Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. august 2012 · Nr. 92 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagin kom grein á Port­alin, um grind­adrápið í Vági mikudagin. Hetta er su­ver­ent mest lisna grein­in á Port­al­inum nakr­ an­tíð. Tá Sos­i­alu­rin fór til prent­ing­ar í dag, var hon lis­in om­an­fyri 50.000 ferð­ir og oman fyri 1200 fólk høvdu við­merkt. Við øðrum orðum hava fleiri lis­ið grein­ina, enn tað eru før­oy­ ingar í Før­oy­um. Mest lisna greinin f r a m m ­a n ­u n d ­ an var um eina ferðslu­van­lukku, henda grein­in varð lis­in stív­liga 30.000 ferðir. Grind er sum heild nakað, sum hevur á­huga mill­ um brúk­ar­ar­nar av Port­al­inum. Sjey av teimum 12 mest lisnu greinunum á Port­al­i­ num fyrra­part­in í dag vóru um grind. Men fólk lesa ikki einans um grind og grind­ adráp. Á Portalinum verður eis­ini dúgliga kjakast um evni, tí níggju av teimum 12 mest viðmerktu greinunum fyrra­partin í dag vóru um grind. Nógv tær flestu við­ merk­in­g­arnar eru frá út­ lend­i­ngum, sum finnast at før­oyska grindadrápinum. Men eisini fleiri føroyingar eru ó­nøgdir við, at myndir av grind­a­drápi verða lagdar á netið. Sambært løglistanum í ólav­søk­u­ røðu løgmans, so hevur landsstýrið í um­búna at broyta lógina um alment inn­lit. – Nei, landsstýrið ætlar ikki, at fjøl­miðl­ar­nir skulu hava lættari at­gongd til avgerðartilgongdir í lands­um­sit­ingini, men landsstýrið ætl­ar at skerpa lógina soleiðis, at fjøl­miðl­ar­nir verða avmarkaðir meira í sínum virki. Landsstýrimaðurin í inn­lend­is­ mál­um upp­lýsti í útvarpinum, at hetta var eitt ynski frá umsitingini at broyta lógina soleðis, at tað ikki verð­ur møg­uligt hjá fjølmiðlum at fáa inn­lit í set­an­ar­við­ur­skifti hjá ein­stak­ling­um, sum starvast hjá tí al­menna. Bara tað, at tað er umsitingin, sum ynski­r hetta, er ein ávaring í sjálv­um sær. Og tað er als eingin lætti hjá fjølmiðlunum, at Kári P. Høj­gaard ikki væntar, at broytingin fer at forða fjølmiðlum í sínum ar­ beiði. Hvat ger Kára P. Højgaard før­ an fyri at meta um tað? Heldur enn at skerpa lógina um al­ment innlit, so eigur landsstýrið at víðka lógina, so hon fevnir um enn fleiri viðurskifti. Sosialurin hev­ur seinastu vikurnar roynt at fing­ið innlit í búroknskapir hjá fel­ øg­um, sum løgmaður hevur varðað av. Hetta eru feløg, sum – hóast løg­ mað­ur hevur noktað fyri tí – hava giv­ið lands­kass­a­num tap og øðrum við. Lógin um alment innlit hevur forð­að Sosialinum at fáa innlit í hesi við­ur­skifti. Um støðan ikki var tann, at eitt av hesum feløgum hjá løg­manni hevði givið Sosialinum eitt tap upp á góðar 100.000 krónur, so var sannleikin ikki komin fram. So høvdu fólk hildið, at tað pass­ aði sum løgmaður segði við Vág­ a­portalin 30. mai og við Sosialin 1. juni, at í øllum førum TAKS ikki hev­ur mist pengar av hansara vinn­ u­virk­semi. Talan er í hesum føri um vir­k­ semið, sum verður endaliga avgreitt í Før­oya Skiftirætti, meðan Kaj Leo Jo­hanne­sen er Føroya Løgmaður. Vit vóna sjálvsagt, at løgtingi ikki frem­ur hesa ætlaðu broyting hjá lands­stýrinum, men heldur víðk­ar lógina. Vit undrast eisini á, at bú­rokn­s­kapir – uppgerðir hjá part­a­ felø­gum, sum eru farin á húsagang – ikki eru almennir, tá ársroknskapir ann­a­rs eru almennir. Og nú tá landsstýrið er farið í holt við mál sum hava við gjøgn­um­ skygni at gera, so hevði tað sømt seg, at løg­maður og ­øll landsstýrisfólk gjørdu al­ment kunnugt øll síni áhug­a­mál so sum partabrøv, nevnd­ ar­sessir o. a., tey hava røkt. Tað hev­ ur stóran týdning, at fólkið kann hava álit á pol­it­ik­ar­um – og at øll slík viðurskifti kring pol­i­tik­ar­ar eru púra opin, so tey ikki skapa trú­ virð­is­trup­ul­leik­ar, so sum aktuella mál­ið um løg­mann er dømi um. Almannakunngerið heldur øll áhugamál hjá politikarum Í VikuBlaðnum, sum kom í hvørt hús mán­a­kvøld­ið, hevði Eiðis Komm­una eina heils­an til teirra, sum fara á regatta hetta vik­u­skiftið. Hóast lýsingin var frá Eið­is Komm­ unu, ið sum kunn­ ugt røkkur suður til Svín­áir, so høvdu tey á Vik­u­Blað­num sett eina mynd av Oyrar­bakka og Oyri, í stað­in. Men í blaðnum í dag hev­ur Sosialurin bøtt um skað­an og sett mynd av Eiði í lýsingina hjá Eiðis komm­ unu... Víðkið lóg um alment innlit Grindagrein slær met Dreym­ urin hjá Kaj Leo Johan Samuelsen kjak á síðu 21 Ikki stuðul til lán? Sólvit nolsøe kjak á síðu 21 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vælkomin á regatta ynskir Eiðis kommuna Vælkomin á Regatta eiðis kommuna ynskiR øllum Skeiv mynd Løgmansskrivstoan søkir nú eftir aðalstjórum til Vinnu­mál­a­ráðið og Fí­g­g­j­ ar­mál­a­ráð­ið.

Aðalstjórin er ovasti ráðgevi hjá lands­ stýr­is­manninum og hev­ur eitt nú ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menn­ingini og rakstrinum av stjórn­ar­ráð­ num.

 Stór krøv eru til førleikarnar hjá að­al­stjór­ u­num. Talan er um kand­i­ dat­út­búgv­ing frá lærd­um há­skúla, týðandi leiðslu­ roynd­ir, góðar leiðslu­før­lei­ kar og góð­ar sam­skift­isfør­ leik­ar. 

Umsóknarfreistin er 3. sep­tem­ber. Løgmaður setur størv­ini í samráð við avvarðandi lands­stýr­is­ mann.

Størvini verða sett frá 1. desember 2012 ella eft­ir nærri avtalu. Lýsa nú eftir aðalstjórum