mikudagur 8. august 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 8. august 2012 · Nr. 91
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jákup Jacobsen
– Onkuntíð hava vit verið á sama
liði, men tað eru vit so ikki í ár, sigur
Rúni.
– Men tað ger einki, tí mær
dámar eisini væl at koma at kenna
onnur ung, sigur Rógvi.
Mong av teimum ungu, ið fara á
Zarepta, eru ikki á fyrsta sinni, men
hava verið mong ár undan. Øðrvísi
er ikki við Rógva og Rúna.
– At koma vestur higar er ein
gyltur møguleiki at læra nógv um
Gud og Bíbliuna, sigur Rógvi.
– Eisini er tað bara ordiliga stutt
ligt at vera her. At koma at kenna
onnur ung er stuttligt, men eisini
tað at man møtir fólki aftur, sum
man ikki hevur sæð í longri tíð,
sigur Rúni.
Ymiskt stuttligt plagar at vera
á skránni teir ymsu dagarnar, sum
ein lega varir.
– Ístaðin fyri vanligan nátturða,
hava vit grillað úti í túninum, bæði
pylsur og burgarar. Tað var deiliga
frískligt, sigur Rúni.
– Fyrr í dag høvdu vit eisini eina
postarenning. Hon var ordiliga
stuttlig. Hon hevði átta ymiskir
postar, har tann eini til dømis var
at kasta vatnballónir millum sín,
sigur Rógvi.
– Í morgin fara vit at royna mini
golf, sum er nýtt her vesturi, sigur
Rúni.
Hóast stillfarin og við báðum
beinum á jørðini er Rógvi síðstu
árini vorðin eitt kent andlit í før
oyska tónleikaheiminum. Eitt nú
hevur hann í fleiri syftum framført
á Summarfestivalinum.
– Eg spæli guittar her
á pallinum, tá vit syngja.
Enn hevur tað ikki verið
nøkur
soloframførsla.
Men hvør veit, kanska
kemur onkur seinni á
leguni, sigur Rógvi flenn
andi at enda.
Óli Jákup Jacobsen
– Eg plagi at vera á Zarepta hvørt
ár. Eg kann als ikki ímynda mær
eitt summar uttan Zarepta, sigur
ein avgjørd Marianna.
– Sum trúgvandi er tað ordiliga
deiligt at koma vestur á Zarepta,
har man kann vera saman við øðr
um trúgvandi fólki í eina viku og
samstundis læra nógv úr Bíbliuni.
Hóast
tað
andaliga
fyllir
nógv hjá Marionnu, so er tað
nógv annað, sum er dragandi við
Zarepta.
– Mær dámar ótrúliga væl
at koma at kenna nýggj fólk. Á
mínum liði vóru fleiri gentir, sum
eg ikki kendi áðrenn, sum eg kenni
nú, sigur ein smílandi Marianna.
Blaðið hjá Zarepta, Gularótin,
er nakað, sum er follið í góðari jørð
hjá Marionnu.
– Eg haldi, at blaðið er ordiliga
stuttligt. Hon krydrar leguna rætti
liga væl, við tað at ein hevur okk
urt at flenna eftir hvønn morgun.
Vit gentirnar á liðnum plaga at sita
og lesa tað saman og flenna eftir
innihaldinum í tí, sigur Marianna
flennandi.
Hetta verður væntandi ikki síðsta
lega á Zarepta hjá Marionnu í ár.
– Ætlanin er at fara at hjálpa
til á einari legu seinni í summar.
Eg havi ikki meldað meg til enn,
men vónandi fer tað ikki at vera
nakar trupulleiki, sigur Marianna
at enda.
Onki summar
uttan Zarepta
Ein av leguluttakarunum hesa vikuna er 16 ára
gamla Marianna Holm Jacobsen úr Hoyvík
– Fara at royna minigolf
Systkinabørnini Rúni Hansen og Rógvi Jakobsen, báðir úr
Klaksvík, plaga at brúka eina viku hvørt summar á Zarepta