Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-08, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2012síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. august 2012 · Nr. 91 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur NM U17/19 Tróndur Arge – Gundadalur Í hesum døgum er Norðurlanda meistarakapping fyri U17 landslið. U19 landsliðið hjá Føroyum er eisini við í kappingi, tí Skotland gav avboð í evstu løtu. Fyri uttan 5-0 tapið, sum U19 landsliðið var fyri móti Dan­mark, so hava bæði føroysku lið­ini fingið eina góða byrjan upp á NM kappingina. Gekk javnt á í Klaksvík Tað tykist altíð verða serligt, tá føroysku landsliðini møta Ong­ landi. Soleiðis var eisini í Klaksvík fyrradagin. Ongland hevði bóltin fyri tað mesta, men tað vóru føroy­ ingar, sum vóru nærmast við at koma á odda. Aftaná 71 minuttir av teimum 80, sum verða spældir í hesari kapp­ ingini, fáa Føroyar størsta møguleik í dystinum, men Connor Ogilvie, liðskipari hjá Onglandi, bjargar á strikuni. Ongland fer í mótálop og fær brotsspark, tí bólturin kemur í hondina á einum føroyskum leikara. Bradley Fewster umsetur til mál. Tveir minuttir fyri tíð økir Daniel O’Brian til endaliga úrslitið 2-0. Tað kom illa við, at Dánjal Godtfred mátti út við skaða longu í fyrra hálvleiki. Tað merkti at Hákun Edmundsson mátti av miðjuni og aftur í miðverjuna. Rós úr Onglandi Venjarin hjá enska U17 landsliðnum, Kenny Swain, hevði nógv gott at bera føroyska liðnum eftir dystin. Hann ásannaði, at føroyska lands­ liðið gjørdi uppgávuna hjá teimum sera torføra. – Tú mást aldrin undirmeta eitt mót­støðulið. Tað læra vit altíð okk­ ara leikarar, men hetta er tað besta føroyska liðið eg nakrantíð havi spælt ímóti, sigur Kenny Swain við heimasíðuna hjá enska fót­bólts­ sambandinum. Hann metur at sigurin var uppi­ borðin, men at tað var týdningar­ mikið at halda høvdið kalt tá før­ oyska liðið hevði sínar góðu løtur. – Teir vóru væl fyrireikaðir, men eg haldi at endaliga úrslitið er í tráð við dystargongdina. Føroyska liðið vardi væl og hevði nakrar góðar løtur, men okkara hildu høvdið kalt, sigur Kenny Swain. Brotsspark á muni Í dag tók U17 so ímóti Norra í Gunda­dali. Liðskiparin, Hákun Edmundsson, var aftur at síggja í mið­verjuni. Føroyska liðið kom betri frá byrjan og hevði upp til tríggjar góðar royndir á norska málið. Sum fyrri hálvleikur gekk kom norska liðið betri við, men tað var ikki so at føroyska liðið var niður­ spælt. Eitt av sterkastu kortinum á norska liðnum er Zymer Bytygi, sum kom inn til seinna hálvleik. Hann vísti í løtum frálíkan bóltførleika, men tað skuldi eitt óneyðugt brots­ spark til áðrenn hol kom á. Tólv minuttir inn í seinna hálvleik kundi og skuldi føroyska verjan havt ruddað vekk, men bólturin endaði aftur inn í brotsteiginum, har ein føroyskur verjuleikari í eini roynd at verja fyri óneyðugt koyrdi ein norðmann umkoll. Harald Holter skoraði upp á brotssparkið, men Elias Rasmussen í føroyska mál­ inum var um reppið at bjarga. Hann spældi ein góðan dyst saman við Hákuni Edmundsson. Føroyska liðið hevði onkran møgu­leika móti endanum, men tað bleiv ongantíð veruliga vandamikið frammanfyri málinum. – Vit hava fyrireikað okkum væl og lagt stóran dent á renniorkuna líka síðani mars mánaði, sigur Pól F. Joensen, sum er væl nøgdur við avrikið hjá U17 landsliðnum. Skrædl í Gundadali Føroyska U19 landsliðið fekk ein ordans frammaná, tá teir í gjár taptu heili 5-0 fyri Danmark. Dan­ mark kom á odda tíðliga í dystinum og støðan í hálvleikinum var 2-0. Danska liðið flutti bóltin væl og niður­spældi í stórum løtum før­ oyska liðið. Tað var ein fragd at síggja teirra spæl og hvussu neyvar teirra avleveringar og renningar vóru í álopspartinum. Oddbjørn Joensen, annar av venj­arunum hjá U19 liðnum, við­ gekk eisini eftir dystin, at tapið gjørd­ist alt ov stórt. – 5-0 er eitt alt ov stórt tap, men vit brúka hesa kappingina til at fyrireika okkum til U19 kappingina. Eg og Eyðun Klakstein skulu líka hava tíð at seta dám á liðið og hava svar upp á nakrar spurningar, sigur Oddbjørn Joensen. Føroysku leikararnir sóu eisini troyttir út í dystinum. – Vit hava fleiri leikarar, ið hava spælt fyri teirra feløg um viku­ skiftið og tað merkist eisini, greiður Oddbjørn Joensen frá. Uppreisn á Toftum Í gjár fingu U19 dreingirnir so møgu­leikan at reisa seg. Tað gjørdu teir við manér. U19 landsliðið vann heili 3-0 á Íslandi, sum ikki megnaði at gera stórvegis mótstøðu móti eldru føroysku leikarunum. Sonni Ragnar Nattestad, Tórur Justesen og Ragnar Tausen skoraðu føroysku málini. – Til dystin móti Danmark vita vit einki, men til dystin móti Íslandi hava vit sæð ein dyst hjá teimum og kunnu leggja ein taktik, ið passar til tað, sigur Oddbjørn Joensen um hvussu tað ber til at vinna 3-1 á Ís­landi, eftir at hava tapt 5-0 móti Danmark. Føroyska U19 landsliðið hevur yvirhálað Ísland á stigatalvuni í bólki B. Steðgur í dag Ongir dystir verða í dag. Fýra dystir verða so hósdagin. Argir verður karmur um báðar teir føroysku landsdystirnar. Klokkan 14.00 tekur U17 landsliðið ímóti Finnlandi, sum í gjár tapti 4-2 fyri Onglandi. Klokkan 18.00 tekur U19 lands­ liðið móti Svøríki, sum í gár vann á Danmark. Finalan í NM kappingini verður í Gundadali leygardagin klokkan 16.00. trondur@sosialurin.fo Góð føroysk avrik Fótbóltur Bæði U17 landsliðið og U19 landsliðið hava bæði spælt góðar dystir í NM kappingini higartil. U19 landsliðið vann greitt á Íslandi, meðan U17 hevur spælt tveir javnar dystir móti Onglandi og Norra, men tapt báðar