fríggjadagur 10. august 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 10. august 2012 · Nr. 92
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
inistari
sigur
Olaf
Johannessen,
sum kann vísa á eina góða
yrkisleið sum sjónleikari, har
hann ongantíð hevur gingið
fyri onki, men hinvegin
hevur havt leiklutir á bæði
palli og á filmi, tó tað hava
verið smærri leiklutir, enn
hesin, hann nú hevur fingið.
– Eg var í veruleikanum til
eina roynd til ein minni
leiklut, men fekk ikki hand
an leiklutin. Men seinni fekk
eg so boð um, at tey vildu
hava meg at koma til enn
eina roynd, har tað snúði seg
um at spæla danski forsætis
ráðharrin, og hendan leik
lutin fekk eg, sigur Olaf
Johannessen, sum fegnast
um, at áhugi er fyri honum
bæði í Danmark og í Týsk
landi.
Og við leiklutinum í For
brydelsen, ella brotsgerðin,
sum røðin nevnist á før
oyskum, er ilt at siga, hvat
kann henda, tí røðin verður
víst í mongum londum, og
eisini í USA er áhugi.
Forbrydelsen verður víst
á DR1 í september.
dagfinn@sosialurin.fo
...er føddur í Tórshavn tann 8. juli í 1961. Føroyskur sjónleikari. Fór til
Danmarkar í 1981, og er útbúgvin á Odense Teaters Skuespillerskole
í 1986. Hevur fyrst og fremst havt leiklutir í Danmark á leikpalli og í
filmum. Er sonur kenda føroyska leikstjóran Eyðun Johannessen.
Útbúgvin fekk hann starv við Aarhus Teater, har hann m.a. hevði
høvuðsleiklutin í uppsetingini av Lykke-Peer, 1988, ið Eyðun
Johannessen leikstjórnaði,og hevði eisini høvuðsleiklutin í Hamlet, 1992.
Í 1994 kom Olaf á Kongaliga Teatrið, har hann var í føstum starvi í 10 ár.
Síðani hevur hann arbeitt free-lance.
Føroyingar kenna eisini Olaf frá leiklutinum í Glataðu Spælimonnunum
eftir William Heinesen, sum Eyðun Johannessen setti upp sum leik í
Føroyum í 1993.
Annars leikti Olaf eisini í útvarpsleikum sum barn, onkur minnist kanska
eittnú leikin um Dýrini í Valbakkaskóginum.
Olaf Johannessen fekk í 2009 Poul Reumerts mindelegat, og í 2010
Lauritzen-prisen.
Olaf Johannessen hevur havt eitt ótal av leiklutum á ymsum donskum
leikhúsum, og hevur eisini verið við í nógvum donskum filmum og
sjónvarpsrøðum.
Filmar: Verden er vaad og lys, 1995, Menneskereden, 1999, ,
Sparekassen, 2000, Morten Korch - Ved stillebækken, sjónvarpsrøð
1999-2000, Gengangere, 2000, Krøniken, sjónvarpsrøð, 2005, Pagten,
sjónvarpsrøð 2009, Blekingegade, sjónvarpsrøð, 2009- Alting bliver godt
igen, 2010, Den som dræber, sjónvarpsrøð 2011, Borgen, sjónvarpsrøð
2011, Carmen og Colombo, sjónvarpsrøð 2011. Og í løtuni við í
upptøkum av røðini Forbrydelsen III, 2012.
Tónleikari: Í ungdómsárunum í Føroyum var Olaf eisini við í tónleiki,
og leikti við Mjølni, ið seinni fekk navnið Kaktus, og hann var eisini við í
Aurora. Hetta var síðst í sjeytiárunum, og fekk hetta ein enda, tá hann fór
til Danmarkar í 1981. Tó fóru tónleikarar úr hesum bólkum aftur á pall
einaferð síðst í 80'unum, ella fyrst í 90'unum, og tá var Olaf eisini við.
Olaf Heine Johannessen
Forbrydelsen (The Killing)
Forbrydelsen er donsk sjónvarpsrøð, byrjaði
í januar 2007 á Damarks Radio, DR1. Síðani
víst í fleiri londum. Tvey umfør eru gjørd, og
í løtuni eru upptøkur til Forbrydelsen III, ið
verður víst í september 2012.
Sofie Gråbøl spælir høvuðsleiklutin sum
løgreglukvinnan Sarah Lund í kriminaldeildini
hjá løgregluni í Keypmannahavn. Vit fylgja
henni og starvsfeløgum, meðan tey arbeiða
við at finna útav brotsgerðum.
Stórur áhugi hevur verið fyri røðini, og
enska útgávan av røðini nevnist The Killing.
Amerikumenn vísa eisini røðini ans.
Í røðini er Sofie Gråbøl í stjørnutroyggju frá
føroysku fyritøkuni Guðrun & Guðrun.
Sofie Gråbøl