Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. august 2012 · Nr. 92 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Olaf sum statsm - Hettar er stórt, sigur føroyski sjónleikarin Olaf Johannessen, sum í næstum verður at síggja í einum av høvuðsleiklutunum í Forbrydelsen III, har hann spælir forsætisráðharri í Danmark. Dagfinn Olsen Olaf Johannessen hevur í hesum døgum úr at gera við filmsupptøkum,tí hann hev­ ur ein av høvuðsleiklutunum í nýggja umfarinum av væl­ umtóktu donsku sjón­varps­ røðini Forbrydelsen. Á før­ oyskum nevnd Brotsgerðin. Spurdur, um hetta eisini í hansara verð er stórt, ivast hann ikki. – Hetta er stórt! Eg spæli statsministari. Ein kann siga, at røðin er í trimum, og tá tað snýr seg um politiska partin, so havi eg høvuðsleiklutin, sigur Olaf Johannessen um sín leiklut í Forbrydelsen III, ið sigast verða endaligu partarnir av donsku røðini, sum hevur verið vælumtókt kring stóran part av heimi­ num. Hvør er brotsmaðurin? – Eg havi fyri tað mesta virk­ að innan sjónleik, so tað er stuttligt, spennandi og av­ bjóðandi at fáa stóran leiklut í eini krimirøð, sum hevur klárað seg væl í fleiri londum, sigur Olaf Johannessen. Í Onglandi hava tey tikið Forbrydelsen til, sín og hava gjørt sína egnu útgávu, ið nevnist The Killing. – Nú ein dagin vit tóku upp, var ein kvinna til stað­ ar, sum skrivar bók um For­ brydelsen. Hon spurdi meg, um eg var til reiðar, um hetta hevur við sær, at eg gerist kendur í Onglandi, sigur Olaf Johannessen, sum tá ikki veruliga hevði hugsað so nógv um júst hetta. – Men hettar er eitt sind­ur serstakt, tí ongin av okkum leikarum veit enn, hvør er brotsmaðurin. Tað veit bert høvundurin, og vit vita onki, fyrr enn vit einaferð spæla síðasta partin inn, sigur Olaf, sum nú er í gond við næstsíðsta partin. Á filmi áður Tó at Olaf hevur verið við á filmi og í sjónvarpsrøðum áður, so er leikluturin í For­ brydelsen nakað stórt og spennadi. – Sjónleikur, og at spæla inn film, er als ikki tað sama. Tað er púra hvør sítt, og ein arbeiðir heilt øðrísi við filmi, enn ein arbeiðir við sjónleiki. Jú, eg havi spælt film áður, men hesaferð er talan um ein høvuðsleiklut, so tað er rættiliga spannandi, sigur Olaf Johannessen. – Hetta hóskaði væl beint nú, tí mín yrkisleið hevur eina tíð mest verið í Týsklandi,