fríggjadagur 10. august 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. august 2012 · Nr. 92
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Trý ymisk festi eru farin á
húsagang, og í Sosialinum
mikudagin verða mjólka
kvoturnar hjá hesum festum
lýstar til tvingsulssølu.
Talan er um kvoturnar
hjá Sp/f Eyðanstovugarður í
konkurs, Sp/f Frammistova í
konkurs og Sp/f Norði í Stovu
Garðurin í konkurs.
– Hetta hevur einki við
okkum at gera sum soleiðis.
Vit umsita festini, men hesi
verða rikin á handilsligum
grundarlagi, og kunnu tí
fara í konkurs eins og allar
aðrar fyritøkur, sigur Bjørn
Patursson, stjóri á Búnaðar
stovuni.
Tað var í 1997, at MBM
valdi at seta kvotur á mjólka
framleiðsluna, men trupul
leikin
var
framvegis,
at
hesar kvotur ikki vóru um
setiligar.
– Tað vóru fleiri smærri
mjólkaframleiðarar,
sum
fegnir vildu sleppa burtur
úr hesum, men tað bar ikki
so væl til, tí kvoturnar ikki
vóru umsetiligar. Hetta varð
tó broytt við nýggju lógini frá
2004, sigur Bjørn Patursson.
Undan broytingini í 2004
vóru eitt stað millum 40
og 50 mjólkaframleiðarar í
landinum, men tá kvoturar
gjørdust umsetiligar, minkaði
hetta talið.
– Nú gjørdust mjólkakvot
urnar knappliga ein handils
vøra, og tað merkti, at ein
mjólkaframleiðari nú fekk
møguleikan at vaksa við at
keypa sær meira kvotur. Tað
var eisini hetta, ið hendi, og
mjólkaframleiðararnir mink
aðu nú í tali úr hesum 40-50
niður í teir 28, sum eru í dag,
sigur Bjørn Patursson.
Ikki festibrævið
Stjórin á Búnaðarstovuni
leggur dent á, at tað er MBM,
ið stendur fyri kvotunum,
meðan tað er Búnaðargrunn
urin, ið veitir lán til mjólka
framleiðararnar.
– Tað, sum vit gera, er at
varða av festinum, og góð
kenna teir festarar, sum fáa
festibræv. Eg kenni tí ikki
tær nærri umstøðurnar hjá
hesum trimum festarunum,
men eftirsum talan er um
festi, rikin á handilsligum
grundarlagi kann eg bara
ímynda mær, at lánibyran
er vorðin ov tung, og at lán
gevarin tí hevur kravt festini
á húsagang, sigur Bjørn
Patursson.
Men hetta er ikki tengt at
festibrævinum sum so.
– Tá mjólkakvotan er seld
á tvingsulssølu er tað at
rokna sum ein sanering, og
sjálvt um festarin í fall hev
ur mist sína mjólkakvotu,
hevur hann ikki mist festi
brævið. Tað merkir so, at
festarin kann leggja seg á
aðra framleiðslu, tað verið
seg
seyð,
kjøtframleiðslu
ella grísar, um tað skuldi
verið, sigur Bjørn Patursson.
Tað merkir við øðrum
orðum, at um festarin missir
mjólkakvotuna, missir hann
ikki festið.
– Tað kann jú hugsast,
at festarin keypir sína egnu
mjólkakvotu aftur, og tá
er tað jú at rokna sum ein
sanering. Eg havi eisini var
hugan av, at prísurin fyri
kvoturnar er væl lægri enn
hann var í 2004. Tá lá hann
millum átta og 11 krónur fyri
liturin, meðan hann helst
liggur munandi lægri í dag,
sigur Bjørn Patursson.
Til hægstbjóðandi
Tað sigur seg sjálvt, at tað
er munur á at keypa eina
mjólkakvotu á 302.352 litrar
fyri 11 krónur liturin (3.325.872
krónur) og at keypa sama
litratal fyri fimm krónur lit
urin (1.511.760 krónur).
