fríggjadagur 10. august 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. august 2012 · Nr. 92
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Uni Holm Johannesen
Í
løgtinginum
sita
33
tinglimir, sum eru fullgreið
ir yvir, at støðuga fólkafrá
flytingin úr Føroyum skal
steðgast umgangandi. Øll
taka undir við, at tiltøk skulu
setast í verk.
Tað er sjáldan, at fólka
fráflytingin
verður
sett
einsamøll á dagsskrá í løg
tinginum. Tað var hon kort
ini í gjár. Javnaðarflokkurin
hevur skotið upp at seta
eina nevnd, sum skal koma
við tilmælum um, hvørji
tiltøk skulu setast í verk
fyri at venda teirri hótt
andi gongdini við áhaldandi
fráflyting, fallandi burðar
avlopi og minkingini í fólka
talinum.
Tinglimirnir, sum tóku
orðið
um
orðaskiftinum,
siga seg eisini vita, hvussu vit
steðga fráflytingini. Loysn
irnar eru tær somu, sum
fyri átta árum síðani. Einki
nýtt undir sólini yvirhøvur.
Máttmikið og kappingarført
fróðskaparsetur, fjøltáttan
bústaðarmarkna,
bíligari
flogferðaprísir og sterkari
ferðavinnu. Enn er lítið hent
fyri at stimbra undir hesi
átøkini. Tað var staðfestingin
eftir orðaskiftið í gjár.
Ivast í skattatrýstinum
Kaj Leo Johannesen, løgmað
ur, ásannaði í løgmansrøðuni
á ólavsøku, at størsta av
bjóðingin
er
manglandi
fólkavøkstur. Tilflytingin er
minkað seinastu árini, með
an fráflytingin hevur verið
støðug.
- Vit mugu tí skipa sam
felagið soleiðis, at tað er
lokkandi hjá fólki at flyta
aftur til landið, og at her
er gott at vera hjá familj
um
við
børnum,
segði
Kaj Leo Johannesen, løg
maður. Hann bar fram í
samrøðu við Sosialin í juli,
at skattaumleggingin, sum
sitandi
samgonga
hev
ur framt, er eitt av størstu
tøkunum fyri at venda frá
flytingini. Nýggja skatta
skipanin
gevur
teimum
útbúnu betri umstøður at
støðast í Føroyum, vildi hann
vera við.
Jenis av Rana, formað
ur í Miðflokkinum, tekur
ikki undir við, at skatta
umleggingin er eitt umráð
andi stig í royndini at steðga
fráflytingini. Hann vísir á
kanningina, sum Norðurat
lansbólkurin lat gera í 2008,
at høga skattatrýstið var tá
ikki orsøk til til, at útisetar
valdu Føroyar frá.
-Javnaðarflokkurin skjýt
ur upp, at ein nevnd, man
nað við serfrøðingum, skal
koma við tilmælum. Veru
leikin er, at vit vita væl,
hvørji krøvini eru. Norður
atlantsbólkurin
hevur
kannað hesi viðurskiftini,
Gestur Hovgaard hevur víst
á manglandi lestrarmøgu
leikarnar, og onnur hava
tikið henda trupulleikan til
umrøðu, grundað á fakligar
kanningar. Tað ræður bara
um at fara undir arbeiðið,
sigur Jenis av Rana, formað
ur í Miðflokkinum.
Janus Rein, tingmaður
fyri Framsókn, minnir eisini
á, at Búskaparráðið er mill
um teirra, sum áhaldandi
hava víst á loysnir.
- Politiska skipanin lurtar
kortini ikki eftir teimum. Fá
av tilmælunum verða førd út
í lívið, sigur hann.
Tað einasta, sum veru
liga er hent fyri bøta um
viðurskiftini
hjá
teimum
lesandi
í
Føroyum,
sum
samfelagið hevur skríggjað
eftir seinastu árini, er Húsa
lánsgrunnurin, sum verður
drívmegin í byggingini av 15
íbúðarblokkum við gott og
væl 200 íbúðum kring landið.
Eru Føroyar kular?
Eitt av fáu fesku og øðrvísi
sjónarmiðunum, sum komu
fram undir orðaskiftinum,
var marknaðarføringin av
føroyska samfelagnum mill
um føroyskar útisetar. Bjørt
Samuelsen, tingkvinna, og
Høgni Hoydal, formaður í
Tjóðveldi, fíltust á, at fjøl
miðlarnir varpa ov sjáldan
ljós á tað, sum riggar í Før
oyum.
- Eru Føroyar kular mill
um
føroyskar
útisetar?,
spurdi Bjørt Samuelsen og
helt fram:
- Um politiska skipanin
ikki
blæsir
bjartskygdar
vindar út í samfelagið, sum
stimbrar undir áhugan hjá
útisetum at flyta heim at
byggja upp, so eru vit á
vandakós. Vit mugu hugsa
um umdømið, sum Føroyar
hava millum føroyingar. Tað
er ikki altíð so, at tilboðini
eru betur aðrastaðni. Barna
ansingin er eitt dømi, sigur
Bjørt Samuelsen.
Hon fær undirtøku frá
Høgna Hoydal.
- Fjølmiðlarnar tekna oft
ast eina mynd av, at grasið
er grønari hjá nábúgvanum,
í hesum føri Danmark. Tað
ger tað lættari at flyta, sigur
hann, sum mælir til, at ljós
skal sanniliga eisini varpast
á tað, sum riggar í føroyska
samfelagnum.
Skøvaða plátan
Hagtølini greiða sítt týðiliga
mál. Føroyar gerast stútt og
støðugt fátækari við fólki.
Færri børn verða fødd. Tey
ungu, sum skulu seta nýtt
við, rýma av landinum í
stórum. Seinastu trý árini
eru oman fyri 1000 fólk fleiri
flutt úr Føroyum enn til
Føroyar. Grundarlagið verð
ur vælferðarsamfelagið má
ast spakuliga undan okkum.
Fólkafráflytingin hevur
ofta verið á breddanum
seinastu árini, og tað hev
ur verið breið semja um,
at eitt kappingarført fróð
skaparsetur,
fjøltáttaður
bústaðarmarknaður, bíligari
flogferðaseðlar og sterkari
ferðavinna eru nøkur av
málunum,
sum
politiska
skipanin skal stýra eftir. At
tinglimirnir í 2012 nevna
somu tiltøkini, sum tinglim
irnir umrøddu í 2007, sigur
ikki lítið um, hvussu langt
vit hava flutt okkum.
Prátið um fólkafráflyting
er nú ein skøvað pláta.
uni@sosialurin.fo
Tann skøvaða plátan
FÓLKAFRÁFLYTING Kappingarført Fróðskaparsetur. Fjøltáttaðan bústaðarmarkna. Bíligari flogferðaprísir.
Sterkari ferðavinnu. Hetta eru krøvini fyri at steðga fólkafráflytingini, var niðurstøðan í løgtinginum í gjár.
Hetta er kortini ikki nýtt. Hetta hevur verið kjarnan í kjakinum um fólkafráflyting seinastu fimm árini
Um politiska skipanin ikki blæsir
bjartskygdar vindar út í samfelagið,
sum stimbrar undir áhugan hjá
útisetum at flyta heim at byggja upp,
so eru vit á vandakós
Bjørt Samuelsen