fríggjadagur 10. august 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 10. august 2012 · Nr. 92
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað verður ein sera roynd
manning, sum trínur á pall
í ársins ovastevnukabarett.
- Tú kanst siga, at talan
er um come-back. Eingin av
okkum vóru við í kabarettini
í fjør, so vit sótu í salinum og
hugdu at. Og tað kann sigast,
at okkum longdust aftur
á pall og úrslitið er, at vit
manna kabarettina í ár, sigur
Snæbjørn Hansen, sum setur
met og er við fyri 12. ferð.
Restin
av
manningini
hevur eisini drúgvar royndir
í kabaretthøpi. Aksel á Botni
hevur verið við í mong ár, og
hevur eisini drúgvar royndir
frá bæði sjónleiki, filmi og
sjónvarpslýsingum.
Høgni Niclasen er eisini
drúgvur í kabaretthøpi, eins
og Villy Joensen (systirsonur
Ova), Høgni Poulsen, Jacoba
Jacobsen og Amanda Hansen
hava verið við í fleiri ár.
Samansjóvingin
av
kabarettini fylgir konsepti
num tey mongu seinnu árini.
- Tað eru í høvuðsheiti
num
lokalar
hendingar
gjøgnum farna árið, ið verða
viðgjørdar á ein skemtiligan
hátt. Men tað verður gjørt
á ein so sømiligan hátt, at
»offrini« nærmast síggja tað
sum ein heiður at verða við
í kabarettini, sigur Snæbjørn
Hansen.
Sum alt annað í samband
við
ovastevnuna
hevur
eisini kabarettin ment seg
seinastu árini, og frá at hava
verið karikaturkend spots er
kabarettin í dag meira sjón
leikarakendar sketsjir, har
leikurin undirbyggir replikk
irnar. Tað verður eisini nógv
størri orka løgd í at venja
senurnar.
Kim spælir undir
Fyrsta ovastavnan var líka
sum ein royndarstevna, og
tiltøkini vóru avmarkað, og
tí var heldur eingin kaba
rett tað árið. Men síðani
1994 hevur kabarettin verið
fastur táttur á ovastevnu, og
ikki bara tað: ovastevnuka
barettin hevur verið eitt hitt
fremsta tiltakið yvirhøvur á
stevnunum.
- Vit hava altíð lagt okkum
eftir, at sjálvt um talan er um
lokalar hendingar, so skulu
tær førast fram soleiðis, at
eisini avbygdafólk fáa nak
að burtur úr. Og tað haldi
eg, at kabarettfólkini hava
megnað, tí tað eru aftur
meldingarnar, vit fáa, sigur
Snæbjørn Hansen.
Men eingin kabarett utt
an tónleikaligt fylgispæl, og í
ár er tað ikki hvør sum helst,
ið hevur undirspælið.
- Nú er tað soleiðis, at vit
hava eina falleraða popp
stjørnu her í Nólsoy, og fyri
at fáa ferð aftur á kerrieruna,
tosaði Kim Hansen við okk
um um at sleppa at spæla
afturvið kabarettini, sigur
Snæbjørn Hansen.
Um hetta er fulli sann
leikin ella ikki, so sleppa tey,
ið fara til kabarett ovastevnu
vikuskiftið, eisini at hoyra
tónar frá Kim Hansen.
Sum altíð er upp undir
ovastevnuna,
venur
kabarettfólkið
heilt
upp
undir frumsýningina, og tí er
ikki heilt greitt, hvussu long
kabarettin verður.
- Vit hava ikki tikið hana
ígjøgnum stig fyri stig, so tað
er ilt at siga nakað um longd
ina enn. Men skal eg meta, vil
eg siga 50-60 minuttir, sigur
Snæbjørn Hansen fyrrapart
hósdag.
Leo Poulsen
Ongum
nýtist
at
ganga
svangur á stevnunum, sum
eru kring landið summarið
ígjøgnum. Heldur ikki á ova
stevnu.
Sum vanligt hevur verið
nærum frá byrjan av, hevur
borið til at keypa sær ein
breyðbita ella eina pylsu á
ovastevnu, og seinastu árini
hevur eisini borið til at keypa
sær ein ovastevnubúff. Tað
verður eisini møguligt í ár,
tí eins og í fjør fer Carello
at selja ovastevnubúffar í
mattjaldinum á keiini bæði
fríggjadagin og leygardagin.
Og so verður sum nakað
heilt nýtt møguleiki fyri
at keypa sær morgunmat
sunnumorgunin.
- Hugskotið er komið frá
fólki her í bygdini. Tað hev
ur undanfarin ár víst seg,
at serliga regattafólkið hev
ur havt áhuga í at keypt
sær okkurt til morgunmat,
og
eg
haldi,
at
onkur
roynd hevur verið gjørd
at skipa fyri morgunmati í
matartjaldinum okkurt ár
ið, sigur Baldur Bjørnsson,
sum stendur fyri Kunning
arstovuni í Nólsoy.
Hetta er so fyrsta árið,
at Kunningarstøðin roynir
hetta við morgunmati, og
byrjað verður varliga.
- Talan verður ikki um
nakra ovurhonds stóra buff
et. Vit vita jú ikki, um vit
verða yvirrend, ella eingin
kemur, og tí byrja vit varliga.
Tað verða rundstykkir og
breyð við viðskera, umframt
jogurt og müsli. Og so kaffi
og té, sjálvandi, sigur Baldur
Bjørnsson.
Morgunmatarbuffet’in
letur upp klokkan 9 sunnu
morgunin, og síðani verður
opið, so leingi fólk koma.
Prísurin verður eisini sámi
ligur, 50 krónur fyri vaksin
og 30 fyri børn.
Feysreyp á ovastevnu
Kabarett Aftur í ár fær ovastevnan fylgi av trúgva sveininum, ovastevnukabarettini.
Hetta er 19. ferðin av 20, at nólsoyingar spæla kabarett á ovastevnu
Morgunmatur á ovastevnu
ovastevna Sum nakað heilt nýtt fer Kunningarstovan í Nólsoy at
bjóða morgunmatarbuffet sunnudagin á ovastevnu
Hóast eingin av leikarunum var við í fjør, eru allir durkdrivnir kabarettleikarar
Mynd: Leo Poulsen
Baldur Hrafn Bjørnsson letur hurðarnar á Kunningarstovuni upp
klokkan 9 sunnumorgunin til morgunmatarbuffet
Mynd: Leo Poulsen