mikudagur 8. august 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 8. august 2012 · Nr. 91
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Komandi partur:
Komandi partur verður um bókina hjá Onnu
Evensen f. 1841, dóttir A. C. Lützen. Handritið er
nú komið til Føroya.
umhildið av øðrum læknum, men
teir fingu annað at síggja!
Niels
var
eisini
fittur
í
hondunum. Hann evnaði millum
annað ein serligan knív við
dupultum blaði til líkskurð.
Kanningarnar hjá Finsen høvdu
støðugt sólskin sum fyritreyt.
Hesum var ikki nóg mikið av. Tískil
fór hann at nýta kunstugt ljós
frá elektriskari kolboðalampu. Í
ljósinum frá slíkum lampum er
lutfalsliga nógv av sokallaðum
kemiskum strálum, t.v.s. ultraviolet
ljós, sum var lekjandi.
Hetta kundi omma hansara
als ikki skilja. Hon segði við ein
ommuson: “Nu vil Niels kurere Folk
ved at lade en Lampe skinne paa
dem – tror du aldrig, han vil blive
fornuftig?”
Í 1895 vendi Finsen sær til
Ib Windfeld Hansen (1845-1926),
leiðaran av fyrsta elverkinum í
Keypmannahavn, sum byrjaði sítt
virksemi í 1892.
Her fekk Finsen loyvi til at gera
royndir í rannsóknarstovuni. Tað
vísti seg, at ein av verkfrøðinginum
á elverkinum, Niels Mogensen,
hevði lupus í andlitinum. Hann
hevði í fleiri ár roynt ymsar
viðgerðir uttan úrslit.
Mogensen gjørdist tískil fyrsti
sjúklingur
hjá
Finsen,
hóast
hann var ringur av sjúkuni. Men
viðgerðin hjá Finsen virkaði, og
Mogensen gjørdist frískur. Hervið
var funnið fram til eina nýggja
pínufríu viðgerð fyri hesa sjúku.
Mogensen gjørdist hereftir ein
tann fremsti stuðulin hjá Finsen.
Frá barakk til Finsens
medicinske Lysinsitut
Windfeld
Hansen
fekk
skjótt
áhuga fyri hesi viðgerðini, og
hann sá, at tað máttu reisast
kapitalur til at finna eitt stað, har
hesar royndir kundu halda áfram.
Hetta eydnaðist. Borgmeistarin í
Keypmannahavn lat grundstykki,
og her varð bygd ein barakk, har
viðgerðirnar kundu fara fram.
Á einum fundi 23. oktober
1896 var sett á stovn “Finsens
medicinske
lysinstitut”
við
borgmeistaran í Keypmannahavn,
Borup, sum formanni.
Her var pláss til at viðgera 24
sjúklingar dagliga. Tað var skjótt,
at brúk var fyri meira plássi. Sum
frá leið komu eisini fleiri læknar
at arbeiða saman við Finsen. Hetta
var ikki minst neyðugt, tí heilsan
frá honum gjørdist verri og verri.
Ein av hesum læknum var Axel
Reyn, sum giftist við Elisabeth,
systir Niels.
Tað vórðu eisini fleiri, sum
komu
at
arbeiða
saman
við
Finsen á rannsóknarstovuni, har
tær vísindaligu kanningar vórðu
gjørdar. Finsen kom sostatt at
vera leiðari av einum toymi, sum
kom at samstarva um at náa úrslit.
Hetta var ein nýhugsan tá á døgum,
tá
granskarar
mest
arbeiddu
einsamallir. At arbeiða í toymi er
ein sjálvfylgja í dag.
Hetta skapti Finsen mótstøðu
frá læknum av tí gamla slagnum,
sum Finsen hinvegin ikki gav
serliga nógv fyri.
Í 1898 varð Finsen útnevndur til
professara, og í 1899 gjørdist hann
riddari av Dannebrog.
Samstundis versnaði heilsan
støðugt. Hann var ikki meira enn
23 ára gamal, tá hann merkti, at
honum bagdi okkurt. Men her vísti
hann eisini síni evni. Hann fann
fram til eina viðgerð við “tørdiæt”,
sum gjørdi, at hann hóast alt kundi
liva við sjúkuni.
Niels hevði sum sagt gott fólk
afturat sær. Ein teirra var Holger
Forschhammer, sum gjørdist yvir
lækni á instituttinum. Tí var tað
hann, sum kom at greiða frá kann
ingunum hjá Finsen á eini stórari
læknakongress í Paris í 1899. Tá
gjørdist
viðgerðarhátturin
hjá
Finsen kendur í einum størri høpi.
Í 1901 flutti virksemið hjá Fin
sen til størri hølir á Østerbro, har
tað eisini varð byrjað við røntgen
stráling og stráling við radioaktiv
um evnum. Eisini her var Finsen
undangongumaður. Hetta var Fin
sen Institut for indre Sygdomme,
sum nógvir føroyingar hava kent.
Finsen fann eisini fram til ein
heilivág fyri blóðmangul. Hann var
gjørdur úr oksa- og svínablóði.
