fríggjadagur 10. august 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 10. august 2012 · Nr. 92
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Uni Holm Johannesen
Fólkastreymurin, serliga
av ungdómi, úr Føroyum
stendur við og versnar.
Ein av loysnunum, sum
stovnar og serfrøðingar
hava áhaldandi víst á fyri
at steðga vanlukkuligu
gongdini, er at fáa eitt
kappingarført fróðskap
arsetur. Eitt altjóða uni
versitet, sum kann draga
føroyskan og útlendskan
ungdóm til sín.
Enn
megnar
Fróð
skaparsetrið ikki at draga
stórvegis av teimum ungu
til sín, hóast batar eru. 350
umsóknir vóru í 2012, sum
er munandi meira enn í
2011, tá 273 umsóknir vóru.
Ein av trupulleikunum
er, at Fróðskaparsetrið
dugir ikki at tekkjast
teimum ungu. Tað heldur
Hanus Samró, tingmaður
fyri Fólkaflokkin, sum les
ur stjórnmálafrøði á Fróð
skaparsetrinum.
Meðan føroyska sam
felagið er í grótharðari
kapping um yngra ættar
liðið, kann Fróðskapar
setrið ikki royna at lokka
gomul fólk at lesa har, sig
ur hann.
- Stutt fyri, at eg fór
at lesa har, fekk eg ein
faldara við upplýsingum
um henda skúlan. Gott
og væl helvtin av teimum,
sum søgdu frá sínum út
búgvingum, vóru oman
fyri 50 ár. Tú kann ikki
marknaðarføra eitt fróð
skaparsetur, har tú skal
tekkjast teimum ungu, við
at siga frá royndunum hjá
teimum gomlu. Hvør tímir
at lesa saman við ommu
síni og abba sínum?, spur
di Hanus Samró. Hann
skoytti uppí, at ein av lýs
ingunum, sum er í umferð
nú, er munandi meira
livandi og forvitnislig.
Setrið
dugir ikki
at selja
boðskapin
Hanus Samró, tingmaður og
lesandi á Fróðskaparsetrinum,
heldur ikki, at Fróðskaparsetrið
dugir at selja boðskapin.
– Hvør tímir at lesa saman við
ommu og abba sínum?, spurdi
hann speiskliga í tinginum í gjár
í løgtinginum
At tinglimirnir í 2012 nevna somu tiltøkini,
sum tinglimirnir umrøddu í 2007, sigur ikki lítið
um, hvussu langt vit hava flutt okkum