Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2012síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Fríggjadagur 10. august 2012 · Nr. 92 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 LØGMANSSKRIVSTOVAN Prime Minister’s Office VIT DRAGA EINA LÍNU · VIT SETA SKYNSEMI Í HÁSÆTI · VIT VILJA VITA · VIT BRÓTA SLÓÐ Fíggjarmálaráðið er eitt av stjórnarráðunum í landsfyrisitingini. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fyrisitur m.a. fíggjar- og búskapar- mál, skattamál, hagfrøði, lønar og setanarviðurskifti og sáttmálasamráðingar (www.fmr.fo). Vinnumálaráðið er eitt av stjórnarráðunum í landsfyrisitingini. Landsstýrismaðurin í vinnumálum fyrisitur m.a. alivinnu, ferðavinnu, arbeiðsmarknað, samferðslu, ráevni, sjóvinnu, orkumál, roknskaparmál, loftferðslu, trygging og kappingarviðurskifti (www.vmr.fo). Størvini: Aðalstjórin er ovasti ráðgevi hjá landsstýris- manninum og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Fíggjarmálaráðnum á.v.v. Vinnumálaráðnum. Aðalstjórin er ovasti leiðari fyri Fíggjarmálaráðið á.v.v. Vinnumálaráðið. Høvuðsuppgávur: · Leiða og samskipa arbeiðið í stjórnarráðnum · Samskipa og fyrireika uppgávur á málsøkjum hjá stjórnarráðnum, nevnd niðanfyri · Fyrireika lógir, kunngerðir og reglugerðir innan virkisøkið · Hava eftirlit við stovnum undir stjórnarráðnum · Tryggja at aðrar viðkomandi uppgávur, sum hoyra virkisøkinum til, verða framdar Førleikakrøv: Kravt verður, at umsøkjarin hevur: · kandidatútbúgving frá lærdum háskúla · týðandi leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum. Umráðandi er, at tann, ið verður settur: · hevur góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl · hevur gott strategiskt skil og er slóðbrótari í verkseting av strategiskum arbeiði · dugir at seta greið mál og skapa úrslit · dugir væl at raðfesta, samskipa og útdelegera · hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga · hevur góðar málførleikar · megnar til tíðir at arbeiða undir stórum trýsti Tann, ið verður settur, skal hava gott innlit í politisk viðurskifti og vitan um tær treytir, ið eru galdandi í eini politiskari fyrisiting. Týdningarmikið er, at viðkomandi hevur vilja og hegni at ganga nýggjar leiðir. Nærri greining av størvunum sæst í starvs- og persónsprofilinum (www.tinganes.fo) Setanarviðurskifti: Starvið er tænastumannastarv. Starvsheitið er aðalstjóri og er flokkað í 39. lønarflokki. Harumframt er ein mánaðarlig viðbót uppá 4.955,08 kr. Viðbótin er ikki eftirlønargevandi. Tey fyrstu 2 árini eru at rokna sum royndarár. Setanarøkið fevnir um Fíggjarmálaráðið á.v.v. Vinnumálaráðið, stovnar undir teimum, Løgmans- skrivstovuna og hini stjórnarráðini. Tænastustaðurin er í løtuni Fíggjarmálaráðið á.v.v. Vinnumálaráðið. Umsókn: Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, lívsgongdar lýsing og møgulig viðmæli skulu stílast til løgmann og sendast til: Løgmansskrivstovan Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri Tinganes Postboks 64 110 Tórshavn ella info@tinganes.fo Umsóknin – við upplýsing um, hvat starv søkt verður – skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 3. september 2012 kl. 12.00. Størvini verða sett frá 1. desember 2012 ella eftir nærri avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Marjuna Hanusardóttir, løgmansstjóra, tlf. 30 60 00 ella 55 10 30. AÐALSTJÓRAR TIL FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ OG VINNUMÁLARÁÐIÐ Vit sóknast eftir tveimum dugnaligum, ágrýtnum og framskygdum aðalstjórum at standa á odda fyri á.v.v. Fíggjarmálaráðnum og Vinnumálaráðnum