Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. august 2012 · Nr. 91 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jákup Jacobsen – Hesa vikuna hava vit havt eina stóra legu við heili 177 ungdómum, sigur Johann Petersen, ið hevur verið knýttur at leiðsluarbeiðinum í trý ár. – Legan hevur gingið ótrúliga væl. Tað er mest takkað veri, at tey ungu hava víst so væl at tey tíma. Tey tíma at vera úti, tíma at vera aktiv, tíma at syngja o.s.fr. Tað hevur verið sera stuttligt at ver­ið saman við hesum ungu, sum sprutla av orku og lívsgleði, sigur Jo­hann smílandi. Gularótin serstakliga væl umtókt – Mín uppgáva í leiðsluni hevur verið at leggja skránna og syrgja fyri, at tiltøkini koyra so væl sum gjørligt. Ein serlig uppgáva, sum eg havi havt, er at skriva lokala blaðið hjá Zarepta, ið kallast ’Gula­ rótin’. Hvønn morgun við morgun­ matarborðið fær hvør legu­luttakari eitt eintak, sum telir fýra síður. Hetta er mest ætlað til stutt­ leik­ar, men eisini sum ein kunn­ ingar­miðil. Eitt nú upplýstu vit posta­renningina í dag í blaðnum í morg­un, sigur Johann. – Mín fatan er, at tey ungu eru sera glað fyri blaðið. Men tað er nógv arbeiði í tí, og fer tað á leið ein hálvur dagur og ein hálv nátt til hvørt blað. Tað er tó stríðið vert, tí Gularótin slær øll met við at vera klárt mest lisna blað á Zarepta, sigur Johann flennandi. Góðtaka seg sjálva/n Zarepta byggir á kristna grund, og fyllir tað andaliga ein stóran part av leguni. Eitt nú hava tey tveir bíbliutímar hvønn morgun umframt aðrar løtu um kvøldini. – Vit hava roynt at lagt bíbliu­ tímarnar so nógv eftir teimum ungu sum gjørligt. Gjáramorgunin hevði Tóra við Keldu úr Klaksvík ein tíma við evninum um at duga at góðtaka seg sjálva/n. Jens Olsen av Toftum hevði í morgun ein tíma um Sálmarnar. Í kvøld koma Heidi og Regin Guttesen, ið virka í Italia, at hava eina løtu saman við teimum ungu. – Tá tey ungu koma vestur higar er tað frá øllum bakgrundum. Summi koma frá sunnum familjum, onn­ur frá brotnum heimi. Tað er tor­ført at vita, hvat tey ungu stríð­ ast við, men ynski okkara er, at øll - óansæð bakgrund - skulu kunna koma vestur higar og njóta eina viku saman við øðrum ungum í tryg­gum umhvørvi, samstundis sum tey nema lærdóm úr Bíbliuni, sigur Johann at enda. Gularótin setir met á Zarepta Eitt summartilboð til børn og ung, ið hevur verið afturvendandi tey síðstu 45 árini, er at fara á legu vesturi á Zarepta í Vatnsoyrum. Nógv talar fyri, at hetta er eitt vælumtókt tilboð, tí hvørt summar fara yvir 1000 børn og ung í Føroyum á legu á Zarepta. Herfyri var tað lega fyri tey 16 til 17 ára gomlu, og fingu vit orðið á ein av fyriskiparunum, Johann Petersen av Argjum.