Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. august 2012 · Nr. 92 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 LEGG BÚROKNSK FRAM HARRA LØG Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur sagt ósatt um skuld til tað almenna hjá felag, sum hann hevur varðað av sum nevndarformaður. Vit spyrja, um hann kann prógva, at hini feløgini ikki hava givið tí almenna skuld. Svarið fáa vit ikki, tí løgmaður vil ikki út við búroknskapunum. Tí hevur øll tann politiska skipanin í Føroyum ein trupulleika Eirikur Lindenskov Tað sum byrjaði sum eitt lesara­bræv á Vágaportalinum seinast í maimánaði, er nú vorðið til ein spurning um trúvirði løgmans. Tað var í einum lesara­ brævi á Vágaportalinum, at Magnus Hansen í Havn skriv­ aði soleiðis: »...Siti í sama viðfangi og hugsi um okkara løgmann og fíggjarmálaráðharra, ið, sam­ bært søgum, ið ganga manna millum, skylda før­oyska sam­ felagnum ikki so lítið av pen­ ingi til mvg or­sakað av sínum verandi ella likvideraðu fel­ øg­um, og spyrji eisini meg sjálvan, hví leiðsl­an í Taks ikki ger nakað við ta skuld­ ina???« Sosialurin endurgav hesar reglur í blaðnum tann 30. mai og setti spurningin, um nak­ að mundi vera um málið. Eftir at hetta varð endur­ givið í Sosialinum, spurdi Vága­portalurin bæði løg­ mann og Jørgen Niclasen, sum báðir avsannaðu, at nak­ að var um hetta. Løgmaður segði beinleiðis, at hann ken­ di einki til hesar skuld­set­ ingar. – Løgmaður skyldar ikki MVG til landskassan, og hava hesar skuldsetingar einki við veruleikan at gera og standi eg tí púra spyrjandi, segði løgmaður við Vágaportalin 30. mai. Longu her roynir løg­ maður at flyta fokus, tí tað varð sagt týðuliga og greitt í lesarabrævinum, at tað snúði seg um »verandi ella likvi­ derað feløg«. Einki varð sagt um, at Kaj Leo Johannesen privat skyldaði pengar. Eing­ in hevur heldur síðan spurt løgmann, um hann privat skyldar tí almenna nakað. Longu tá átti løgmaður at svarað Vágaportalinum, at TAKS tíverri hevði mist (í øllum førum) 200.000 krónur av einum av feløgunum, hann hevði ábyrgdina av sum nevnd­arformaður. Men tað gjørdi løgmaður ikki. Eftir bestu sannføring... 31. mai var løgmaður inni á gólvinum á redaktiónini í Miðlahúsinum, og tá varð hann spurdur beinleiðis, um einki partafelag, sum Kaj Leo Johannesen hevur varðað av, skyldar tí almenna nakað, og tá segði løgmaður púra greitt »nei«. Spurdur uppaftur um nak­að felag, sum hann hevur varðað av, hevur pádrigið nøkrum tap, tí almenna, pri­ vatum ella virki, sigur løg­ maður, at tað veit hann einki um. Vit spurdu uppaftur, um hann ikki átti at vitað tað, tá hann hevur verið stjóri og nevndarformaður. Tá svaraði løgmaður soleiðis: – Eg havi ongan kredi­tor­ lista, men eftir míni bestu sannføring skyldaðu feløgini ongum nakað. Alt er uppgjørt og hvør hevur fingið sítt. Feløgini, sipað varð til, eru P/F KRK-Holding, P/F Farex, P/F Kaldbaks Seafood, P/F Trans-Farex Invest og Sp/F Sisero. Royndi at snakka seg undan Eftir at hetta stóð í blaðnum, hevur blaðið fingið fleiri ábend­ingar um, at tað sum løgmaður segði, ikki var satt. Sosialurin bað tí um innlit í búroknskapirnar hjá øllum feløgunum. Men tað ber ikki til at fáa innlit í búroknskapir, tí teir eru ikki almennir, sum roknirskapir annars eru. Tá vit ikki høvdu prógv, so kundu vit ikki annað enn taka orðini hjá løgmanni fyri fult, hóast tað skurraði í oyr­ unum, at feløgini hava svarað hvørjum sítt, tá tey kortini fóru á húsagang. Men hetta var tað, sum løgmaður segði. Vit kunnu so hava okkara spekulatiónir um hví. Kanska tað hevði komið illa við hjá Kaj Leo Johannesen, um vit fóru at seta spurnartekin við, um hann var førur fyri at reka eina fyritøku – og um hann so var førur fyri at stýra