin. Kommunan átti at bjóða mínum av­varð­ andi líknandi tilboð, so tey kundu lært at skilt meg, dótt­ur teirra, og mína pínu og lært, at tey skuldu ikki ikki havt følt, at tað var teirra skyld, at eg hevði tað so ringt. Gó­ð­asta mamma mín, hevði eg kunnað tikið tína pínu eisini. Landið hevur eina ábyrgd fyri okkum borgarum. Tað skal verða pláss fyri okkum øll­um, stór sum smá, frískt sum sjúk. Hvør loftar mær?? Søgan er ein blanding av veruleika og fiktión. Eitt nú kom kommunan ikki upp í, men nú eg líti aftureftir síggi eg, at tað átti hon at havt gjørt Modellmynd