Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. august 2012 · Nr. 91 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan Niels gjørdist serliga gitin fyri at finna fram til eina ljósviðgerð av húð­tuber­klasjúkuni lupus, sum í óminniligar tíðir millum annað hevði vanskapað andlitið á sínum ofr­um, og sum eingin viðgerð hevði ver­ið fyri. Í røðini Hendur ið Sleptu sein­ asta fríggjadag var ein lýsing av barndóminum hjá Niels í Havn, sum beiggi hansara, Vilhelm, skriv­ aði í 1904. Við amtmansborgini í Kopargøtu er ein lítil inngirðing, sum er til minn­is um Finsen, og sum mynd var av í umrøddu grein. Av hesum sæst, at Niels hevur ver­ið ein sjáldsamur drongur. Hann fekk eisini góð ummæli bæði sum menn­iskja og sum vísindamaður. Allers Illustrerede Kon­versa­ tions Leksikon skrivaði í 1907: “Finsen var ikke blot frem­rag­ ende som Videnskabsmand men ogsaa som Menneske. Hans store Besked­en­hed og Elskværdighed frem­hæves almindeligt, ligeledes han mægtige Energi og Viljestyrke.” Eitt eyðkenni fyri Finsen var eisini, at hann var “dus” við sínar med­arb­eiðarar. Hetta er enn í dag sjáld­samt millum danir. Pápin var eisini merkismaður Niels Ryberg Finsen var næstelstur av 10 systkjum. Pápin, Hannes Christian Steingrim Finsen, var fødd­ur í Íslandi í 1828. Í 1858, tvey ár eftir, at hann hevði fingið prógv sum løgfrøðingur, fekk hann star­v­ ið sum fúti í Føroyum. Hann varð valdur á ting fyri Suður­streymoy í 1869, og hann gjørd­ist fastur limur og formaður í løgtinginum, tá ið hann gjørdist amt­maður í 1871. Hetta starv hevði hann til 1884, tá ið hann gjørdist stifts­amt­maður í Ribe. Hann var tí­skil embætismaður í Føroyum í heili 26 ár. Sonurin Olaf skrivaði í sínum endurminningum, at pápin var, “den nobleste, fineste personlighed, en stilfærdig, dygtig og flittig em­ beds­mand, som alle, han kom i ber­øring med, maatte holde af.” Hann verður eisini sagdur at hava verið føroyingum ein góður mað­ ur. Hetta kom eisini greitt fram í Dimmalætting, tá ið Finsen doyði í 1892, tá blaðið millum ann­ að skrivaði: “Hans bramfri, lige­ fremme Væsen, hans Venlighed og Imødekommenhed mod alle, hans Retsind og hans Nidkærhed, gjorde ham i høj Grad yndet”, eisini hjá teimum, sum kundu vera ósamd við hann. Misti mammuna fýra ára gamal Niels varð føddur 15. desember 1860. Hann var doyptur í Havnar kirkju 13. mars árið eftir. Millum faddrar­ nar vóru presturin Pryts, Jens David­sen, skrivari, og sýslumaðurin H.C. Müller. Mamma Niels, Johanne Sophie Caro­line Christine Formann, kom úr Keypmannahavn. Mamma henn­ ara Elisabeth Kristine Formann (1809-1901) gjørdist longu einkja 25 ára gomul. Hon náddi bara at vera gift í trý ár við Niels Ryberg For­ mann, sum Niels Finsen varð upp­ kallaður eftir. Tá ið Niels var fimm ára gamal, gifti Hannes seg upp aftur við Bir­ gitte Kirstine Formann, sum var syst­kina­barn fyrru konuna, og tey fingu seks børn. Tað er ikki nógv vit vita um hálvsystkini hjá Nielsi. Men í samkomublaðnum hjá Kristna­ stovu í Keypmannahavn er ein frá­ søgn hjá Andrew Sloan. Á einum úti­fundi á eini ólavsøku kom ein fremmandur maður til hansara og spurdi eftir gamla Sloan, pápa Andrew. Tá vísti tað seg, at hetta var Jón (John), yngsti sonur Hannes Fin­sen, f. 1872, sum nú vitjaði heim á sínar barndóms klettar. Hann búði tá í Johannesburg í Suðurafrika, har hann kom í eina kristna samkomu. Jón kom á møti í Ebenezer ólavsøkudag, har hann greiddi frá sínum vitnisburði. Eldri beiggi Niels, Olaf, (1859-1937) fór á skúlan Herlufsholm í 1873, og í 1875 fór hann at læra til apotekara. Tá ið hann var liðugur í 1883, kom hann til Føroya at vera apotekari. Seinni varð hann apotekari í Vejle og Keypmannahavn. Olaf var í Føroyum fram til 1913. Hann hevði umframt apotek eisini timbur­handil. Eisini var hann løg­tings­maður og formaður fyri borgara­um­boðanini í býráðnum. Um­framt hetta var hann týskur, hol­lendsk­ur og norskur varakonsul. Niels skrivaði nógv saman við Olaf. Tað eru varðveitt heili 172 brøv teirra millum. Í greinini fríggjadagin varð greitt frá barndóminum og fyrstu skúla­gongdina hjá Finsen. Hann fekk tað ummæli, at “evnerne er smaa”, men henda fatan broyttist skjótt. Kettan gav hugskotið, sum førdi til Nobelprísin Ein kelda til hesa grein er bókin “Lyssagen” hjá læknanum Jørgen Lyngsie. Finsen fór at lesa til lækna í 1882, og hann varð liðugur í 1890. Fyrsta hugskotið um ta gagn­ligu ávirk­ anina av ljósinum fekk eina­ferð, hann sá eina kettu á einum taki. So hvørt, sum tað skuggaði fyri sólini, fluttu kettan seg, so hon aftur fekk sólina á seg. Hetta saman við øðrum eyg­leiðingum, eisini av insektum, gav honum sannføringina, at sólar­ ljósið var grøðandi. Í 1877 høvdu bretskir granskarar stað­fest, at sólarljósið kundi drepa ella tarna sjúkuelvandi bakterium. Fin­sen bygdi sínar kanningar á hesa niðurstøðu. Eitt úrslit av hes­ um var ein serlig Finsenlampa, sum bert loyvdi lekjandi strálum framat. Byrjaði viðgerðina á fyrsta elverkinum í Keypmannahavn Eitt tað fyrsta avrikið hjá Finsen var at finna fram til eina viðgerð av koppasjúklingum. Hetta var í 1893. Hugskotið var at lata sjúklingarnar liggja í einum “reyðum verilsi”, so tær ultraviolettu strálurnar ikki sluppu inn. Hetta var gjørt við reyðum gardinum fyri vindeyguni, og tað bøtti beinanvegin um støðuna hjá sjúklingunum. Hetta var upprunaliga lítið Niels Finsen er kendur sum tann fyrsti danin, sum fekk ein Nobelprís. Men hann var eins nógv føroyingur, sum hann var dani. Í veruleikanum var hann bert hálvur dani, tí pápin var íslendingur. Men hann er føddur, doyptur, vaks upp, gekk í skúla og varð konfirmeraður í Føroyum. Mamma hanasara er jarðað á Svínaryggi, sum greitt frá fríggjadagin Niels R. Finsen: Føroyingurin sum fekk Nobelvirðisløn Niels Finsen saman við sínum heilsystkjum og donsku ommuni. Olaf og omman sita. Standandi v.f. eru Niels, Elisabeth og Vilhelm Partur av fylginum hjá Niels R. Finsen, ta ið hann fór til gravar