landinum – ella um trúvirði hjá honum var í lagi? Men av tí at eitt av fel­øg­ unum skyldaði Sosialinum pengar – oman fyri 100.000 krónur, fekk blaðið innlit í búroknskapin hjá Sp/F Sisero. Hesin búroknskapur prógv­aði, at løgmaður ikki segði sannleikan, og at hetta felagið, sum er nógv tað minsta av øllum hesum fimm feløgum, hevði pádrigið øðr­ um tap upp á tilsamans um 1,5 milliónir krónur. Av hes­ um misti TAKS 200.000 krón­ ur. Tá vit so nakrar vikur seinni kundu leggja búrokn­ skapin hjá Sp/F Sisero fram fyri løgmann, sum vísir, at onnur hava mist 1,5 milliónir krónur upp á hetta felag – harav TAKS misti 200.000 krónur, vildi løgmaður ikki kennast við sína ábyrgd sum nevndarformaður. Hann segði beinleiðis, at hann hevði onga ávirkan á felagið, og at hann var minnilutapartaeigari. – Eg havi onga ávirkan havt á hatta felagið. Eg átti bara 16,66 prosent av felag­ num, eg var minnilutaeigari, og tá hevur tú onga ávirkan, segði løgmaður. Tað sama endurtók hann í samrøðu við Rás2 týsdagin. Um løgmaður skákar sær undan ábyrgd, ella um løg­ maður ikki veit betur, skal vera ósagt. Men sum nevnd­ arformaður hevur hann fulla ábyrgd av hesum felag – ein ábyrgd, sum hann eftir øllum at døma ikki hevur røkt, síðani hann sigur seg einki hava havt við felagið at gjørt, hóast hann var nevndar­for­ maður og skrivaði undir rokn­skapin. Kanska hetta var ein miseydnað roynd at snakka seg frá, at hetta kom fram, og tí hevur hann tikið munnin ov fullan? Hvussu er og ikki – so skalar slíkt trúvirðið. Kaj Leo fulla ábyrgd Tað er eitt sera týðandi ábyrgd­arstarv at vera nevnd­ arformaður í einum parta­ felag. Tí tá ábyrgist tú bein­leiðis gjøgnum parta­ felags­lógina. Um løgmaður ikki veit tað, og tekur við nevndarformansstørvum í fleiri partafeløgum, sum varða av ognum fyri tvísiffrað milliónaupphæddir, so er tað sera órógvandi – serliga havandi í huga ta ábyrgd, sum hann hevur sum Føroya Løgmaður. Tú kanst heldur ikki skáka tær undan ábyrgd og tosa um, at tú ert minni­luta­parta­ eigari. Fyri tað fyrsta, so var løgmaður ikki minniluta­ parta­eigari í Sp/F Sisero. Sambært roknskapinum eig­ ur P/F KRK-Holding 50 pro­ sent av felagnum, og tað er so tann partapeningin – altso 50 prosent – sum Kaj Leo Johannesen umboðar í nevndini. Tað er fullkomiliga undirorðnað, hvussu stóran part hann sjálvur persónliga eigur – og tað er fullkomiliga líka mikið, um hann yvir­ høvur er partaeigari ella ikki. Hann er nevndarformaður, og sum nevndarformaður hevur hann fulla ábyrgd av felagnum. Tað er nevndin, sum skal tryggja, at parta­ felagið hevur ein forsvarligan rakstur. Og tað er nevndin, sum leggur rætningslinjurnar, sum stjórnin skal fylgja, og tað er nevndin, sum hevur ábrygdina av, at tøkur kapi­ talur er til taks í mun til rakstur felagsins. Hinvegin kann ein nevnd­ arlimur ella nevndarfor­mað­ ur altíð leggja starvið frá sær upp á standandi fót, um hann ikki kann standa inni fyri tær avgerðir, sum nevndin tekur. So er hann púra leysur av ábyrgd. Hann kann eisini fáa ført síni sjónarmið í gerðabókina, um hann er ósamdur og heldur nakað annað, enn meirilutin. Tí kann Kaj Leo Johanne­ sen á ongan hátt skáka sær undan fullari ábyrgd av – í hesum føri – tí missi, sum TAKS og øll hini hava fingið av hesum partafelagnum. Kaupthing tók KRK-Holding Eitt annað dømi um, at løg­ maður ikki hevur fult yvirlit yvir tað, sum hann tosar um, er tá hann í tíðindaskrivi sigur: »Og tað er rætt, at okkara felag KRK Holding misti meira enn 5 mió kr upp á syrgiliga húsagangin hjá Faroe Seafood og var ein høvuðsorsøk til at okkara P/F KRK-Holding átti bæði húsini í R. C. Effersøesgøtu í Havn, har P/F Farex hevði sína skrivstovu. Sambært tinglýsingini eigur BankNordik nú húsini.