Finsen sjálvur kom ikki so nógv
á stovnin seinastu tíðina. Heilsan
gjørdi, at hann nú mátti brúka alla
sína orku til gransking. Hann visti
eisini, at hann hevði avmarkaða tíð
eftir.
Ein trupulleiki var at útvega
innivist til allar sjúklingarnar, sum
komu aðra staðni frá í Danmark.
Her var útvegað eitt pensjonat, har
teir kundu búgva. Tað var enntá
skipað fyri arbeiði, so sjúklingarnir
kundu fáa eina inntøku. Skipað
varð eisini fyri kvøldskúlagongd.
Hetta var sanniliga nýhugsan tá í
tíðini.
Eisini var skipað fyri at útvega
pening til tey, sum vóru ringast fyri
fíggjarlig. Hetta vísir, hvussu men
niskjansligur Niels Finsen var.
Kongur kom inn á gólvið
Kongahúsið vísti eisini virksemi
num hjá Finsen áhuga. Frederik,
krúnprinsur, kom ofta framvið.
Hann stuðlaði ymiskum tiltøkum
fyri
starvsfólk
og
sjúklingar
fíggjarliga.
Tá ið Finsen hevði fingið Nobel
prísin, kom Christian 9. framvið
uttan fráboðan at ynskja tillukku.
Í 1901 og 1904 var Edvard kongur
í Bretlandi eisini á vitjan.
Nobel virðislønin
Finsen skrivaði 34 læknavísinda
ligar greinir um ymisk evni. Ta fyrs
tu skrivaði hann í 1887, men tann
fyrsta greinin um ljósviðgerð kom
í 1893.
Alt hetta virksemið endaði við,
at Finsen fekk virðisløn Nobels fyri
læknavísind í 1903.
Tað vóru ymsar meiningar um
hetta. Tað hevur kanska spælt inn,
at Finsen var deyðasjúkur og neyv
an kom at liva leingi. Tí var einki at
bíða við, um hann skuldi heiðrast á
lívi.
Finsen var longu tá so illa fyri,
at hann var ikki førur fyri at vera
við til almenna hátíðarhaldið, tá
ið heiðurslønirnar vórðu býttar
út. Hansara hátíðarhald var hildið
heima við hús. Virðislønin var kr.
140.000, eina risaupphædd í 1903. Av
hesum lat hann kr. 50.000 til stovn
in við hansara navnið, so hann
kundi gerast skuldarfríur.
Finsen doyði nýggju mánaðir
seinni, tann 24. september 1904,
bara 43 ára gamal.
Eftir egnum ynski varð hann ob
duseraður, so tað kundi staðfestast,
hvør sjúka tað var, sum hevði givið
honum so nógvar trupulleikar frá
ungdóminum av.
Tað vísti seg, at hann hevði
ta sokallaðu Pick-sjúkuna. Hetta
merkti, at hann hevði kroniskan
bruna í hjarta, lunga, livur og milti.
Finsen varð jarðaður 29. septem
ber frá Marmorkirkjuni í Vestre
Kirkegaard, har hann hevur ein
gravstein úr basalt, sum er úr Før
oyum.
Hetta var ein tann mest stórs
ligna jarðarferðin, sum hevur verið
uttanfyri kongshúsið. Tað var
eisini umboðað við jarðarferðina.
Umframt var ein stór fjøld av fólki
í fylginum.
Kona og børn
Í 1889 varð Finsen trúlovaður við
Ingeborg Balslev (1868-1963). Hon
var dóttir bispin í Ribe, Carl Frede
rik Balslev, kendur í Føroyum fyri
sína katekismus.
Í 1892 vórðu tey gift av pápa
hennara. Fyrsta barn teirra, føtt
í 1895, var ein drongur, men hann
doyði eitt samdøgur gamal. Hann
náddi at verða doyptur Gunnar.
Seinni fingu tey trý børn, Halldór
(1896-1987), Gudrun (1900-1948) og
Valgerda (1903-1998). Halldor gjørd
ist eisini lækni. Hann var lækni
í Espergærde til 1978, har dóttir
hansara Marianna gjørdist prestur.
Føroyingar kunnu sanniliga vera
ernir av hesum okkara landsmanni,
sum Dimmalætting í 1937 m.a.
lýsir soleiðis: “Han blev hædret
paa mange Maader af Alverdens
Videnskabelige Selskaber. Men han
forblev stadig den samme flittige
og beskedne Videnskabsmand, der
uegennyttigt arbejdede for sine
Medmennesker. Mange Steder i
Udlandet forstod man ikke denne
mærkelige danske Læge, der ikke
tjente Gulddynger paa sin Verdens
berømmelse.”
Niels og konan Ingeborg saman
við børnunum Halldor og Gudrun
Fín vitjan í 1903. Nr. 2 og 3 vinstrumegin frá eru Frederik
krúnprinsur og Vilhelm 2. næstur honum stendur Finsen
Sjúklingar áðrenn og aftaná viðgerð hjá Finsen
Toymið hjá Finsen. Sjálvur situr hann fremst í miðjuni.
Beint aftanfyri Finsen er svágur hansara Axel Reyn,
sum tók við leiðsluni, tá ið Finsen doyði