Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-08, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 8. august 2012 · Nr. 91 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Danmark og Svøríki spenna bein fyri hvørjum øðrum í mans­hondbólti í OL í vónini um at røkka heiðursmerkjum. Hetta er greitt eftir at júst tey bæði norðurlondini hittast í einu fjórðingsfinaluni. Hin­ vegin, um Ísland vinnur sína fjórð­ingsfinalu ímóti Ungarn, verður tað eisini ein norður­ lendsk hálvfinala ímillum Ísland og Danmark ella Svøríki. Henda støðan hevði tryggjað eitt norðurlendskt lið í OL- final­uni. Svøríki gjørdist nummar trý í A-bólkinum, meðan Dan­ mark endaði á øðrum plássi í B-bólkinum. Mánadagin dystaðust Svøríki og Frakland um annað plássið í A-bólkinum, og var hetta tískil ein beinleiðis dystur um at sleppa undan at møta dønum í fjórðingsfinaluni. Frak­land vann dystin 29-26 og møta teir nú Spania. Danmark hevur haltað Danska landsliðið hevur gam­ an í fingið teir sigrarnar, sum skulu til, men í byrjanini var tað ikki meiri enn næstan og vunnu teir við fyrst tveimum málum á Ungarn og síðani við einum máli ímóti bæði Spania og Serbia. Í fjórða dystinum vórðu teir avhølvaðir við 11 málum ímóti Kroatia, áðr­enn teir aftur vunnu tepurt í sein­ asta dystinum í bólka­spæl­ inum; nevniliga 26-24 ímóti Suður­korea. Hetta hevur fingið danska landsliðsvenjaran, Ulrik Wilbek, at taka í egnan barm. – Vit kunnu gerast betri. Tað ræður um at spæla okkara besta. Gera vit tað, so hava vit ein møguleika at koma í hálv­ finaluna, men spæla vit soleiðis, sum vit hava gjørt teir báðar seinastu dystirnar, so verður trupult at koma í hálvfinaluna, segði Ulrik Wilbek við DR eftir dystin ímóti Suðurkorea. Ísland slóðar fyri Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá íslendingum. Teir vunnu allar fimm dystirnar í bólka­ spælinum og ósigraðir koma teir víðari sum bólkavinnarar og hitta teir nú Ungarn, har teir hava ein góðan møguleika fyri at spæla seg víðari til eina norðurlendska hálvfinalu. Svøríki ella Danmark bíða nevn­i­liga teimum í einari møgu­ligari hálvfinalu. Hetta er seinasta OL hjá 39 ára gamla Ólafi Stéfanssyni, sum hevur verið ein leiðari í nógv ár og framvegis er tað. Guðjón Valur Sigurðsson hevur tó verið mest eyðsýndi leikarin á liðnum og er hann við sínum 36 málum í teimum fimm bóla­ dystunum toppskjútti í kapp­ ingini. albinus@sosialurin.fo Allar fjórðingsfinalurnar verða leiktar í dag, mikudagin, og verða tær spældar soleiðis: Ísland - Ungarn, kl.11.00 Spania - Frakland, kl.14.30 Svøríki - Danmark, kl.18.00 Kroatia - Tunesia, kl.21.30 Norðurlendskt hondbóltsbrak Hondbóltur Í kvøld kl.18 hittast manslandsliðini hjá Svøríki og Danmark í einari norðurlendskari granna­uppgerð í OL. Góður møgu­ leiki er fyri at Ísland bíðar vinn­ ara­num av hesum dystinum í hálv­finaluni, og tryggjar tað eitt norður­lendskt lið í finaluni NM U17/19 NM Støðan Bólkur A NM Bólkur A NM Bólkur B nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 Ongland 2 2 0 0 6 2 4 6 2 Noreg 2 1 1 0 3 2 1 4 3 Finnland 2 0 1 1 4 6 -2 1 4 Føroyar U17 2 0 0 2 0 3 -3 0 NM Støðan Bólkur B nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 Svøríki 2 2 0 0 5 2 3 6 2 Danmark 2 1 0 1 6 3 3 3 3 Føroyar U19 2 1 0 1 3 6 -3 3 4 Ísland 2 0 0 2 2 5 -3 0 Ongland - Føroyar U17 . . . . . . . . . . . . . 