Og júst hesa støddina av
kvotu hava tvey av festunum,
ið eru farin í konkurs. Hesi
eru Eyðanstovugarður og
Norði í Stovu Garðurin.
Triðja festi, Frammistova,
hevur eina kvotu á 151.100
litrar.
–
Mjólkakvotunar
eru
sum nevnt ein handilsvøra,
og tá ein handilsvøra verður
seld á tvingsulssølu er tað til
hægstbjóðandi, og tá kann
ein og hvør í prinsippinum
keypa. Eisini tann, ið átti
vøruna
framman
undan,
sigur Bjørn Patursson.
Tað merkir, at um ein
uttanfyri standandi ynskir
at keypa eina mjólkakvotu
á tvingsulssølu, fyri sjálvur
at fara undir fframleiðslu,
so ber tað til. Tað einasta ið
krevst, er helst at gera eina
avtalu um at MBM tekur
ímóti. Og tó ikki so mikið
sum tað.
– Tað eru ongar avmark
ingar í so máta. Hevur onk
ur hug at fara undir fram
leiðslu sjálvur og at viðgera
og hagreiða mjólkina sjálvur,
so finst eingin forðan har
heldur. So tað ber í prinsipp
inum væl til, sigur Bjørn
Patursson.
Um so nakar hevur hug at
taka av tí møguleikanum er
ein annar spurningur.
Byrja av nýggjum
Tað hevur fyrr verið ført fram
í Sosialinum, at bøndurnir
fáa ov lítið fyri mjólkina.
Kapping kann lættliga koma
á økið, tí handilsfyritøkurnar
so lætt sum onganting kunnu
flyta inn útlendska mjólk at
kappast í prísi og helst eisini í
dygd við føroysku mjólkina.
Bjørn Patursson heldur,
at tá mjólkakvoturnar í
2004 gjørdust umsetiligar,
var eftirspurningurin størri
enn útboðið, og tí gjørdust
prísirnir í hægra lagi. Tað
er allarhelst hetta, ið kemur
aftur um brekku hjá hesum
trimum
mjólkaframleiðar
unum.
– Støðan í dag er helst hin
øvugta, at útboðið er størri
enn eftirspurningurin, og tí
kunnu hesar kvoturnar helst
keypast við fyrimuni, sigur
Bjørn Patursson.
Hetta ger seg sjálvandi
serliga galdandi, tá talan er
um eina tvingsulssølu, og tí
at eftirspurningurin er av
markaður.
– Tað er sjálvandi møguligt,
at onkur uttan fyri yrkið fer
at bjóða, men roknast má
við, at møguligir keyparar
skulu finnast millum teir
festibøndur, sum framman
undan hava mjólkakvotu,
sigur Bjørn Patursson.
Tað kann sjálvandi hugs
ast, at verandi mjólkafram
leiðarar hava hug at vaksa
um virksemið, og hava pláss
og møguleika til tess, men
mest sannlíkt man helst
vera, at verandi festi keypa
mjólkakvoturnar
aftur.
Harvið ber til at byrja av
nýggjum við einari skuldar
byrðu, sum mjólkakvoturnar
megna at svara.
leo@sosialurin.fo
Mest sannlíkt er, at tey trý festini, sum í løtuni eru undir konkursviðgerð, keypa sínar
mjólkakvotur aftur og byrja av nýggjum við lániskuld, sum raksturin megnar at bera
Mjólkakvotur á tvingsulssølu
MJÓLKAKVOTUR Í Sosialinum frá mikudegnum síggjast tríggjar tvingsulssølur yvir
mjólkakvotur í festum í konkurs, men hetta hendir eftir vanligum handilsligum treytum
Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo
GORI 88 Dekkandi
5 Litur.
GORI 88 Transparent
5 Litur.
648,-
548,-
GORI 22 Grundari
5 Litur.
348,-
Træið sigur gori
uTTandurða málInG