2-0 Noreg - Finnland . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2-2 Ongland - Finnland . . . . . . . . . . . . . . . . 4-2 Noreg - Føroyar U17 . . . . . . . . . . . . . . . 1-0 Føroyar U17 - Finnland . . (9/8, kl. 14, Argir) Ongland - Noreg . . . . . (9/8, kl. 14, Tórshavn) Danmark - Føroyar U19 . . . . . . . . . . . . 5-0 Ísland - Svøríki . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1-2 Svøríki - Danmark . . . . . . . . . . . . . . . . . 3-1 Føroyar U19 - Ísland . . . . . . . . . . . . . . . 3-1 Svøríki - Føroyar U19 . . . . (9/8, kl. 18, Argir) Danmark - Ísland . . . . . (9/8, kl. 18, Tórshavn) Høgi og myrki framherjin á enska U17 landsliðnum spældi ein góðan dyst móti Finnlandi í Gundadali í gjár. Finnland kom á odda 2-1 í seinna hálvleiki, men so vendi dyst­ urin. Ein av orsøkunum var ágang­ andi spælið frá Arsenal leikaranum við 10 talinum á rygginum, Christopher Regis. Viðleikararnir rópa bara »Chris« á mannin, sum miðskeiðis í seinna hálvleiki hegnisliga javnaði fyri Ong­land. Hann hevur sína dagliga gongd í enska Premier League fel­ ag­num, Arsenal. Eitt felag, sum hev­ ur fostrað nógvum góðum fót­bólts­ leikarum. Kendist ikki við Føroyar Hann er ikki so prátingarsamur, men roynur at svara greitt upp á spurn­ingarnar. Hann kendist ikki við Føroyar áðrenn NM kappingina og hann undraðist eisini á hvat hetta var fyri eitt land. – Nei, eg hevði ongantíð hoyrt um Føroyar fyrr, viðurkennur høgi ong­lendingurin. Tað kemur sikkurt eisini sum eitt sjokk at lenda í Føroyum, tá ein til dagligt hevur sína gongd í einum av størstu feløgunum í Evropa og heimbýurin eitur London. – Eg hugsaði fyri mær sjálvum um her mundu verða nakrir fót­ bólts­vøllir, heldur hann skemtiliga fyri. Hann spælir til daglig á vanligum grasi, men hann er sinnaður at inn­ rætta seg til føroyska undirlagið, sum er graslíki. – Tað er bara eitt at gera og tað er at innrætta seg. Tað mugu vit allir, sigur hann stutt og greitt og tykist ikki síggja tað sum ein stóran trupulleika. Stríðist fyri sínum møguleika Tá prátið fellur inn á framtíðina og framtíðamál er Arsenal framherjin lítillátin. – Eg geri bara mítt besta hvønn dag og so mugu vit síggja hvussu langt tað røkkur, sigur greiður á mál­inum. Trýstið hevur mangan knakkað enska landsliðsleikarar, tá teir skulu umboða tær tríggjar leyvurnar á búmerkinum. Christopher Regis ætlar tó ikki at tað skal steðga honum. – Tað er líka mikið hvørja troyggju tú letur teg í, so mást tú gera títt besta. Soleiðis havi eg tað eis­ini við ensku landsliðstroyggjuni, sigur Christopher Regis at enda. Christopher Regis var eyðsýndur á vøllinum móti Finnlandi, men saml­aða enska avrikið bar sum so ikki boð um nakra komandi Premeir League stjørnu – men tað er Christopher Regis nokk ikki heilt samdur í. trondur@sosialurin.fo Arsenal leikari kendist ikki við Føroyar Fótbóltur Christopher Regis, sum dagliga spælir við Arsenal, sigur at hann ikki kendist við Føroyar áðrenn og at hann hevur vant seg við at spæla á graslíki Føroyska U17 landsliðið